mikudagur 15. august 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 156 - 15. august 2007
19
tíðindi
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Kistan við Páll Sandá fer úr kapellinum á Suður
oyar sjúkrahúsi og suður í Vágs kirkju mikudagin,
15. august, klokkan 17.00. Jarðarferðin verður hós
dagin, 16. august, klokkan 13.00. Tey, ið vilja minn
ast Páll, kunnu lata Misjónshúsinum í Vági eina
peningagávu.
Kistan við Kathrinu Justesen úr Haraldsundi,
fer úr Kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í kvøld
klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Kunoyar kirkju
hósdagin klokkan 13.30. Tey ið vilja minnast
Karhrinu, kunu lata eina gávu til Norðoya Ellis og
Røktarheim, konto í Norðoya Sparikassa.
Andlát og jarðarferðir
Hósdagin 16. august fer ein kendur
glyvramaður um fýrati ára hvarvið.
Sverri Justinussen. Hann er kendur úr
fleiri høpum, og er ein av hesum ungu
monnunum, ið ikki hevur latið tíðina
bíða eftir sær. Foreldur hansara eru
Nancy hjá Glyvra Pola og Leivur við
Stein, bæði av Glyvrum. Sverri er eftir
døttur og væl yngstur av systkjunum.
Hini eru Marjun, Napoleon og Jústines.
Hann vaks upp í sera góða granna
lagnum, har forfedrar hansara høvdu
búð í fleiri ættarlið og har nógv av
skyldfólki hansara búði og býr. Botn
urin til hansara akademiska førleika
varð lagdur í Glyvra Skúla. Í fólka
skúla og framhaldsdeild. Hann var ein
av teimum, sum fekk studentsprógv
úr skúlanum við Gøtugjógv, og hann
mundi vera nakað knáur og liggja væl
fyri í broddi fylkingar, táið hann var
røðari á Gøtusandi hin minniliga
summardagin í 1987.
Eftir at hava virkað sum læraravikarur
og fyrifallandi arbeiðsmaður í eitt ár, lá
leiðin suður á asfaltið. Á Keypmanna
havnar Lærda Háskúla. Statsøkonomar
plagdu vit at rópa hesar cand. polit´arnar
í gomlum døgum, og nú táið alt hevur
fingið frøðingaheitið, er hann helst ein
av okkara dugnaligu stjórnmálafrøð
ingum. Hann varð endaliga avlærdur frá
KU í 1998, táið hann hevði vart serrit
gerðina: Aktiemarkets anomalier – med
særligt henblik på en eventuel p/eeffekt
på det danske aktiemarked. Eftir tað
virkaði hann í eina tíð hjá danskari fyri
tøku, sum fekst við keyp og sølu av
partabrøvum o.ø.
Hóast hann treivst hampuliga væl í
danska stórbýnum, millum vinir og
kenningar, mundi ongin ivast í hvagar
leiðin fór at ganga. Heimkærur sum
hann er, og so merkiliga føroyskt sam
ansettur, varð valið so sjálvsagt. Og
hann byrjaði sína yrkisleið í Fíggjar
málaráðnum, táið Karsten hjá Leir
víksFríðrikki ráddi fyri borgum úti í
Albert Hall, og seinri fekk Føroya
Sparikassi klórnar í hann. Har hevur
hann verið við í kollosalu menningini
hesi seinastu árini, og er nú leiðari á
kendu deildini Eik Markets.
Tíðin, frá tí at neonljósini og teldur
nar slókna úti við Strond, hagartil
nýggjur dagur rennur úr dimmalætting
ini aftur, er tjokkfull av diverse áhuga
málum. Tíðliga sýndi hann seyðahaldi
og akurbrúki ans, og hann hevur verið
røktingarmaður hjá skyldmonnunum
Heimi í Stovu, yviri á Hjøllum, síðani
hann kom heimaftur eftir lesna. Tað
var tó í ítróttinum, at hann rættiliga
gjørdi um seg. Sagt verður, at hann er
ímillum størstu hondbóltstalent, sum
yvirhøvur hava verið í Føroyum. Her
bregur hann ikki úr ætt, og saman við
Jens Martini mundi hann vera megin
ásin á 1. deildarliðnum hjá NSÍ í áttati
árunum, sum stóð flestu liðum kurl. Ja,
leikti javnt upp ímóti vestmenningum
og Kyndli. Teir vórðu báðir tiknir út til
manslandsliðið, og vóru við ta
minniligu ferðina, í seinru helvt av
áttatiárunum, táið føroyingar einastu
ferðina vunnu á íslendingum í lands
dysti. 2120 á útivølli. Sigur kanska
nakað um hvussu hondbólturin kundi
havt ment seg, høvdu vit havt skipaðan
landsliðspolitik, heilt frá tíðini táið
CHM var í Føroyum í 1980. Seinri
spældi hann við føroyingunum niðri
og síðani við Tjaldur og StÌF tey seinru
árini. Prúðu yvirarmarnir borga fyri
hørðum skoti, og hann hevur verið ein
marra fyri mangan málmannin øll hesi
árini. Táið skotríðurnar komu úr
vinstru síðu. Nú hava bróðursynirnir
tikið yvir, har steinabrøðurnir sleptu.
Sverri var harumframt ein fínur
fótbóltsspælari, og tey talentini brúkti
hann í heimstaðarfelagnum NSÍ. Árini
hava síðani gjørt ítróttina til dagdvølju.
Motión og innanfurafótbóltur.
Umframt at vera knáur á harmonik
uni og durkdrivin sum undirspælari í
veitslulagi, er hann í úrvalda liðnum
hjá glyvrapresti, Meinhardi Bjartalíð, í
Kóri Glyvra Kirkju. Sum m.a. imponer
aði allar føroyingar, táið sungið varð
fyri yvirtøkuni av kirkjuni, sum er
andaliga heimið hjá Sverra og hansara
ættarfólki. Hann stórtrívist í natúruni,
men hevur tó ikki fingið dráttin frá
havinum í æðrarnar, sum pápin meiri
at kalla er besettur av. Leivur, sum hev
ur verið til skips heilt upp í ellisár, fer
um tey 82 fríggjadagin, og hann er á
floti táið klúgvandi er, og fáur man
kenna fjarðarinnar djúpu nám betri enn
hann. Tað vignast at kalla hvørja ferð.
Sverri býr saman við Piu og dóttrini
Nannu í gomlu grótlagaðu húsunum
við Stein, og tað sigst, at hann verður
burturstaddur hósdagin.
Sverri Leivssonur Justinussen 40
Dagurin
16. august. Rokus, deyður umleið ár 1330. Varð føddur
í Montpellier og gjørdist kendur sum tann, ið grøddi
fólk, ið vóru rakt av sótt. Tá ið hann kemur til hús eftir
ein pílagrímsferð til Róm, verður hann lagdur undir at
njósnast, verður tikin og kastaður í fangahús, har hann
doyr
Í hesi vikuni er fjórðings
øld liðin, síðani fyrstu næm
ingarnir fóru í skúla í Eyst
uroyar Studentaskúla og
HF skeiði. Mánadagin 13.
august vóru 25 ár síðani
Sámal í Skorini tók við rekt
arastarvinum, og Sámal er
framvegis rektari.
Tað er nógv vatn runnið í
ánna frá tí, at politiska
avgerðin varð tikin um skúl
an í Eysturoy og til trygga
stovnin í og við tí góða
umhvørvinum á Kambsdali.
Sámal í Skorini er føddur
19. september í 1952. Hann
var sostatt ikki fyltur tred
ivu, tá ið hann gjørdist rekt
ari. Burðurin var tungur.
Fleiri umsøkjarar til rektara
starvið, skriving og politisk
øsing og endurlýsing, áðr
enn 29 ára gamli havnar
maðurin, sum í Århus hevði
lokið embætisprógv í evna
frøði og alisfrøði, varð sett
ur í starvið. Sámal og tey
fluttu úr Klaksvík, haðani
konan, Maria, er ættað, og
til Søldarfjarðar at búgva,
og hann halgaði seg fult og
heilt uppgávuni at fáa
skúlan upp á føtur.
Avbjóðingin var stór. Í
tíggju ár var tað stórt polit
iskt stríð um, hvar skúlin
skuldi verða bygdur. Gøta,
Kambsdalur, Runavík, Søld
arfjørður, Millum Fjarða og
Leirvík vórðu nevnd. Bygd
arleiðir vóru ikki til, Leir
víkstunnilin var ikki bygdur,
og rektarin setti seg í sam
bandi við busseigarar um at
koyra næmingarnar til og
frá bygdunum í oynni og
norðastu bygdunum í Norð
streymi og til Gøtugjáar.
Ferðaseðlarnir vórðu seldir
á skrivstovuni í skúlanum,
inntil
bygdarleiðir,
sum
skúlin og rektarin kunnu
sigast at hava verið við til at
slóða fyri, komu í fasta legu
miðskeiðis í áttati árunum.
Áhugin fyri at sleppa í
skúlan hevur verið stórur
og vaksandi. Nú eru – írokn
að HF skeiðið í Klaksvík –
275 næmingar og 39 lærarar
í skúlanum. At fáa skikkaðar
lærarar at undirvísa úti á
bygd var ikki bara sum at
siga tað. Fyrstu árini vóru
nógvar útskiftingar í starvs
fólkaliðnum og okkurt árið
var neyðugt at lesa meiri
enn helmingin av tímunum
á donskum.
Stríðið fyri at fáa tak yvir
høvdið var støðugt. Eitt
skifti varð hildið til í sjey
ymiskum hølum við Gøtu
gjógv – í 1889 og 1929
skúlabygningunum, bygn
inginum sum varð bygdur
omaná svimjihylin, í komm
unala skúlanum, har Petur
Eli Mikkelsen, skúlastjóri,
sáli, var eldhugaður stuðul
hjá rektaranum, og niðanfyri
vegin í húsunum hjá Hald
uri, garaguni og í Losjuni.
Tá ið avgerðin um at
byggja skúlan á Kambsdali
endiliga varð tikin, skolaði
kreppan yvir samfelagið.
Tað bar sparingar við sær,
og studentaskúlin á Kamb
sdali man vera besta dømið
um kreppubyggjarí. Tað
bøtti um, tá ið tað seinni
eydnaðist rektaranum at fáa
játtan til skúlahøll og góða
sangstovu.
Hóast nógvan turbolens í
hølisspurninginum og fyrstu
árini nógvar útskiftingar í
starvsfólkaliðnum, so hevur
tað altíð verið aðaleyðkenni
fyri skúlan, at trivnaðurin
millum næmingar, lærarar,
starvsfólk annars og leiðslu
hevur verið stak góður. Eing
in ivast í, at rektarin øll 25
árini hevur átt størsta lutin í
hesum. Sámal er fyrikomandi
og áhugaður í skúlanum,
starvsfólkunum
og
næmingunum. Hann hevur
innlit og áhuga í samfelags
viðurskifti í breiðasta týdn
ingi. Hann hevur myndug
leika, hann er altíð at hitta,
og hann er væl umtóktur.
Í umsitingini og hjá polit
iska myndugleikanum eigur
tað sjálsagt at hava nógv at
siga, at tað er royndur rekt
ari, sum veit alt um stud
entaskúlaskipanina, og at
eiga skúlaleiðslu, sum tað
ongantíð hevur verið neyð
ugt hjá at biðja um játtan á
eykafíggjarlóg.
Sámal hevur ættarbond á
Eiði, og nú eru nøkur ár
síðani, at familjan flutti til
Eiðis at búgva. Seyðahald er
stóra frítíðarítrivið hjá hon
um, og á Kambsdali plaga
tey at skemta sær við, at rekt
arin hevur hægsta starv í Før
oyum. Sámal er røktingar
maður á Slættaratindi!
J
Rektari í 25 ár
www.sosialurin.fo