mikudagur 15. august 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 156 - 15. august 2007
tíðindi
SendiStova
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
1. september flytur Gunvør
Balle við manni og børnum
til Reykjavíkar, har hon
skal røkja starvið sum sendi
kvinna Føroya á nýggju før
oysku sendistovuni í Íslandi.
At londini bæði hava djúp
og søguliga bond, sum
binda
tey
saman
sum
grannatjóðir, er ongin ivi
um. Men nú verður granna
lagið bundið enn tættari
saman
av
sendistovu
Føroya.
Sosialurin fekk orð á
Gunvør Balle seinnapartin
mánadagin, beint áðrenn
hon skuldi við flogfarinum
til Íslands. Har skal hon í
fyrstu atløgu vera við til inn
rætta hølini, so alt stendur
klárt til stóru móttøkuna,
sum verður um miðjan sep
tember, tá sendistovan verð
ur tikin alment í nýtslu.
Vit hava valt at práta við
hana um, hvat vit føroyingar
kunnu fáa burturúr føroysku
sendistovuni í Íslandi. Og
hon slær beinanvegin fast,
at hóast alt sjálvsagt ikki er
perfekt í Íslandi, so ætlar
hon at vera opin fyri øllum
tí góða, sum vit kunnu fáa
gagn av, við at samstarva
meira við Ísland.
Vit eru so smá, at vit
skulu duga at herma og
tillaga, annars drukna vit.
Tí vit kunnu ikki uppfinna
alt av nýggjum, sigur hon,
og fer undir at hugleiða um
øki, har vit føroyingar
kundu fingið nyttu av sam
starvinum við íslendingar.
Hávirða mentan
Gunvør Balle starvast í
løtuni sum fulltrúi á uttan
ríkisdeildini á Løgmans
skrivstovuni, har hon hevur
menningarsamstarv
sum
serøki. Hon er 40 ára gom
ul, og útbúgvin cand. merc.
Er gift og eigur trý børn.
Men tað, sum vit kenna
hana best frá, eru drúgvu
royndir hennara frá privata
vinnulívinum.
Vinnulívið er avgjørt
mín sterka síða, og har eg
havi mína barlast, við
nógvum royndum og einum
sterkum netverki. Og eg
ivist ikki í, at vinnan nokk
skal finna útav at gera vart
við seg og fáa gagn av
sendistovuni í Íslandi – tað
beri eg ongan ótta fyri. Tí
meti eg tað eisini vera eina
eins stóra avbjóðing at fáa
onnur øki við eisini. Øki,
sum ikki gera so sjónliga
vart við seg, og sum eg tí
kundi hugsað mær at hjúkla
serliga um, sigur hon. Og
hon vísir til eina viftu av
økjum, líka frá mentan,
heilsu, gransking og útbúgv
ing.
Til dømis innan mentan,
sum íslendingar virða eins
høgt og vinnulívið, bæði tí
tað kann geva fíggjarligt
avkast, men so sanniliga
eisini tí hon hevur so stóran
týdning fyri trivnaðin í land
inum og samleikan sum
heild, sigur hon, og nevnir
millum
annað
tónleik,
sjónleik, bókmentir og list.
Longu nú hava nógvir
føroyingar, sum arbeiða
innan mentan, sett seg í
samband við meg við hug
skotum um samstarv. So
tað haldi eg vera ómetaliga
spennandi,
og
veruliga
nakað, vit kunnu fáa nyttu
av, tí Íslendingar eru komnir
nógv longri í mun til at
virðismeta týdningin av
mentan fyri fólkið, sigur
Gunvør Balle.
Vitan er vegurin
Føroyar og Ísland eru fiski
vinnutjóðir. Men íslendingar
komu fyri mongum árum
síðani til ta niðurstøðu, at
vitan er vegurin fram, og
einasta veruliga alternativið
til fiskivinnuna. Síðstu árini
eru alt fleiri føroyingar farn
ir aðrastaðni enn til Dan
markar at nema sær útbúgv
ing, og í hesum sambandi
er Ísland ein upplagdur sam
starvspartnari,
heldur
Gunvør Balle.
Tað tykist mær, sum
hava tey langt síðani skilt
týdningin av einum góðum
universitet, og harvið eisini
einum virknum og lokkandi
altjóða
lestrarumhvørvi.
Her kunnu vit kanska læra
mest av hugburði teirra. Tí
ofta hava vit lyndi til at sam
meta okkum við stóru lond
ini fyri sunnan, og umbera
okkum við, at vit eru so
smá og fá. Men í Íslandi
eru tey eisini fá, men har
ber tað kortini til, greiðir
hon frá. Og hon vísir víðari
á, at vit millum annað
kunnu læra av royndum
teirra við at fáa lesandi úr
øllum heiminum at koma
hendan vegin, fyri á tann
hátt at menna støðið og
útboðið á okkara egna uni
versiteti.
Hetta skuldi aftur havt
við sær, at tilboðið til før
oysk lesandi gjørdist mun
andi betur, tí grundarlag
knappliga er fyri fleiri læru
greinum, granskarum og
ikki minst, einum livandi
og mennandi lestrarum
hvørvi. Nakað sum vit í
stóran mun mangla í dag, tí
eitt heilt ættarlið av ung
dómum fer av landinum,
Skal sáa dirvi í føroy
Tað er ikki bara vinnan, ið fer at fáa
gagn av nýggju sendistovuni í Íslandi.
- Eisini innan mentan, útbúgving og
ikki minst hugburð, kunnu føroyingar
læra nógv av íslendingum, heldur
nýggja sendikvinnan í Íslandi, Gunvør
Balle
- Vit eru so smá, at vit skulu
duga at herma og tillaga, annars
drukna vit. Tí vit kunnu ikki
uppfinna alt av nýggjum.
Gunvør Balle við Sosialin
”