Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 156 • 15. juli 2007 MIÐvIkaN 22 ➙ Tá ið lívið í Sundalagnum skal lýsast, er Norðskáli bert ein partur. Sunnan fyri Norðskála eru Oyrarbakki og Oyri. Hesar tríggjar bygdir vóru í mong ár ein kommuna. Nú eru tær ein partur av nýggju Sunda kommunu. Norðanfyri eru Svínáir og Ljósá, sum eru partur av Eiðis kommunu. Men hesar bygdir eru allar partur av somu søgu, sum eisini verður tikin við í hesi hesi røð. Vit hava tosað við tann 87 ára gamla Esmar Dahl av Oyri, sum eigur ein part av nútíðar søgini hjá bygdini. Hann hevur eisini á ein for­ kunnugan hátt lýst tann søguliga partin av Oyri. Hann hevur nevni­ liga gjørt eitt modell av Oyrabygd, sum hon sá út í 1928. Tá vóru 11 sethús á Oyri og afturat teimum vóru 29 úthús. Tað vil siga 40 hús tilsaman. Eisini hevur hann lýst ta blómandi klippfiskaframleiðsluna um hesa tíðina. Umframt hetta hevur Esmar gjørt modell av fleiri av húsunum júst sum tey sóu út tá. Tað sama er við saltfiska­ húsinum, sum tá var, og við skúlastovuni, har Esmar kann vísa á, hvar hann sat í flokkinum. Demmus á Jaðri Ein av gubbunum hjá Esmari var Demmus á Jaðri, sum hevur ein sera áhugaverdan leiklut har norðuri í Sundalagnum. Nicodemus Sophus Poulsen, sum var hansara almenna navn, var føddur 27.06.1869. Hann var havnarmaður, og hann hevði eitt starv sum vektari og ljósatendrari. Hann varð settur í hetta starv í 1903. Hetta var í teirri tíðini, tá ið tað var eitt starv at tendra gøtuljósini í býnum. Hetta vóru petroleumslyktir, sum vórðu hongdar upp ymsa staðni í býnum. Demmus hevði á ungum aldri lært til hovmeistara í Leith, og var tí kønur í enskum. Helst munnu boð hava verið eftir honum, tí tá vóru tey ikki so mong sum dugdu enskt. Men í 1918 hendir tað, at Demmus sigur starvið upp, selur alt sum hann eigur og flytir norður til Oyrar. Orsøkin var tann, at hann helt hetta arbeiði vera so strævið, og hann vildi eisini lætta um hjá konuni Malenu, sum var av Eiði, sum var nakað veik. Tey áttu eingi børn, men í Havn fostraðu tey upp ein son, sum kallaðist Einar. Hann doyði 19 ára gamal stutt eftir, at tey eru komin til Oyrar. Demmus og konan flyta í fyrsta umfari inn í Smiðjuna. Her man smiðja hava verið fyrr, herav navnið. Demmus bygdi sær hús á Oyri umleið 1920, men konan var blivin ússalig, at hon náddi ikki at koma í húsini. Hon doyði áðrenn tey vóru liðug, hon gjørdist 48 ára gomul. Hon verður 28. november jarðað í gamla kirkjugarði í Havn. Elspa Katrina í Smiðjuni fór at halda hús hjá Demmusi. Her hevði hann umframt vektara­ arbeiðið eisini havt kafé og pensjonat frá 1915­1918 á horninum Kongagøta/Tórsgøta. Her arbeiddi Elspa Katrina eisini, og tey hava tískil kenst. Hon átti ein son Jógvan And­ rias Debes (1918­2003), sum vaks upp hjá teimum á Oyri. Tað verður sagt, at Demmus var eins góður við hann, sum um hann átti hann sjálvur. Demmus kallaði hann altíð “beiggin”. Teir áttu bát saman, eitt seksmannafar við 6 hk Solo. Hetta var ein av teimum stóru bátunum á polli­ num tá. Jógvan Andreas hevði eisini bátin við sær til Grønlands beint áðrenn kríggið. Hetta var til bátafiskiskap frá skipi, sum fleiri skip vóru byrjað at dríva tá. Jógvan Andrias var vist við St Jaques úr Vági. Fyrsta krígsveturin lænti Esmar bátin til útróður, men síðan varð báturin seldur. Jógvan Andrias giftist við Jóhonnu Katrinu f. 1916 í Funningsfirði, og tey fingu trý børn. Modell av Oyra bygd. Tað størsta av húsunum niðri móti sjóvarmálanum er pakkhúsið hjá Demmusi. Neystini við síðuna av vórðu nýtt, tá ikki alt gekk inn i pakkhúsið. Til vinstru í myndini sæst fiskastykkið hjá Demmusi og omanfyri tað turkilagið til fiskaturking Her verður fiskurin goymdur og pakkaður. Á gólvinum sæst børa at bera fiskin við og ramma til pakking Saltfiskahúsið hjá Demmusi. Her sæst niður á loftið, har hessian verður skorið til Esmar Dahl saman við langabbasoninum Áki Í samband við frásøgnina hjá Tórhalli hava vit eisini tosað við Esmar Dahl av Oyri fyri at fáa lýst lívið í tí partinum av Sunda­ lagnum. Úrslitið er ein sera áhugaverd frásøgn um virksemið hjá Esmari sjálvum og um menn sum Demmus á Jaðri og Poul á Oyri. Henda frásøgn verður prentað í tveimum pørtum av hesi røð Esmar hevur endurskapað bygdina á Oyri