Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. august 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 23 nr. 156 • 16. juli 2007 Jarðarbrúkið hjá Demmusi Endamálið hjá Demmusi var at fara at dyrka jørð á Oyri. Her var hann eisini sera væl móttikin av kongsbóndunum, sum góvu honum jørð burtur av hjá sær sjálvum. Tað, sum teir kundu vinna við einum slíkum tilflytara var, at hesin mátti velta jørðina sjálvur fyri at fáa nóg mikið av veltum lendi at hoyggja á til vetr­ arføði fyri neytini. Hetta merkti samstundis, at bøndurnir kundu fáa meira nyttu av hesi jørðini til vetrarbit hjá seyðinum. Pápi Esmar, Jógvan Dahl, og Demmus vóru so sera væl. Teir vóru so væl, at fyrstu tíðina sendu teir mjólkina til Havnar við mjólkabátinum í sama mjólkabiði, uttan at tað var nøkur ósemja um, hvussu býtast skuldi. Sum dømi um teirra samskifti kann nevnast, at teir avráddu eina ferð, at teir árligu skuldu bíleggja ein ost frá meiarínum í Havn! Demmus hevði ikki køst, sum øll onnur. Hann hevði tvær rúgvur av neytatøðum, sum ikki skuldu blíva ov stórar. Hann bar síðan ta eldri rúgvuna út í bøin at taða við. Landið frá neytunum varðveitti hann eisini til taðing. Eitt sindur tvørur hevur hann verið. Tøðini vóru altíð borin í leypi og landið í landtunnum. Men sjálvt eftir, at tað bar til at koyra ávegis í bili, gekk hann. Hann helt, at skuldi byrðan kortini berast ein part av vegnum kundi hann eins væl bera hana allan vegin! Fór at turka fisk Hvør orsøkin er til tess vita vit ikki, men tað var heilt skjótt, at hann fór at taka ímóti fiski til turkingar, og hetta gjørdist tann stóri tátturin í hansara virksemi. Fyrsta fiskin tók hann ímóti 3. november 1911, og var tað frá Karl á Lað í Havn, sum longu hevur verið nevndur í samband við, tá ið Andrass í Pállstovu hevði trupulleikar at fáa fígging til ein av sínum motorbátum og Karl greiddi hetta. Demmus turkaði fisk fyri skip, og fiskurin kom norður til Oyrar við skipum, men hann fór avstað við jaktum. Onkuntíð komu damparar tó eisini eftir fiskinum, sum varð førdur umborð á jakt­ um. Demmus hevði gjørt eina bátabrúgv, so tað kundi leggjast at. Lutvíst skipaði Demmus sjálvur fyri fiskavirkingini, og lutvíst lat hann fisk til fólk at turka fyri eina ávísa upphædd, sum eisini Tórhallur greiðir frá. Tann fiskur, hann sjálvur virkaði, varð vaskaður í kørum frammanfyri neystadyrnar á Oyri. Tað var eitt sindur ymiskt, sum kørini til fiskavasking vóru frá bygd til bygd. Men hjá Demmusi hevði hvør kona sítt kar, ið var sum ein hálv tunna. Sjógvur varð fyltur uppí karið tvær ferðir um dagin. Hann var borin úr fjøruni í spannum og stoyttur í karið. Nøgla var tikin úr karinum, tá ið tað skuldi tømast, og so varð fylt aftur við nýggjum sjógvi. Fiskurin var turkaður á fiska­ stykkjum, sum jú var tað vanliga. Men umframt hetta bygdi Demm­ us stativir við neti, har fiskurin kundi leggjast á, og var hetta í sær sjálvum ein nýhugsan, sum eisini varð nýtt aðra staðni. Demmus bygdi eini fiskahús, har tann turkaði fiskurin varð goymdur. Inni her varð fiskurin eisini pakkaður, og uppi á loftinum var hessian til pakkingina skorið til. Var ikki pláss inni í pakkhúsinum, vóru tey nærmastu neystini lænt til endamálið. Eitt neyst, sum hann eisini nýtti, var tað hjá pápa Esmar. Hetta arbeiðið kom at hava stóran týdning fyri Oyrar og fólk fluttu higar at búgva og at arbeiða. Fólk tóku fisk at turka Tað vóru fleiri húski bæði í Svín­ áum og við Norðskála, ið sjálvi turkaðu fisk fyri Demmus. Tað vanliga var, at tað var eitt húski, sum tók uppá seg at virka eina nøgd av fiski. Men tað hendi eisini, at tað vóru tvey ella trý húski saman um hetta. Tey fingu uppí ein bát í senn, sum tey tóku beinleiðis frá skipunum, sum komu til Oyrar at landa. Konurnar vaskaðu fiskin undir teirra neysti, og tá mátti húskið hava sítt egna fiskastykki. Hetta var eisini vanligt aðra staðni í landinum. Her máttu børnini eisini vera við í arbeiðinum. Teirra uppgáva var at skera blóð og tílíkt burtur úr fiskinum, áðrenn hann varð vaskaður. Fiskurin, sum fólk turkaðu, varð goymdur og pakkaður hvør sær, tí avroknað varð eftir tí lidnu vøruni hjá hvørjum húski. Goldið varð í hondini Goldið varð fyri nøgdina av tí turra fiskin, tá ið hann var avskipaður. Men spurningurin kundi tá vera, hvussu lønin skuldi býtast, tí tað høvdu bæði verið ung og eldri um arbeiðið. Eisini konufólk og mannfólk, sum vóru ymiskt lønt tá. Men onkur gjørdi tað einfalda, at hann skrivaði tímarnar upp hjá øllum, og so var býtt javnt eftir tímatalinum, uttan mun til um tað vóru kvinnur ella menn ella um tað var arbeitt um dagin ella náttina. Hetta kundi geva eini 30 oyru um tíman. Tað var ofta liðið langt út á árið, áðrenn avrokningin kom. Men hetta vistu øll, og tey vistu eisini, at Demmus kom við peninginum, so skjótt, sum hann sjálvur hevði fingið goldið fyri fiskin. Tá ið hann kom at avrokna hevði hann bláa húgvu á høvdinum, var í koti og longum buksum. Hann harmaðist um, at hetta hevði drigið so langt út, men hetta hevði sína orsøk. Ein kelda hevur greitt frá í bókini Fiskafólk, at hetta var sum ein hátíðardagur. Hesa løtuna høvdu mamman og pápin góða tíð. Tað var prátað hugaliga. Okkurt skuldi Demmus eisini njóta. Tá ið Demmus fór, plagdi hann at siga, at nú roknaði hann við teimum komandi ár, um tað gjørdist nakað av fiski. Hetta var játtað og soleiðis gekk ár um ár. Annars var tað ikki í øllum førum, at fólk fingu lønina fyri fiskaarbeiði í hondina. Tá ið arbeitt varð fyri keypmenn, var tað vanliga, at hetta varð skrivað upp og mótroknað tí, sum var keypt í handlinum. Hetta virksemi helt fram til seinast í 1930­unum. Tá vóru virki aðra staðni farin at turka inni, og tá varð Demmus ikki longur kappingarførur. Víst fekst meira fyri sólturkaðan klippfisk. Men hetta greiddu turkihúsini við at lata fiskin í seinasta umfari turka úti. Tá kundu tey siga, at fiskurin var sólturkaður og kundu tey tá fáa hendan prísfyrimunin. Bátsmanning gjørdist gubbar Demmus var gubbi Esmar, og hann var sera góður við Esmar. Esmar veit ikki rættuliga, hvussu tað bar til, at Demmus gjørdist gubbi hansara. Men tað kann hava havt samband við, at tá ið børn á Oyru skuldi doypast, máttu hetta gerast í kirkjuni á Eiði, tí eingin kirkja var í Eysturoya partinum av Sundalagnum. Farast mátti við árabáti, og her mundi vera nóg trongt við teimum sum skuldu rógva, og so barninum við teimum allarnærmastu. Tí kann tað hava verið praktiskt at hava onkran av bátsmanningini sum gubba, og í hesu førinum gjørdust tað Demmus. Esmar arbeiddi sum heilt ungur hjá Demmusi, eisini áðrenn hann varð konfirmeraður. Hann minnist, at tá ið hann skuldi keypa sær konfirmatiónsklæðir, fór hann til Demmus at biðja sær so mikið av lønini út, at hann fekk innloyst klæðini. Kostnaðurin var 35 kr. Esmar minnist eisini, at okkurt nútímas hevur Demmus havt við sær út Havnini. Hann hevði nevniliga grammofon, sum pengar skuldi koyrasr í fyri at fáa hana at spæla. Hetta hevur verið sera forvitnisligt tá í tíðini. Henda grammofonin mundi stava frá kafeini, sum Demmus hevði í Havn. Demmus doyði í 1952 og hann varð jarðaður tann 18. oktober í gamla kirkjugarðinum í Havn undir liðuni á konuni. Líkið var ført til Havnar við Streymi, har góði vinurin hjá Demmusi, Christian Martin Rubeksen, var skipari. Tað er tiltikið, hvussu nógv fólk ið var á bryggjuni, hóast tað var sera illsligt veður. Tað er eingin ivi um, at Demm­ us hevur verið ein persónligheit. Esmar hevur bert góð minni um hann. Hann mátti onkuntíð standa við sítt, men hann var sera hjartagóður og fyrikomandi. Tey eru ikki mong havnarfólk, sum minnast Demmus frá tíðini, tá ið hann búði í Havn. Men eitt fólk er, og tað er tann skjótt 98 ára gamla Martha Matras. Hon er uppvaksin í tí, sum í dag kallast Nólsyar Pállsgøtu, skamt frá Dómhúsinum. Hetta var í grannalagnum til húsið á Jaðri, sum enn er til. Martha var níggju ára gomul, tá ið Demmus flutti úr Havn, og hon minnist væl húsfólkið har, eisini Demmus. Sverri Trond: Paradís á Oyri Ein havnarmaður, sum tó hevur kent Demmus sera væl, er Sverri Trond Hansen. Sum drongur var hann hvørja ta einastu feriu har norðuri. Orsøkin var, at pápi Sverra, Trond Hansen, og Demmus vóru vinir. Hetta komst av, at sum framleiðari av klippfiski hevði Demmus nógv brúk fyri pakkitilfari, sum hessian, tráð og nálir. Hetta útvegaði Trond Hansen. Hann var annars kendur fyri dyrking og sølu av blómum, frukt og grønmeti. Men hann hevði síni handilssambond, og uttan at taka stórvegis vinn­ ing, útvegaði hann Demmusi og øðrum framleiðarum nevnda tilfar. Sverri letur ótrúliga væl at, hvussu gott hann hevði tað á Oyri. Heima vóru tey sjey systkin, og hetta kundi sjálvsagt vera eitt sindur trongligt viðhvørt. Norðuri á Oyri vóru tey bert trý fólk í húsi, so her hevði Sverri tað sum ein prinsur. Hann sigur um tey, at tey vóru av fittastu fólkum, og tey vóru væl við øll. Esmar greiðir eisini frá, at tað vóru fleiri av hansara vinum, sum plagdu at koma aðra staðni frá til Oyrar í føðingardag, tá ið Demmus fylti. Føðingardagurin gekk við spæla kort, og tá lógu teir nátt. Kanska spældu teir alla náttina! Teir sum komu fast úr Havn vóri Trond Hansen, Andrias hjá Marini, og Marius hjá Pedda. Av Selatrað plagdi Andrias Weihe at koma norður. Tað var eisini Sverri, sum skip­ aði fyri jarðarferðini hjá Demm­ usi, tá ið børan við honum kom til Havnar við Streymi. Hann tók ímóti børuni, og kistan kom fyrst í kirkjuna. Sverri var eisini ein av berarunum. Hann minnist ein annan, sum bar, og var tað Ísak skómakarin. Sverri heldur samanum tikið, at Demmus hevur uppiborið eitt rósandi eftirmæli. Tað kann eisini sigast, at hann hevur ikki verið nakar vanligur havnarmaður! Hetta er manningin, sum er komin aftur av Eiði eftir, at Esmar er doyptur. Demmus er fremstur, og Esmar liggur væl innballaður onkunstaðni í bátinum Næstu ferð: Í komandi parti greiðir Tórhallur frá, hvussu hann lumpaði mammu sína, tá ið hann blaðungur fór burtur. Í seinna partinum av frásøgnini hjá Esmar Dahl verður millum annað greitt frá um Hansinu og Pól á Oyri og um Garnavrkið, sum hann rak saman við beiggjanum Aksel. Aksel og Kristina hava diamant­ brúðleyp í morgin. Frásøgnin um Garnavirkið verður tískil eisini ein partur av teirra søgu. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku!