mikudagur 15. august 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 156 - 15. august 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Tað hevði verið ein katastrofa, um okkurt av núverandi liðunum í meistaradeildini
hjá kvinnum hevði flutt niður, tí tey gera eitt avbera gott arbeiði.
Magnus Tausen, formaður í Flogbóltssamband Føroya
Á ársaðalfundinum
hjá Flogbólts
sambandinum
leygardagin
bleiv samtykt við
atkvøðugreiðslu, at
besta kvinnuliðið hjá
Fleyr aftur skal leika
í meistaradeildini.
Við hesum verður
meistaradeildin
víðkað til at hava sjey
lið komandi ár
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var árliga
aðalfundurin hjá Flogbólts
sambandinum á skránni. Á
aðalfundinum vera altíð flei
ri mál umrødd, men tað
málið, sum fólk helst fara
at tosa mest um eftir fundin,
er málið um besta kvinnulið
hjá Fleyr, sum komandi ár
skal leika í meistaradeild
ini.
Flogbóltssambandið hev
ði sjálvt lagt uppskot fram á
fundinum um at víðka talið
av liðum í meistaradeildini
hjá kvinnum, soleiðis at
Fleyr komandi kappingarár
skal leika í meistaradeildini.
Eftir at evnið hevði verið til
umrøðu í eina løtu, var
greitt at fara undir atkvøðu
greiðsluna, har teir tríggir
limirnir í aðalnevndini hava
hvør sína atkvøðu, meðan
feløgini, sum er møtt á fund
inum, eisini hava hvør sína
atkvøðu.
Sjey feløg vóru møtt á
fundinum, og úrslitið at at
kvøðugreiðsluni gjørdist, at
seks vóru fyri uppskotinum,
trý ímóti og ein atkvøða var
blonk.
Við hesum er tí samtykt,
at Fleyr komandi ár skal
leika í meistaradeildini hjá
kvinnum, og at henda so
statt verður víðkað til sjey
lið, sum fara at spæla tríggj
ar ferðir ímóti hvørjum
øðrum í mun til fýra ferðir
síðsta kappingarár.
Gott ungt fólk í Fleyr
Eftir aðalfundin hjá Flog
bóltssambandinum hava vit
tikið eitt prát við forman
nin, Magnus Tausen, har vit
hava spurt hann, hvussu tað
ber til, at Flogbóltssam
bandið legði uppskot fram
fyri fundin at fáa Fleyr upp
í meistaradeildina, og á
henda hátt økja um talið av
liðum.
Magnus sigur, at síðstu
nógvu árini hava víst, at
kvinnusíðan í flogbólti er
heldur sterkari enn mans
síðan, og har leggjast fleiri
ungar kvinnur til ítróttina.
Tað er nokk ikki nakar
ivi um, at kvinnusíðan er
sterkari enn manssíðan í
flogbólti. Fleiri kvinnur ella
gentur leggjast afturat í fel
øgunum kring landið, og av
hesi orsøk hildu vit tað vera
eitt gott hugskot at økja um
talið av liðum í meistara
deildini hjá kvinnum. Hetta
er so ein av grundunum til,
at Fleyr nú aftur fær møgu
leikan í meistaradeildini.
Hann metir tó eisini, at
Fleyr hevur eitt gott ung
dómsarbeiði, og at felagið
eigur gott, ungt fólk at seta
við í meistaradeildini.
Ja, vit meta, at Fleyr he
vur sera nógvar góðar og
ungar leikarar at seta við í
meistaradeildini. Tað kundi
blivið ein trupulleiki fyri
felagið, um tær ikki fluttu
upp nú, tí so kundi tað hent,
at felagið misti fleiri av
sínum bestu leikarum til
onnur feløg, og tá hevði tað
sjálvandi blivið enn harðari
at komið upp, sigur Magnus
Tausen.
Hann leggur tó afturat, at
ein av høvuðsorsøkunum er
í samband við hini liðini í
meistaradeildini.
Vit meta, at tað hevði
verið einki minni enn ein
katastrofa, um okkurt av
núverandi liðunum í meist
aradeildini hjá kvinnum
hevði flutt niður, tí tey gera
eitt avbera gott arbeiði. Het
ta er so eisini ein av grund
unum til, at talið av liðum í
meistaradeildini verður økt,
tí nú er einki lið, sum flytur
niður.
Hvat við 1. deild?
Tað eru sjálvandi bæði fyri
munir og vansar við avgerð
ini, sum bleiv tikin á aðal
fundinum leygardagin. Tað
er helst gott hjá Fleyr aftur
at fáa møguleikan í meist
aradeildini, og eingin ivi er
um, at felagið hevur nógvar
góðar, ungar leikarar.
Síðsta kappingarár megn
aði Fleyr tó ikki ein gongd
at vinna 1. deild, og tí tykist
tað vera rættiliga merkisvert,
at avgerð skal vera tikin
júst í ár um, at tær skulu
upp aftur í meistaradeild
ina.
Kappingin í 1. deild he
vur verið hørð ímillum bes
ta liðið hjá Fleyr og næst
besta liðið hjá KÍF, men í
farna kappingarári vóru
kvinnurnar í KÍF í einum
flokki fyri seg. Tær vunnu
allar sínar dystir 30 – eisini
teir báðar ímóti Fleyr.
Nú er so spurningurin,
hvat skal henda við 1. deild
hjá KÍF. Tí við uppflyting
ini hjá Fleyr, so er ikki
óhugsandi, at næstbesta
liðið hjá KÍF skal spæla eitt
heilt kappingarár uttan nak
ra serliga kapping.
Formaðurin í Flogbólts
sambandinum
viðgongur
eisini, at hetta kann gerast
ein trupulleiki, og hann
sigur, at um so verður, so
má hetta takast upp á
komandi aðalfundi.
Kann vera gott fyri
yngru leikararnar
Eftir aðalfundin er nú heilt
greitt, at einki av liðunum í
meistaradeildini
komandi
ár fer at flyta niður, tí har er
einki lið í næstbestu deild
ini, sum kann flyta upp.
Hetta kann føra við sær, at
eingin kapping verður í
botninum, tí nú kann tað
vera líka mikið fyri eitt
felag, um tað endar niðast,
tí leiðin gongur ikki niður í
næstbestu deildini allíka
væl.
Tó kann tað eisini vera
ein fyrimunur fyri nøkur av
feløgunum, at tey ikki kun
nu flyta niður. Undanfarin
ár, tá niðasta liðið í meist
aradeildini
hevur
spælt
upp og niðurflytingardyst
ímóti ovasta liðnum í næst
bestu deildini, hava feløgini
helst verið eitt sindur varin
við at nýta teir yngru
leikararnar í avgerandi dys
tum. Hetta helst tí at teir
eldri leikararnir hava størri
royndir í trýstum støðum.
Nú kunnu feløgini tó
uttan at vera bangin fyri
nøkrum geva yngru leikar
unum møguleikan á besta
liðnum.
Og
hetta
fara
feløgini vónandi at gera, so
leiðis at ungu leikararnir
sleppa at menna seg.
Fleyr aftur í meistaradeildini
Á ársaðalfundinum hjá
Flogbóltssambandinum leygardagin var
avgerð tikin um, at Fleyr aftur skal hava lið
í meistaradeildini hjá kvinnum. Við hesum
vera sjey lið í meistaradeildini hjá kvinnum
komandi kappingarár.
Mynd: Álvur Haraldsen