mikudagur 15. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 156 - 15. august 2007 ]
KÍ tapti sísðta dystin
KÍ-kvinnurnar spældi í gjárkvøldið síðsta dystin í UEFA-
kappingini, og mótstøðuliðið hesa ferð var finska meistara-
liðið, FC Honka. Finska liðið legði fyri sum eitt óløgi og
skoraðu tvey mál tíðliga í dystinum. KÍ kom tó eitt sindur
fyri seg eftir hetta, og undan steðginum minkaði Malena
Josephsen um munin til 2-1. Í seinna hálvleiki var tó aftur
stórur munur á liðunum, og endaliga úrslitið gjørdist 4-1
til FC Honka. Við hesum endaði íslendska liðið, Valur, á
fyrsta plássið við fullum stigatali. FC Honka bleiv numamr
tvey við seks stigum, meðan KÍ og Den Haag fingu eitt
stig í part.
FCK tapti í Portugal
FCK spældi í gjárkvøldið fyrra dystin í 3. rundu av Cham-
pions League-kvalifikatiónini, tá teir vitjaðu í Lissabon
hjá Benfica. Benfica var helst favorittur undan dystinum,
og um miðjan fyrra hálvleik tóku teir eisini leiðsluna við
máli, sum veteranurin, Rui Costa, skeyt úr 25 metrum.
FCK fótaði sær tó eftir málið, og móti endanum av fyrra
hálvleiki javnaðu teir við málið frá Atiba Hutchison. Hen-
da støðan helt sær líka til tríggjar minuttir fyri leiklok, tá
Rui Costa aftur royndi seg úti frá. Enn einaferð endaði ból-
turin í málinum, og so vann Benfica fyrra dystin 2-1.
FBF uttan
nakra nevnd
Á aðalfundinum
hjá Flogbólts
sambandinum
leygardagin stóðu
tveir av teimum
trimum limunum
í aðalnevndini
fyri vali. Eingin
stillaði tó upp, og tí
verður neyðugt við
eykaaðalfundi fyri
at manna nevndina
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Á
aðalfundinum
hjá
Flogbóltssambandinum
leygardagin stóðu tveir
av limunum í aðalnevn-
dini fyri vali. Limirnir í
aðalnevndini eru tríggir
í tali, og tey, sum hava
sitið síðsta skeiðið, eru
Magnus Tausen úr Havn,
sum er formaður, Krist-
ianna Dam úr Kollafirði
og Marjun Kalsø úr
Klaksvík.
Undan ársaðalfundin-
um var tó greitt, at tveir
av limunum stóðu fyri
vali. Hvørki Kristianna
Dam ella Marjun Kalsø
ætlaðu at halda fram í
nevndini, og tí skuldu
tveir nýggir nevndarlimir
finnast.
Hetta gekst tó ikki ser-
liga væl á fundinum ley-
gardagin. Eingin stillaði
upp til valið, og tí heitti
Flogbóltssambandi á fel-
øgini um at finna fólk,
sum kunnu manna aðal-
nevndini
hjá
Flog-
bóltssambandinum næs-
ta skeið.
Eykaaðalfundur ver-
ður komandi vikuskiftið,
har nýggir limir til aðal-
nevndina skulu finnast.
Á aðalfundinum
hjá flogbólts
sambandinum, sum
var á skránni um
vikuskiftið, bleiv
samtykt at broyta
steypakappingina
nakað. Broytingin
førir við sær,
at bestu liðini í
grundspælinum
sleppa beinleiðis í
steypafinaluna
FLOGBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var ársaðal-
fundurin
hjá
flogbólts-
sambandinum á skránni, og
her vóru sjálvandi nógv
mál ella viðurskifti til við-
gerðar. Eitt av evnunum,
sum bleiv viðgjørt var
steypakappingin. Bæði ÍF
og SÍ høvdu lagt uppskot
fram at broyta bygnaðin av
steypakappingini
nakað,
men sum uppskotini vóru
til viðgerðar, valdi SÍ at ta-
ka sítt uppskot aftur, og so
var bert uppskotið hjá ÍF
eftir.
Undan komandi kapping-
arári hevur tað verið soleið-
is, at vinnarin av Fleyr-
kappingini, sum er longu í
Oktober mánaði, og vin-
narin av Mjølnir-kappingini,
sum er í januar, verða
luttakararnir í steypafinal-
uni, sum plagar at vera mitt
í februar.
Nýggja uppskotið hjá ÍF
ber tó við sær, at vinnararnir
av hesum báðum kapping-
um ikki sleppa beinleiðis í
steypafinaluna. Í staðin sku-
lu hesi bæði liðini spæla
ein innanhýsis hálvfinalu-
dyst, har vinnarin so verður
annar luttakarin í finaluni.
Landskapping
kann tryggja pláss
í steypafinalu
Stóru broytingin í samband
við steypakappingina, sum
bleiv samtykt á aðalfund-
inum leygardagin, er tó, at
liðini í bestu deildunum
kunnu tryggja sær pláss í
steypafinaluni við góðum
úrslitum tíðliga á árinum í
landskappingini.
Hjá monnum er lands-
kappingin ikki broytt nakað
frá í fjør, og sostatt vera af-
tur fimm lið í bestu deildini,
og liðini skulu spæla fýra
ferðir ímóti hvørjum – tvær
ferðir í grundspælinum og
tvær ferðir í endaspælinum.
Tað vil siga, at tað liðið,
sum vinnur grundspælið,
tryggjar sær beinleiðis at-
gongd til steypafinaluna.
Hjá kvinnum er tað eitt
sindur øðrvísi. Nú vera sjey
lið í meistaradeildini hjá
kvinnum, eftir at tað bleiv
samtykt á aðalfundinum, at
Fleyr skuldi flyta upp í
bestu deildina. Hetta førir
við sær, at kvinnurnar spæla
tríggjar ferðir ímóti hvør-
jum, og tað verður tað liðið,
sum er fremst eftir seks
umfør, sum fær annað plás-
sið í steypafinaluni.
Nýggja uppskotið skal
m.a. føra við sær, at liðini
leggja størri dent á lands-
kappingini, og við hesum
uppskotinum skulu tey ei-
sini helst spæla væl frá byr-
jan av fyri at tryggja sær
eina plássið í steypafin-
aluni.
Broyting í steypakappingini
Karen Marie Olesen,
fúti, váttar, at
løgreglan av sínum
eintingum hevur
tikið málið upp um
venjaran hjá VB/
Sumba, ið sló EB/
Streymleikara undir
dysti herfyri
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgraglan hevur gjørt av at
kanna málið, tá VB/Sumba
venjarin sló EB/Streym-lei-
kara undir dysti millum
liðini suðuri í Vági herfyri.
Karen
Marie
Olesen
sigur, at tað hendir av og á,
at løgreglan tekur mál upp
av sínum eintingum, og
hetta er so eitt av dømun-
um.
Tann sannroynd, at hend-
ingin varð sýnd í 3-2, og
harvið varpað út um alt lan-
dið, er sum skilst orsøkin
til, at løgreglan hevur valt
at hyggja nærri at málinum.
Fútin sigur, at løgreglan nú
fer at seta seg í samband
við allar viðkomandi partar
í málinum.
Upp á fyrispurning, hvat
ein møgulig revsing kundi
verið sigur Karen Marie
Olesen, at tað er ógjørligt at
siga nakað um, men at tað í
fall verður eftir paragraff-
unum í revsilógini, gingið
verður eftir.
- Men tað er jú heldur
ikki víst, at málið kemur so
langt, leggur fútin aftrat.
Karen Marie Olesen sig-
ur, at hendingin verður kan-
nað, og at ein avgerð fellur
í málinum innanfyri nær-
mastu framtíð, antin ákæra
verður reist ella ikki.
Formaðurin í VB/Sumba,
Bjarni Johansen, hevur on-
ga viðmerking til málið,
heilt einfalt tí at hann einki
hevur hoyrt um, at hend-
ingin verður kannað. Hann
heldur tað samstundis vera
løgið, at fútin lekur upp-
lýsingar til miðlarnar, áð-
renn
viðkomandi
partar
hava frætt nakað í mál-
inum.
Av skrivstovuni hjá FSF
verður váttað, at sambandið
seinasta
mikudag
sendi
áheitan á Aganevndina um
at taka málið upp til við-
gerðar. Tað eydnaðist ikki
blaðnum at fáa orðið á Anni
á Hædd, sum er forkvinna í
Aganevndini, men ein an-
nar limur, Kjartan Mohr,
sigur, at nevndin hevur fin-
gið áheitanina, og at hann
roknar við, at støða verður
tikin fyrsta dagin til, um
nevndin fer at viðgera málið
ella ikki.
Politiið kannar VB/Sumba venjaran
Politiið kannar nú tilburðin í
fótbóltsdystinum á Eiði næst seinasta
sunnudag, tá VB-venjarin sló ein EB/
Streyma-leikara í andlitið.