Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 16. august 2007 3 Leiðarin av søludeildini í Føroyum hevur fi ngið aðrar avbjóðingar í Smyril Line, og tí søkja vit eftir nýggj um leiðara til søludeildina í Føroyum. Vit bjóða tær eitt spennandi, avbjóðandi og sera fjølbroytt starv, har tú fært møguleika at verða við í framhaldandi menningini av Smyril Line – og harvið føroysku ferðavinnuni. Sum leiðari fyri søludeild ini í Føroyum hevur tú ábyrgd ina av allari søluni og marknaðarføringini hjá Smyril Line á før oyska marknaðinum. Hartil hevur tú ábyrgdina av starvs fólkunum á sølu- deildini. Starvið inniber í høvuðs heitum: • at tryggja at sølubudgett verða nádd, • at ganga á odda í menning av produktum til føroyska marknaðin, • ábyrd av framhaldandi menning av sølu- deildini og teimum 8 starvsfólkunum, ið har arbeiða. Vit bjóða góðar starvstreytir og góðar møguleikar fyri menning í einum altjóða fyritøku, góða løn og góðar frítíðarsømdir. Førleikakrøv Starvið er eitt lyklastarv í Smyril Line. Til tíðir hart, men altíð spennandi og avbjóðandi. Tí søknast vit eftir einum royndum søluleiðara, helst við út- búgving frá hægri lærustovni. Hetta kann verða cand.merc., cand.ling.merc. ella HD. Hægri út- búgving er einki krav, men tað er eitt krav, at tú hevur royndir við sølu og leiðslu, at tú megnar at dríva eina søluorganisatión og, at tú brennur fyri sølu og søluarbeiði. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvum og ummælum skulu sendast til: SMYRIL LINE Sølu- og marknaðarstjórin P.O.Box 370 FO-110 Tórshavn Umsøknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 30. august 2007 kl. 17.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til sølu- og marknaðarstjóran, Jákup Sverra Kass, á +298 21 59 36 ella jsk@smyril-line.fo SMYRIL LINE SØKIR LEIÐARA TIL SØLUDEILDINA Í FØROYUM Smyril Line varð stovnað í 1982, og er í dag ein altjóða fyritøka við skriv - stovum í Føroyum, Íslandi, Noreg, Týsklandi og Dan mark. Um framt egnar skrivstovur, hev ur felagið eisini aðalsøluumboð í Fraklandi, Stórabretlandi, Hol landi, Italien, Belgien og Svøríki. SMYRIL LINE · J. BRONCKS GØTA 37 · POSTBOKS 370 · FO-110 TÓRSHAVN TLF 34 59 00 · FAX 34 59 50 · OFFICE@SMYRIL-LINE.FO · WWW.SMYRIL-LINE.COM SMYRIL LINE · J. BRONCKSGØTA 37 · POSTSMOGA 370 · FO-110 TÓRSHAVN · TEL +298 34 59 00 · FAX +298 34 59 50 · BOOKING@SMYRIL-LINE.FO Njótið frálíka danska seinsummarið í Skallerup Klit – har er alt sum hjartað tráar eftir. Farið við børnunum til baðilandið Atlantis. Har eru fl eiri hyljar, ein 83 metra langur vatnrussjubani, vatnkanónir, holur og pálm ar. Til tey vaksnu hava tey tað stóra romverska baðilandið Romulus. Gjørt sum baðini í gamla Rom. Farið í urta- ella dampbað, royni massasju av alkyns slag, leir ella alguin- nballing og aromarøkt. Tit kunnu eisini fara í djóragarðin við dádýrunum, páfuglunum og geitunum. Pony-hestar eru til børnini. Harumframt skipað starvsfólkini fyri skatta jagt, t-shirt-máling og øðrum ítrivum. Okkara uppskot: Mamma hevur uppiborið nakrar tímar í Romulus – pápi og børnini fara ein túr í baðiland ið og í djóragarðin. Prísurin er galdandi í grønum tíðarskeiði fyri 4 ferðandi og 1 bil (maks. 1,9 m høgur, 5 m langur og 2 m beiður) á leiðini Tórshavn - Hanstholm og aftur. Umborð verður búð í 4-koyggju kamari u/vindeyga. Í Skallerup verður búð í standard íbúð (íbúð A4) í 7 nætur. Ikki íroknað er orkugjald á frítíðardeplinum sum er DKK 9,00/hús/nátt umframt DKK 2,25/kWh. Tilboðið galdandi við fráferð tann 13. og 20. septembur. PRÍSUR FYRI HVØNN FRAM OG AFTUR ÚR BERT KR. 1.882,- DANMARK · NOREG SKOTLAND · HETLAND ÍSLAND · CRUISE WWW.SMYRIL-LINE.FO SKALLERUP KLIT Í SEPTEMBUR