Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 157 - 16. august 2007 tíðindi Sandoyartunnilin útsetir aðrar íløgur At Sandoyartunnilin kemur á fíggjarlógina fer at ganga út yvir aðrar íløgur, tí saml­ aði útløgukarmurin má ikki vaksa, um ferðin skal takast av búskapinum, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum mælir til. Hetta fer eisini at síggjast aftur á tí fíggjarlógaruppskoti, sum Magni Laksáfoss er í ferð við at gera Fíggjarlóg Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Magni Laksáfoss er væl nøgdur við, at Bjarni Djur­ holm hevur gjørt av at seta Sandoyartunnilin beinleið­ is á fíggjarlógina, og ikki leggja tunnilin inn í eitt alment partafelag, sum ikki hevði verið ein beinleiðis partur av fíggjarlógini. Ikki tí landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er samdur í, at íløgan skal í gongd nú, men tí tunnilin so gerst ein partur av samlaðu íløgu­ kabalini. Landsstýrismaðurin dylir tó ikki fyri, at verður Sand­ oyartunnilin raðfestur fram­ malaga, vil hetta sjálvandi merkja, at aðrar íløgur mugu bíða. Magni Laksá­ foss vil tó ikki seta tal á nakað, tí enn standa nógvar samráðingar fyri framman, áðrenn fíggjarlógarupp­ skotið er klárt at leggja fyri tingið í september. Ynskini til íløgur hava seinnu árini ligið millum 700 og 900 mió. krónur, meðan játtanin á fíggjar­ lógini í ár er undir 300 mió. kr. Við yvirhitingini av búskapinum í huga kundi Magni Laksáfoss hugsað sær, at íløgukarmurin fyri 2008 verður skerdur í mun til 2007. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil ikki fara inn og seta tøl á, hvat ein Sandoyartunnil fer at merkja fyri aðrar íløgur. Sosialurin hevur tí gjørt eitt rokni­ stykki, hvat íløgan í Sand­ oyartunnilin fer at merkja fyri íløgur á øðrum økjum. Roknað verður við, at tá arbeiðið við Sandoyartunli­ num, sum verður mettur at kosta millum 700 og 800 mió. krónur, er farið í gongd, og tunnilin skal byggjast yvir fýra ár, so kostar tunnilin runt roknað 200 mió. krónur um árið. Um landskassin skal halda fast við árliga íløgu­ karmin, ið sum áðurnevnt, væntandi fer at liggja mill­ um 250 og 300 mió. krónur komandi árini (hendan játtan kann tó koma at sveiggja frá ár til ár, um búskapurin loyvir tí) merkir hetta, at Sandoyartunnilin fer avstað við minst tveim­ um triðingum av hesi upphæddini á fíggjarlógini. Spurdur um tað ikki er ein ómøgulig uppgáva fyri hann sum fíggjarmálaráð­ harra at fáa fíggjarlógina at ganga upp við eini so stórari einstakari íløgu, og hvat hetta fer at ganga útyvir, svarar Magni Laksáfoss: – Mín uppgáva er at gera eitt fíggjarlógaruppskot, sum hongur saman og ikki avgera, hvat skal útsetast. Eg má bara enn einaferð staðfesta, at tað undrar meg stórliga, hví Sandoyartunn­ ilin er so týdningarmikil at gera nú, tá vit hugsa um, hvussu stórur tørvurin er á íløgum í skúlaverk; sæð í ljósinum á vánaliga pisa­ úrslitinum hjá okkum, umframt sjúkrahúsverk og almanna­ og heilsuverkið. Hvat er tað, sum er so týdningarmikið við at byggja Sandoyartunnilin?, spyr Magni Laksáfoss, men leggur tó afturat. – Sum so havi eg ongan trupulleika við, at Sandoy­ artunnilin nú er komin á fíggjarlógina, tí so verður hann ein partur av samlaða íløgukarminum, og hetta er tað mest týdningarmikla fyri meg sum landsstýris­ mann í fíggjarmálum, sigur Magni Laksáfoss. Spara í almenna rakstrinum Væntar tú ikki, at tað fer at ljóða eitt ramaskríggj, tá tað fer at ganga upp fyri øllum teimum, sum skulu spara? – Ramaskríggj er títt orð, og nei, tað veit eg ikki, sigur Magni Laksáfoss. Løgmaður boðaði í Sosi­ alinum gjár frá, at skatta­ lættin ikki má nertast, og landsstýrismaðurin í alman­ na­ og heilsumálum boðaði í blaðnum fyrradagin frá, at hansara øki verður dýr­ ari. Hvussu ætlar tú at fáa kabalina til at ganga upp? – Eg haldi, tað er sera óheppið, at man fer út og avmarkar møguleikarar at gera inntriv, so langt áðrenn vit eru komin á mál við fíggjarlógaruppskotinum, sigur Magni Laksfoss. Tú hevur fingið til upp­ gávu at tálma ígjøgnum fíggjarlógina. Í hesum ligg­ ur væl eisini, at tú skalt finna sparingar í rakstrinum hjá tí almenna. Hvussu fert tú at gera tað, tá til dømis eini 80 prosent av almennu rakstrarúrtreiðslunum eru lønir til starvsfólk? – Tað, sum man ger, tá man tálmar, er at man útsetir nakað av tí menning, sum er stungin út í kortið innan fyri tað almenna, sigur Magni Laksáfoss. Aftan á tingfundin í dag verður fundur í tingbólki­ num hjá Sambandsflokki­ num, har millum annað komandi fíggjarlóg er skránni, og hvørji onnur stig, Sambandsflokkurin meinar skulu takast fyri at náa málinum um at tálma yvirupphitingini í búskapi­ num. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Magni Laksáfoss, undrar seg framvegis yvir, hví tað er so umráðandi at fara í gongd við Sandoyartunnilin nú og niðurraðfesta aðrar týdningarmiklar íløgur í skúlaverk, sjúkrahúsverk og almannaverk- og heilsuverkið Savnsmynd