Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 16. august 2007 5 tíðindi Pedagogfelagið skipar fyri námsfrøðiligari ráðstevnu 13. og 14. september   Tíðindaskriv  Í  sambandi  við  at  Føroya  Pedagogfelag gjørdist 25 ár  1.juni í ár, verður skipað fy- ri  eini  ráðstevnu  á  Hotel  Føroyum fyri limum felag- sins 13. og 14. september. Høvuðsevnið á ráðstevn- uni er “Námsfrøði nú og í  framtíðini”. Við hesum vil- ja vit vísa á arbeiðið, sum  verður gjørt í dag og hug- sjónina  um,  hvussu  vit  í  framtíðini  kunnu  gerast  betri,  soleiðis  at  vit  eisini  vinna størri virðing fyri ok- kara fakliga virksemi.  Vit leggja dent á at lýsa  námsfrøðiliga  arbeiðsøkið  frá  fleiri  ymiskum  sjónar- hornum, soleiðis at evnini á  ráðstevnuni  fevna  um  so  nógvar  av  limum  okkara  sum gjørligt. Hugsanin við  ráðstevnuni er eisini at var- pa ljós á námsfrøðiliga fak- bólkin  í  føroyska  samfel- agnum  og  soleiðis  vísa  á  týdningin og dygdina í pe- dagogiskum arbeiði. Skráin er tískil sera fjøl- broytt og spennandi.  Katrin  Petersen,  fyrsta  forkvinna  fyri  Føroya  Pe- dagogfelag,  setir  stevnuna.  Síðani  vera  royndir  og  áhugaverdir  fyrilestrahald- arar  sum  John  Andersen,  cand.psych. og Henrik Hel- weg, stjóri í fyritøkuni Part- nermanagement, á  skránni.  Royndir  og  dugnaligir  før- oyskir  námsfrøðingar  sum  Guðrun  Winthereig  Ras- mussen, Gunrid á Plógv og  Hanna  Rubeksen,  fara  at  hugleiða um námsfrøðiliga  dygd í mun til teirra dagliga  arbeiði. Turid Olsen, heilsu- røktarfrøðingur  fer,  saman  við  Súsonnu  Holm,  náms- frøðingi, at viðgera úrslitið  av eini kanning Turid hevur  gjørt  um  námsfrøði  í  Før- oyum.  Seinra  dagin  er  Salome  A.  Thorisdóttir,  forkvinna  fyri  Íslendska  pedagog- felagið fyrst á skránni. Eftir  hetta fer Guðrun Eysturlíð,  pedagogur, at tosa um men- niskjasýnið og relatiónsarb- eiðið.  Fakligi  parturin  av  ráðstevnuni  endar  við  Dánial  Hoydal,  tekstahøv- undi,  sum  fer  at  tosa  um  retorikk og námsfrøði. Fólk frá Tjóðpalli Føroya  enda síðani ráðstevnuna við  eini  stuttligari  mentanar- framførslu.  Tilmeldingarblað  er  at  finna í blaðnum. - Luttøk- ugjaldið er kr.2.000  íroknað  mat og kaffi báðar dagarnar.  Seinasta freist at tekna seg  til ráðstevnuna er mánadag- in 03. september. Námsfrøði nú og í framtíðini Framsýning við 50 tekningum verður í Smiðjuni undan 80 ára degnum Framsýning Jan Müller jan@sosialurin.fo Hósdagin 23. august verður  eitt kent havnarandlit, Ovild  Didriksen,  80  ár.  Í  hesum  sambandi hevur Ovild, sum  hevur  teknað  m.a.  karri- katurtekningar  av  Palleba  og  Marsannuandlitum    alt  sítt  lív,  gjørt  av  at  vísa  almenninginum  nakrar  av  teimum  mongu  tekning- unum. Framsýningin verður  í  Smiðjuni  í  Lítluvik,  frá  fríggjadegnum  17.  august  kl.  16.  og  leygardagin  og  sunnudagin.  Hvør man ikki hava sæð  henda fryntliga og dámliga  havnarmannin við pappírs- blokki og blýanti í hond! – Eg  havi  teknað  síðani  eg  var smádrongur, alt millum  himmal og jørð. Men kan- ska  serstaliga  karrikaturar  av  andlitum  sigur  Ovild,  sum  annars  fegnast  um  Tórshavnar  Kvøldskúla,  sum hevur verið honum so  hollur  gjøgnum  15  ár,  har  hann  hevur  gingið  til  tek- ning og máling, silvurarbeiði  og  keramikk.  –Tey  plagdu  at siga, tá eg var smádrongur:  ”Gev Ovild pappír og blý- ant, so situr hann so pinna- stillur,  sjálvt  meðan  allir  javnaldrarnir  kríggjast”  te- kur Olvild til, tá vit vit-jaðu  hann  í  heiminum  í  Djóna  við  Geilsgøtu.  Á  fram- sýningini í Smiðjuni verða  umleið  hálvthundrað  tek- ningar, sum fyri fyrstu ferð  verða  vístar  fram.  Sjálvur  kallar  teknimeistarin  tær  fyri frítíðartekningar.  Føðingardagin  í  næstu  viku er "opið hús" í Losjuni  við  Tinghúsvegin,  frá  kl.  17.00, har familja, vinir og  kenningar eru vælkomin. Teknað føroysk andlit alt sítt lív Still going strong. Ovild Didriksen verður 80 í næstu viku og hann teknar framvegis. Nú sleppa vit at síggja nógvar av tekningum hansara. Mynd Álvur Haraldsen