Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 157 - 16. august 2007 Trolbáturin Gorm sleit endarnar síðstu nátt og rak á land undir Statoil í Saltangará. Skipið lá við Bakkafrost, tá endarnir slitnaðu i nógva vindinum, ið var hósnáttina Illveður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Havnameistarin hjá Runa­ víkar havn, Jón Rosenblad, sigur, at hann var ikki sjálvur á vakt, tá trolbáturin hjá Rod­ mundi Nielsen sleit um 02­ 03­tíðina hósnáttina. Annar maður var í hansara stað. ­ Sum eg havi skilt, var vindurin um einar 20­22 metrar um sekundið og í ælunum móti morgni upp í einar 25­26 metrar. Jón sigur, at Tjaldrið, sum lá á Kollafirði, var skjótt hjá Gormi, fekk trol­ bátin leysan úr landi og sleipaði hann yvir á Skála. ­ Eg dugi ikki at siga, um nakað er komið upp á skip­ ið, men vónandi er tað ikki so, sigur havnameistarin. Jón Rosenblad sigur, at útnyrðingurin strekkir allan Skálafjørðin, men tíbetur hendi ikki øðrum skipum nakað, sum lógu við bryggju hósnáttina. Gorm sleit og rak á land Í sambandi við, at Landsskjalasavnið hevur 75 ár á baki, verður skipað fyri einum evnisdegi í Norðurlandahúsinum 31. august. Ein av røðarunum verður Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta og savnari av søguligum tilfari evnIsdagur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Evnisdagurin fer at snúgva seg um varðveiting av skjøl­ um, sum lýsa okkara søgu, og eitt av evnunum, sum verður viðgjørt, verður varð­ veiting av okkara vinnu­ søgu. Endamálið við evnisdegn­ um er at viðgera tørvin á varðveiting av skjølum og at vísa á teir møguleikar og avbjóðingar, sum eru. ­ Serliga kann nevnast talgilda varðveitingin, sum bæði gevur nýggjar og betr­ aðar møguleikar fyri varð­ veiting, men samstundis hevur við sær avbjóðingar og trupulleikar, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðuni. Evnisdagurin fer eitt nú at leggja dent á vinnusøgu og skjøl frá virkjum, og millum røðararnar verður Olaf Olsen, fyrrverandi stjóri á Beta, sum fer at tosa um varðveiting av vinnu­ lívsøvnum í Føroyum. Eitt umboð fyri íslendska Kaupthing­bankan fer eisini at lýsa teirra royndir innan varðveiting av skjølum. Evnisdagurin verður í Norðurlandahúsinum 31. august, og lagt verður fyri klokkan 13.30. Kostnaðurin er 400 krónur, og tilmelding fer fram á telduposti fararch@ lss.fo innan fríggjadagin 24. august. Leinkjan til skránna fyri evnisdagin er at finna á heimasíðuni hjá Vinnu­ húsinum www.industry.fo Evnisdagur um at varð- veita søgu Búgvi Jacobsen tekur ein upsa úr meskunum. Nú verður evnisdagur um varðveiting av okkara søgu, eisini vinnulívssøgu Mynd: Maria Olsen Olaf Olsen, sum um felagið Beta Files hevur hópin av vinnulívsskjølum í varðveitslu, verður ein av luttakarunum á evnisdegnum Mynd : Vilmund Jacobsen Ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi í Klaksvík er, at Hotel Norð borðr­ reiðir við leskiligum og vælsmakkandi festivalbúff­ um á bryggjuni. Tí nýtist ongum at ganga svangur, sum hevur hug at leita sær til Klaks­ víkar leygardagin, tá eisini verður ókeypis at koyra undir Leirvíksfirði. Tey á Hotel Norð fara rættiliga at spíla seg út og gera sítt til, at fólk fáa mett­ una ­ og ikki bara mettuna, men ein veruligan sjómans­ búff við piparsós og øllum, sum har til hoyrir. Tá búffurin er fingin niður um, fáa fólk belgisk­ ar vaflir við róma og súltu­ toyi. (-vilmund) Sjómansbúffar á Stangarbrúnni Jákup Sverri Kass marknaðarstjóri á Smyril Line Jákup Sverri Kass er frá 15. septembur 2007 settur í starv sum nýggjur sølu­ og marknaðarstjóri hjá Smyril Line. Jákup Sverri Kass er 30 ára gamal og útbúgvin Cand. Ling.Merc. av Handilsháskúlanum í Árhus. Síðan 1. oktober 2006 hevur Jákup Sverri starvast sum leiðari á føroysku søludeildini hjá Smyril Line, og hann hevur harafturat havt ábyrgdina av søluni á bretska­ og svenska marknaðinum. Jákup Sverri Kass tekur við eftir Hendrik Egholm, sum tekur við sum nýggjur stjóri á Føroya Shell. Gorm við bryggju á Bakkafrost, har hann vanliga liggur, tá skipið eru inni millum túrar Mynd: Vilmund Jacobsen