hósdagur 16. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 16. august 2007
7
tíðindi
- Økið, sum Tummas
Christophersen og
aðrir hava søkt um,
er nú byggibúgvið,
og klárt er hjá
teimum at fara í
gongd, sigur Karl
Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vestmanna kommuna hevur
nú byggibúgvið eitt økið
niðanfyri Holmsbakka, sum
er beint innanfyri Brand
støðina.
Tað eru J&K Petersen,
sum hava gjørt hetta arbeiði
fyri kommununa.
Felagið
hevur
gjørt
Fjalsveg fyri kommununa,
og tí var nærliggjandi, at
J&K Petersen eisini tóku
sær av at planera økið undir
Holmsbakka.
Frystigoymsla
Karl Olsen, borgarstjóri í
Vestmanna,
sigur,
at
vinnulívsmenn í bygdini
við Tummasi Christopersen
á odda hava søkt kommu
nuna um byggibúgvið lend
ið til eina frystigoymslu,
sum eitt felag, ið teir fara at
stovna, ætlar at byggja á
havnalagnum.
Ein partur av hesum
lendi var jú havnalag, og tí
hevur arbeiðið at gera
lendið byggibúgvið tikið
lutfalsliga stutta tíð. Hin
vegin hava vit planerað eitt
størri øki enn tað, sum í
fyrsta lagi skal brúkast til
frystigoymsluna.
Borgarstjórin sigur, at
soleiðis, sum hann hevur
skilt vinnulívsmenninar, er
ætlanin ikki at byggja eina
ovurhonds stóra goymslu
beinanvegin, men heldur
eina minni goymslu, sum
kann útbyggjast eftir tørvi.
Økið, sum Tummas
Christophersen og aðrir
hava
søkt
um,
er
nú
byggibúgvið, og klárt er hjá
teimum at fara í gongd.
Onkur formell viðurskifti
eru eftir at avgreiða, men
hesi merkja ikki, at bygg
ingin av goymsluni ikki
kann fara í gongd, sigur
hann.
Frystigoymslan,
sum
ætlanin er at byggja á
havnalagnum í Vestmanna,
verður í fyrstu syfti 20x30
metrar stór.
Lendið undir goymsluni
verður leigað frá komm
ununi, sum vanligt er í
slíkum føri.
Avmarkað íløga
Karl Olsen sigur, at sjálv
byggibúningin av lendinum
undir Holmsbakka hevur
kostað umleið eina hálva
miljón krónur, og síðan
hevur kommunan keypt
eini hús, sum eru tikin
niður. Samlaði kostnaðurin
av
hesi
verkætlan
hjá
kommununi liggur soleiðis
um 1,3 miljónir krónur.
Onnur úthús hava staðið
á tí lendi, sum nú er ruddað
og planerað, men hesi hús
hevur kommunan keypt fyri
fleiri árum síðan.
Arbeiðið, sum nú er
gjørt við byggibúning við
meira, slóðar eisini fyri
møguleikanum einaferð í
tíðini at breiðka vegin, sum
gongur omanfyri havna
lagið, sigur borgarstjórin,
Karl Olsen.
Frystigoymsla byggjast í Vestmanna
Frystigoymslan, sum ætlanin er at byggja á havnalagnum í Vestmanna, verður í fyrstu syfti 20x30 metrar stór – við møguleika fyri
seinni útbygging
Mynd: Birgir W. Høgnesen
Borgarstjórin í
Vestmanna fegnast
um, at vinnulívsfólk
í kommununi hava
dirvi til at gera íløgur
og síggja møguleikar í
nýggjum vinnuligum
verkætlanum
VinnulíV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Inntøkurnar av kommunu
skatti hjá Vestmanna komm
unu hava ongantíð áður
verið so høgar sum í juli, tá
tær
vóru
omanfyri
3
miljónir krónur.
Hetta er tað mesta
nakrantíð, sigur ein fegin
borgarstjóri, Karl Olsen.
Tá skattainntøkurnar ann
ars hava verið mestar í
einum mánaða, hava tær
ligið um 2,62,8 miljónir
krónur.
Borgarstjórin sigur, at
kommunan
fær
nógvan
pening inn í skatti, men at
inntøkurnar vóru serliga
høgar í juli, stendst helst av,
at rættiliga nógv gullla
ksaarbeiði hevur verið á
virkinum hjá Faroe Seafood
í
Vestmanna
í
hesi
vertíðini.
Nú virkið arbeiðir gull
laks, hava tey ikki verið í
summarfrí, og sum eg havi
skilt, hava tey eisini arbeitt
í vaktum, soleiðis at rætti
liga nógv fólk hava arbeitt
nógvar tímar á virkinum
um vikuna, sigur hann.
Borgarstjórin
fegnast
annars um, at vinnulívsfólk
í kommununi hava dirvi til
at gera íløgur og síggja
møguleikar í nýggjum verk
ætlanum.
Vit fegnast eisini um, at
vinnulívsfólk við Tummasi
Christophersen á odda nú
fara at byggja eina frysti
goymslu á havnalagnum.
Hetta fer at skapa betri
møguleikar í kommununi
at goyma fiskavørur, eins
og hetta hugsandi eisini fer
at geva Vestmanna havn
nakrar eykainntøkur. Har
aftrat er væntandi, at nakað
av virksemi verður skapt
við móttøku og avskiping
av frystu vørunum.
Umframt at vera reiðari
og skipaeigari, er Tummas
Christophersen
eisini
nevndarformaður í Faroe
Seafood, og óhugsandi er tí
ikki, at teir, sum standa
aftanfyri
byggingina
av
frystigoymsluni, fáa í lag
samstarv við virkið hjá
Faroe Seafood.
Um fíggjarligu gongdina
í Vestmanna kommunu ann
ars, sigur borgarstjórin, at
nú er skuldin hjá komm
ununi komin niður á eina
álíkning.
Jú, vit kunnu ikki annað
enn vera væl nøgd við
gongdina, sum hon er í
løtuni, sigur Karl Olsen.
Vestmanna kommuna:
Skattainntøkurnar settu met í juli