hósdagur 16. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
TÍÐINDI
Nr. 157 - 16. august 2007
TÍÐINDI
Tá børn í fyrsta
til triðja flokki á
Velbastað komu í
skúla í morgun, var
tað til nýggjar, ljósar
og góðar karmar. Fyri
at nøkta skúlatørvin
hjá alsamt vaksandi
bygdini, hevur skúlin
fingið eina nýggja
skúlastovu
SKÚLABYRJAN
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
myndir: Edith Johannesen
Sum vit skriva aðrastaðni í
blaðnum lat í morgun nýggi
frískúlin upp á Velbastað,
men aðrastaðni í bygdini
fóru børn eisini í skúla, og
fyri børnini í Velbastaðar-
skúla, var dagurin í dag heilt
serligur, tí umframt nýggj an
fyrsta flokk, so lat skúlin
dyrnar upp við eini nýggjari
og snøggari skúal stovu, ið
skal hýsa børn un um, ið
ganga í fyrsta til triðja flokk.
Ein stór skúlastovu
Skúlastovan er 120 fer metr-
ar og lærararnir á skúlanum
hava brúkt stóran part av
summarfrítíðini
til
at
innrætta skúlastovuni á best
møguligan hátt. Skúlastovan
er ein standardloysn, ið er
komin úr Danmark, og sett
upp á Velbastað. Mannbjørn
Mortensen,
skúlastjóri,
sigur við Sosialin, at talan
er um bygning, ið vanliga
skuldi
hýst
tveimum
skúlastovum á 60 fermetrar,
men í staðin hevur man á
Velbastað valt eina stóra
stovu, ið verður innrættað
við lesikrókum, trappum og
ymiskum
skotum,
har
børnini fáa verið. Við hes-
um verður roynt at skapa
eitt annað umhvørvið enn
vanliga
umhvørvið,
har
børn sita og gløða í nakkan
á hvør øðrum.
Trongligt í
gamla skúla
Fyri børn og lærarar er
nýggja skúlastovan ein góð
og neyðug betran av um støð-
unum.
- Umstøðurnar eru øgi-
liga, øgiliga nógv betur,
enn vit hava havt seinastu
trý árini. Í fjør vóru til døm-
is 54 børn á skúlanum, ið
var bygdur til at hýsa 30
børn um. Tá var øgiliga
trongt, So nýggja stovan
hjálp ir væl, greiður skúla-
stjórin frá.
Nógv bygging er á Velba-
stað. 29 grundstykki eru
út stykkjaði, og fleiri for-
eldur hava longu flutt síni
børn til Velbastaðar, hóast
húsini ikki eru liðug enn.
Men Mannbjørn Mortensen
væntar, at tá húsini í nýggju
útstykkingini fara at standa
liðug, fer trýstið skúlan at
vaksa, og við nýggju skúla-
stovuni er skúlin fyri reik-
aður til hetta trýst.
Góðar umstøður
Mannbjørn Mortensen er
væl nøgdur við nýggju
skúla stovuna.
- Eg eri yvirraskaður av,
hvussu væl hetta er gjørt. Í
stovuni eru ljóðviðurskiftini
sera góð, handverkið er gott
og stovan er ljós. Nú vita vit
sjálvandi ikki, hvussu tað
verður í vetur, her er sera
vind hart her heima. Men
teir, sum hava bygt stov una
gar antera, at hon verð ur
stand andi, sigur Mann bjørn
Mortensen.
Nú frískúlin byrjar á
Velba stað, er nærliggjandi
at spyrja skúlastjóran um,
hvørjar tankar hann hevur
gjørt sær, um at ein annar
skúli letur upp í somu bygd.
Men Mannbjørn greiður
frá, at har á skúlanum hava
tey havt so nógv um oyrini
við at gera klárt í nýggju
skúlastovuni, at tey als ikki
hava havt stundir at hugsa
um annað enn tað.
Næmingar heiman av
Velbastað fara í fram halds-
deildina í Kommunu skúl-
anum í Havn.
Í ár byrja tólv næmingar í
fyrsta flokki, teir ganga í
nýggju skúlastovuni saman
við trettan børnum úr øðtum
og triðja flokki.
Á skúlanum eru seks lær-
ar ar og vanliga eru triggir á
hvørjari deild í senn.
Nýggj skúlastova á Velbastað
Spenningurin var stórur, tá børnini í øðrum og triðja flokki komu inn í garderobuna í nýggju
skúlastovuni
Stóru og ljósu karmarnir vóru góðir at beistast í
Skúlin byrjaði bleytt við at sita í rundingi og spæla spøl
Velbastaðarskúli er býttur upp í tríggjar deildir:
- fyrsta til triðja flokk
- fjórða og fimta flokk
- sætta og sjeynda flokk
FAKTA
Børnini
hugnaðu
sær, og
tyktust at
vera glað
um aftur
at sleppa í
skúla
Føroyingur skipari á
Havnarundferð
Edmund Sofus Jacobsen, ið seinastu árini er vorðin kendur
sum tónleikafyriskipari í Keypmannahavn, er í hesum
døgum í venjing sum skipari hjá DFDS Havnerundfart.
Edmund er skipsførari og skipsverkfrøðingur og skal nú
sigla ferðafólk í eyðkendu lágu bátunum runt í kanalunum
í Keypmannahavn. Enn er ikki greitt hvørjar avleiðingar
hetta fær fyri tónleikin á Skarvi, har Edmund hevur verið
fyriskipanarligur primus motor
Skarv uttan royk
Hetta
vikuskiftið
letur
føroyska
vertshúsið
í
Keypmannahavn, Skarv, upp í nýggjum roykfríum hami.
Fyrstu ferð í 33 ára søguni hjá føroyska vertshúsinum
verður ikki loyvt at festa sær í eina sigarett aftur við Føroya
Bjór ølini ella eftir at hava verið á dansigólvinum. Tað
verður Jens Marni Hansen úr Kollafirði, ið fer at standa
fyri undirhaldinum, og maðurin, ið plagdi at rópa seg næst
stuttligasta mann í Kollafirði, stendur vanliga fyri góðum
framførslum.