Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 157 - 16. august 2007 Í morgun klokkan tíggju byrjaði nýggi frískúlin á Velbastað, sum Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard hava sett á stovn FRÍSKÚLI Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Edith Johannesen - Tað hevur verið eitt sindur strævi í summar. Vit fingu hølini so seint, at vit hava nýtt meginpartin av summ- arfrítíðini til at rigga til, sigur Sharon Weiss, skúla- leiðari. Hølini, hon sipar til, er gamli barnagarðurin á Velbastað, sum var best egnaða staðið í kommun- uni. - Hølini og staðið skuldu lúka nakrar treytir, sum vit gingu høgt upp í. Fyri tað fyrsta skuldi plássið inni vera nøktandi, fyri tað næsta skuldi tað vera trygt hjá foreldrunum at koma við børnunum og heinta tey aftur, uttanumhvørvið skuldi somuleiðis lúka nakrar treytir, og at enda løgdu vit dent á, at økið var nær haganum, tí vit leggja stóran dent á at ferðast úti í náttúruni, sigur Sharon Weiss. Og í so máta var gamli barnagarðurin á Velbastað einasta egnaða plássið. Tey hava so mála og bøtt um og broytt hølini, so tey nøkta innitørvin. Dentur er lagdur á »open-space« konseptið, men møguleiki er eisini fyri smærri undir- vísingarhølum. - Foreldrini hava gjørt eitt risaarbeiði at fáa hølini klár til dagin í dag, og børnini hava eisini hjálpt til, greiðir skúlaleiðarin frá. Á skúlanum starvast umframt Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard eisini Kári Sverrisson, ið virkar sum ein samanrenning av praktikanti og undirvísara. Meiri verður at frætta um skúlan í blaðnum í morgin. Fimtan spent børn í frískúla Sharon Weiss greiðir her Sáru Mariu frá, hvussu hon skuldi bera seg at við at hefta navn sítt á sín amboðskassa Í dag er fyrsti skúladagur, so børnini taka sær eitt sindur av løttum. Heldur ikki var veður at fara útum at undirvísa. Og so komu foreldrini á vitjan til ein kaffimunn klokkan hálvgum tólv Hetta er heilt nýtt og ógvuliga spennandi hjá børnunum. Í frískúlanum verður undirvísingin nokk so øðrvísi enn í vanliga fólkaskúlanum. Á »flipp-over« talvuni í bakgrundini verða hvønn dag skrivað »Tíðindi og kunngerðir« har upplýst verður um ymiskt, sum er flokkinum viðkomandi Kári Sverrisson er bæði í praktikk og virkar sum vanligur undirvísari. Ikki óvæntað hevur hann her tikið gittara í hond og syngur við børnunum