Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 157 - 16. august 2007 Metlága arbeiðs­ loysið heldur fram, og landið hungrar eftir arbeiðsmegi. Hjálp sigst vera ávegis frá Innlendis­ málaráðnum. Men ætlanin um at liberalisera útlendingalógina, hvørjum útlendskari arbeiðsmegi viðvíkir, er ikki uttan trupulleikar Vantandi arbeiðsloysi Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo Seinastu tølini frá Hagstovuni vísa eitt arbeiðsloysi á 1,5 prosentum. Sostatt heldur met­ lága arbeiðsloysið fram, og sostatt er støðan á føroyska arbeiðsmarknaðinum heilt óvanlig í altjóða høpi. Tí sambært Hagstovuni kemur bert hendinga­ ferð fyri, at lond kunngera arbeiðsloysistøl lægri enn tvey prosent, verður viðmerkt frá Hagstovuni. Óheppið fyrsta pláss Í evropiskum høpi liggja Føroyar á einum greiðum fyrsta plássi, hvørjum arbeiðsloysi viðvíkir. Á øðrum plássi liggur Ísland við tveimum prosentum. Danmark, sum eisini hungrar eftir arbeiðsmegi, liggur á einum fimta plássi við trimum arbeiðs­ loysisprosentum. í miðal liggur arbeiðsloysið í Evropa um stívliga seks prosent. Sum stjórin í Vinnuhúsinum og formaðurin í Búskaparráðnum vísa á aðrastaðni á síðuni, er fyrsta plássið ikki nakað, ið Landið hungrar efti Nýggja uppskotið frá Innlendismálaráðnum leggur í høvuðs­ heitum upp til, at tað gerst lættari og skjótari at fáa arbeiðs­ og uppi­ haldsloyvi í Føroyum Vantandi arbeiðsloysi Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Saman við umsitingini og hinum ráðunum er lands­ stýrismaðurin við Innlendis­ málum í holt við at snikka eitt uppskot til, sum skal gera loysa trupulleikan á arbeiðsmarknaðinum. Nýggja lógin, sum eftir ætlan verður sett í gildi á nýggjárinum, skal gera tað munandi lættari hjá ES­ borgarum at fáa arbeiðs­ og uppihaldsloyvi í Føroyum. Talan er um »serliga skikk­ aða arbeiðsmegi«, og tað kann vera alt frá læknum til KT­fólk, og har er so ætlanin at gera ein sonevnd­ an positivlista, har felt verður niður, innan hvørji starvsøki okkum vantar arbeiðsmegi. Einfaldari og skjótari Grein trý í uppskotinum viðger treytirnar hjá EU­ borgarum at koma til landið at arbeiða, og hesar treytir ganga í stuttum út upp á, at arbeiðsgevarin skal tryggja 30 tíma viku, og skal somuleiðis tryggja, at viðkomandi útlendingur arbeiðir undir somu lønar og setanarviðurskiftum, sum eru galdandi á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Ásetingin »væsentlige beskæftigelsesmæssige hensyn« verður ikki longur avgerandi. Í uppskotinum er møgu­ leiki hjá fremmandari arbeiðsmegi at skifta mill­ um arbeiði og arbeiðsgev­ arar. Hetta merkir í stuttum, at tú sleppur undan at binda útlendsku arbeiðsmegina til ein ávísan føroyskan arbeiðsgevara og eitt ávíst arbeiðspláss. Í kladduni til uppskotið verður mælt til, at sonevndar vikarstovur fáa høvi at koma inn í myndina. Við vikarskipanini ber til hjá vikarstovuni at leiga arbeiðsmegina út til tað virki, sum tann dagin hevur brúk fyri henni. Uppskotið um liberalisering av útlendingalógini kemur í tøkum tíma, heldur stjórin í Vinnuhúsinum, ið sigur vantandi arbeiðsmegina verða tekin um búskaparligan býttleika frá politiskari síðu Vantandi arbeiðsloysi Finnur Jensen finnur@sosialurin.fo ­ Tølini frá eru bert ein stað­ festing av tí, vit hava ávarað um í fleiri ár, nevniliga at arbeiðsmarknaðurin hungr­ ar eftir arbeiðsmegi. Tað sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, um nýggjastu Hagstovutølini, ið vísa eitt metlágt arbeiðs­ loysi. Hann vísir á, at óvanliga støðan á føroyska arbeiðs­ marknaðinum ikki er eitt met, ið føroyingar kunnu vera ernir av. ­ Hetta er heimsmet í búskaparligum býttleika. Hóast politikararnir hava vitað av trupulleikanum við vantandi arbeiðsmegi í fleiri ár, er einki gjørt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum. Hann vísir á, at byggi­ og flakavinnan hava rópt eftir arbeiðsmegi í nøkur ár, men seinasta árið hava arbeiðs­ gevarar í so at siga øllum vinnum rópt eftir arbeiðs­ megi. Men framvegis er so at siga einki gjørt frá polit­ iskari síðu. Barnaarbeiði Tølini frá Hagstovuni vísa, at vøksturin á arbeiðstak­ arum er størstur millum tey 16­19 ára gomlu. Økta unga arbeiðsmegin er sambært stjóranum í Vinnuhúsinum als ikki nøktandi. ­ At fleiri ungfólk arbeiða er í lagi. Men hetta er als eingin varandi loysn. Og spurningurin er, um vit skjótt seta eitt annað met sum tað einasta ídnaðar­ landið, ið hevur trupulleikar við barnaarbeiði, sigur Jan Mortensen bersøgin. Hann vónar, at ætlanin um at liberalisera útlendinga­ lógina, so útlendsk arbeiðs­ megi lættari sleppur til landið at arbeiða, gerst veru­ leiki skjótast gjørligt. Kort­ ini ivast hann, um nýggja uppskotið er nóg mikið. ­ Ein liberalur ES­markn­ aður ger tað munandi lættari, men vit síggja, at í til dømis baltisku londunum er arbeiðsmegin longu við at verða troytt. Ein skal jú eisini minnast til, at Føroyar ikki eru einsamallar í neyðarrópinum um útlendska arbeiðsmegi. Kappingin um arbeiðs­ megina verður ivaleyst stór, og tískil ræður um at hava so góðar livi­ og arbeiðs­ umstøður sum gjørligt at bjóða útlendingunum, vísir Jan Mortensen á. Nýggja lógin í stuttum Heimsmet í búskaparligum býttleika - Hetta er heimsmet í búskaparligum býttleika. Hóast politikararnir hava vitað av trupulleikanum við vantandi arbeiðsmegi í fleiri ár, er einki gjørt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum um metlága arbeiðsloysið í Føroyum