hósdagur 16. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 16. august 2007
11
tíðindi
ir arbeiðsmegi
føroyingar skulu vera ernir av.
Heldur tvørtur ímóti. Tølini eru
greið tekin um, arbeiðsmarkn
aðurin
ikki
fylgir
við
búskaparvøkstrinum, og tí má
okkurt gerast aum skjótast.
Føroyski
arbeiðsmarknaðurin
hungrar eftir arbeiðsmegi. Um
búskaparvøksturin skal halda
fram og ikki ganga skeiva vegin,
má eyka arbeiðsmegi koma úr
útlandinum.
Ófullfíggjað hjálp
Men hjálpin sigst vera á veg.
Jakob Vestergaard, landsstýris
maður
við
innlendsismálum,
arbeiðir við einum uppskoti,
sum skal gera tað munandi lætt
ari hjá ESborgarum at fáa
arbeiðs og uppihaldsloyvi í
Føroyum.
Gongst sum ætlað, verður
lógin sett í gildi um ársskiftið,
men spurningar kunnu setast við
fyribils innihaldið av upp
skotinum.
Tí, sum arbeiðarafeløgini vísa
á aðrastaðni á síðuni, er ætlanin
hjá landsstýrismanninum ógreið
ar. Harnæst verður funnist at
ætlanunum um at seta § 9 a úr
donsku útlendingalógini í gildi í
Føroyum. Har verður nevniliga
ikki tikið hædd fyri, um tøk
arbeiðsmegi
er
í
Føroyum.
Sostatt verður beinleiðis kapping
millum føroyskar og útlendskar
arbeiðstakar. Sambært arbeiðara
feløgunum er ikki óhugsandi, at
føroyingar, tá ið minni arbeiði
verður, verða sendir til hús til
fyrimunar
fyri
útlendska
arbeiðsmegi.
Formaðurin í
Búskaparráðnum,
Jørn Astrup Hansen,
er lítið hugaður fyri
ógvisliga búskap
arvøkstrinum í
Føroyum
Vantandi
arbeiðsloysi
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Tað er positivt, at vøkstur
er í búskapinum. Men stóri
vøksturin setir spurningin,
um vit eru um at missa
tamarhaldið á búskapinum.
So bersøgin er formaðurin
í Búskaparráðnum, Jørn
Astrup Hansen, um støðuna
í Føroyum í dag.
Hann vísir á metlága
arbeiðsloysið, sum hann
metir vera ein trupulleika.
Í einum framhaldandi
vøkstri verður eftirspurn
ingur eftir tilfeingi, ið ikki
er til staðar, sigur Jørn
Astrup Hansen, sum vísir á,
at hetta viðførir vaksandi
útreiðslur
og
størri
útflutning.
Neyðugt við inn
fluttari arbeiðsmegi
Formaðurin í Búskapar
ráðnum heldur, at um bús
kaparvøksturin skal halda
fram, er neyðugt at innflyta
útlendska arbeiðsmegi.
Um eftirspurningurin í
einum landi við fullari inn
lendis arbeiðstøku sleppur
at vaksa, vendir eftirspurn
ingurin seg móti innfluttum
vørum.
Føroyski
fram
leiðslumegin er jú full
komiliga tránýtt, sum er,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Hann vísir á, at tað er
gott við stórum búskapar
vøkstri – í bruttotjóðarúrtøku
– men neyðugt er at tryggja
neyðugu arbeiðsmegina til
at nøkta eftirspurningin.
Annars missa vit tamar
haldið á útreiðslunum. Før
oysku fyritøkurnar missa
kappingarførleikan
á
útlendska
marknaðinum,
og so veksur undirskotið á
handilsjavnanum. Og tá
blokkstuðulin ikki longur
kann dekka undirskotið,
kunnu vit vera í holt við at
skapa okkum trupuleikar,
sigur Jørn Astrup Hansen.
Fakfeløgini finnast
hvassliga at fyrstu
útmeldingini frá Inn
lendismálaráðnum
um at loyva evrope
iska arbeiðsmegi frítt
til Føroya. Tey meta
málið vera ov illa
upplýst, og tey stúra
fyri, at útlendska
arbeiðsmegin skump
ar ta føroysku til viks
Vantandi
arbeiðsloysi
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Fakfeløgini eru rættiliga
ivasom um ætlanina hjá
Innlendismálaráðnum um
at loyva fría evropeiskari
arbeiðsmegi til Føroya at
arbeiða.
“Sum heilt tykist málið
ov illa lýst, og sum tað kom
fram á tveimum fundum í
Innlendismálaráðnum í juni
mánaði, so eru ov nógvir
spurningar,
sum
eru
óloystir.”
Tað stendur í einum við
merkingarskrivi frá Sam
taki, ið er yvirskipaði felags
skapurin hjá Føroya Arbeið
arafelag,
Føroya
Fiski
mannafelag
og
Havnar
Arbeiðsmannafelag.
Útlendingar fram
um føroyingar
Serliga er tað ætlanirnar
um at seta § 9 a úr donsku
útlendingalógini í gildi fyri
Føroyar, ið arbeiðarafeløgini
finnast at í skrivinum til
Innlendismálaráðið.
Sum
Samtak
tulkar
útmeldingina frá Innlendis
málaráðnum fara broyt
ingarnar nevniliga at hava
við sær, at hædd ikki verður
tikið fyri, um tøk arbeiðs
megi er í Føroyum ella ei.
“Hetta kann vísa seg at
verða óheppið. Tað er ikki
óhugsandi, at føroyingar, tá
ið minni arbeiði verður,
verða sendir til hús til
fyrimunar fyri útlendskari
arbeiðsmegi”,
stendur
millum annað í skrivinum
frá Samtaki.
Ongar metingar
Fakfeløgini siga seg ynskja,
at spurningurin um vantandi
arbeiðsmegi verður loystur.
“Fakfeløgini ynskja á ein
jaligan hátt, at virka fyri, at
spurningurin verður loystur,
men broytingin frá at taka
atlit til, hvussu støðan er í
landinum
viðvíkjandi
arbeiðsmegi til frítt at loyva
arbeiðsmegi at koma til
Føroyar er ov kollveltandi
broyting, og tað undrar
Samtak, at Innlendismála
ráðið ikki hevur gjørt nakrar
metingar av avleiðingunum
av hesi stóru broyting,”
stendur víðari í skrivinum,
ið er at finna í sínum fullum
líki á heimasíðuni hjá Sam
taki, www.samtak.fo.
Um at missa tamarhaldið
á búskapinum
Føroyska arbeiðsmegin skumpað til viks
Sonja Jógvansdóttir er samskipari hjá felagsskapinum Samtak,
ið finst at útmeldingunum frá Innlendismálaráðnum um at
liberalisera útlendingalógina
Føroyska framleiðslumegin
er fullkomiliga tránýtt, sum
er, sigur Jørn Astrup Hansen,
formaður í Búskaparráðnum.
Hann metir, at útlendsk
arbeiðsmegi er ein
fortreyt fyri framhaldandi
búskaparvøkstri í Føroyum