hósdagur 16. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 157 - 16. august 2007
tíðindi
Stutt Sagt
214
druknað
214 fólk eru druknað, og
umleið 300.000 eru vorð
in heimleys í Norðurkorea,
sum í hesum døgum verð
ur herjað av teirri ringastu
vatnflóðini seinastu tíggju
árini.
Myndugleikarnir
siga, at eftir tveimum døg
um regnaði tað 600 milli
metrar, og tað gjørdi, at
stór
landbúnaðarøki
standa undir í vatni. Fólk
hjá altjóða Reyða Krossi,
sum eru í Norðurkorea,
siga, at tað er vanligt við
vatnflóð í juli og august,
men at tað hevur regnað
óvanliga illa í ár.
Nógv
sjálvmorð
Í fjør tóku 25 amerikanskir
hermenn tóku lívið av
sær, meðan teir gjørdu
tænastu í Irak ella í
Afghanistan.
Tilsamans
beindu 99 amerikanskir
hermenn fyri sær sjálvum
í fjør, og so stórt hevur
talið ikki verið tey sein
astu 26 árini, sigur verju
málaráðið Pentagon. Um
orsøkina verður sagt, at
strongd, trupulleikar við
gentu ella konu og fíggj
arligir trupulleikar fáa
altsamt fleiri hermenn til
at beina fyri sær sjálvum.
Val uttan
Hamas
Palestinski
forsetin,
Mahmoud Abbas, um
hugsar at broyta vallógina
til tess at forða fyri, at
Hamas sleppur at stilla
upp til næsta tjóðartings
valið. Í gjár ljóðaði, at
Abbas ætlar sær at krevja,
at øll, sum stilla upp á
næsta vali, skulu vátta, at
tey virða ta politisku
stevnuskránna hjá PLO,
men enn eru eingi slík
boð
komin.
Sambært
stevnuskránni hjá PLO
viðurkenna
palestinar
ísraelska ríkið, men tað
sýtir Hamas fyri at gera.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Hon veit, at myndamenninir koma, og at ein mynd við
ísin í Grønlandi kann koma væl við
(Guido Westerwelle)
útlond
Jarðskjálvtin, sum var
í Peru síðstu nátt, var
ikki bara harður, men
eisini drúgvur
Mátitólini hjá amerikanska
jarðfrøðistovninum
fóru
heilt upp á 7,9 í nátt, tá ein
jaðskjálvti skakaði stórar
partar av Peru. Hóast mið
depilin í skjálvtanum var
145 kilometrar frá høvuðs
staðnum Lima, vístu tey
jarðfrøðiligu mátitólini í
býnum 5,9, og skjálvtin er
eisini tann harðasti í Peru
tey seinastu 50 árini.
Á middegi í dag søgdu
myndugleikarnir, at 72 fólk
vóru funnin deyð, og um
leið 680 høvdu fingið
skaða. Samstundis søgdu
embætismenn, at talið á
deyðum fór helst at veksa
út á dagin.
Í Lima vóru ristingarnar
so ógvusligar, at fólk tustu
ræðslusligin út á gøtuna, og
tað bøtti ikki um støðuna,
at streymveitingin slitnaði.
Í einum stórhandli kom
eldur í, og fleiri hús rapaðu,
tá
nakrir
eftirskjálvtar
komu.
- Hon fer, tí
myndamenninir
koma við, siga
andstøðuleiðararnir
Politiska
andstøðan
í
Týsklandi heldur lítið um
avgerðina
hjá
Angelu
Merkel, kanslara at fara til
Grønlands við Anders Fogh
Rasmussen,
forsætisráð
harra, so hon kann sleppa
ein túr við báti út á Ísfjørðin
at síggja, hvørja ávirkan
tann veksandi hitin á jørðini
hevur har. Formaðurin í
liberala flokkinum FDP,
Guido Westerwelle, sigur
við DPA tíðindastovuna, at
kanslarin fer til Grønlands,
tí hon veit, at nógvir mynda
menn koma aftan á henni.
Tað sama sigur formaðurin
hjá Teimum Grønu, Rein
hard Bütkofer.
Blóðblettirnir,
sum portugisiska
løgreglan fann í
kamarinum, haðani
Madeleine McCann
hvarv, eru ikki frá
henni
Teir fýra blóðblettirnir stava
sambært enska blaðnum
Daily Mirror frá einum
evropeiskum manni, sum
hevur búð í sama kamari.
Íbúðin, sum kamarið er
partur av, er leigað út fleiri
ferðir, síðani Madeleine
McCann hvarv tann 3. mai,
og maðurin leigaði íbúðina
eitt tíðarskeið í summar,
skrivar blaðið.
Portugisiska løgreglan er
kortini sannførd um, at tann
fýra ára gamla gentan er
deyð.
Vit hava fleiri upplýsing
ar at halda okkum til, sigur
talsmaðurin hjá løgregluni,
Olegario Sousa, við Daily
Mirror.
Foreldrini hjá Madeleine
halda harafturímóti uppá,
at gentan er á lívi, og tey
hava higartil sýtt fyri at fara
úr Portugal. Mamman, Kate
McCann, sigur kortini við
Daily Mirror, at tey hava
ongan hug at fara aftur til
Bretlands, fyrr enn Made
leine er funnin, men at tey
noyðast eisini at hugsa um
hini børnini.
Men eg dugi ikki at
ímynda mær, at vit komu
higar sum fimm og skulu
heim aftur sum fýra, sigur
Kate McCann við Daily
Mirror.
Harðasti skjálvtin í 50 ár
Tað var ikki blóð hjá Madeleine
Gary og Kate McCann halda
framvegis uppá, at Madeleine
er á lívi
Finnast at Grønlands-ferð hjá Angelu Merkel
Nógv fólk rýmdu út, tí tey bóru ótta fyri, at húsini fóru at rapa