Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 16. august 2007 15 nøvn aðirætt 29. januar 1924 ( Fø. siglingarsøga bind 13 síðu 196). Faðir segði ikki so nógv um sína tíð á sjónum, men hesa minniligu ferð við Guide Me, plagdi hann at umrøða. Millum annað segði hann. at tá ið teir fóru av stað, komu gamlir sjómenn norður á Stórubrúgv hetta kvøldið og søgdu um fallandi barometurstand, og bóðu teir ikki fara; men hóast tað, varð lagt á Djúpini. Hann stóð høgt, landnyrðingur, og tá ið teir fóru út um Ennið, setti hann eitt myrkt æl í Skarðið. Hetta var forsjónin til ringastu nátt, ið faðir visti at siga um frá síni tíð á sjónum. Fleiri við honum, sum vóru í hesum ódnarveðri hesar dagar, siga tað sama. Hetta kunnu vit lesa um í bókini hjá Erling Poulsen: Laura, Immanuel og Aldan - ganga burtur. Hesa minniligu nátt var ringur standur umborð á Guide Me. Hetta greiðir faðir frá í Fø. Siglingarsøgu bind 13 á síðu 243. Tað var um reppið, at teir ikki fórust. Hugsi, hesin sorgarleikur kom fram fyri hann tíðan, har teir umborð á Guide Me høvdu kent snertin av ódnini og sóu fyri sær trongdina, sum var um Lauru og Imanuel henda feigdardag, og ta sorg, ið legðist yvir hús og heim av hesum tilburði. Tað vóru ikki meira enn trý ár liðin, síðani Frida og Jógvan vóru farin og 10 ár, at Martin sjólætst við Norðlýsinum. Árini frá t. d. 1922 til 1936 eru ein døpur tíð í Føroya Siglingarsøgu. Tá sjólótust uml. 170 mans. Hetta er so ein partur av søgu okkara og ein partur av lívstreytunum, sum Føroya Fólk livdi undir, og hevur hetta sett síni djúpu spor í sinni hjá mongum føroyingi - hjá faðir og ættarfólki í Toftum í Fuglafirði. Geilin Og í summar upplivdu vit aftur í Fuglafirði at tvey úr sama húsi vórðu borin út sama dag - Rosa og Ditleif. Um sama mundið stóð Hansina undir børu. Hetta vóru grannar í tí skaldakendu Geilini, har t d. ljóslistamaðurin, Heðin Kambsdal, hevur traðkað sinar barnaskógvar. Hann hevur úr glugganum heima við hús kveikt lív við penslinum í húsini næst við - tekjurnar, skortsteinarnar, Kamb, Gjógvarafjall, gongs- veindeygað hjá “Dyrhusi”, køksvindeygað hjá Øra og Blábjørg í einum klassiskum mótljósi, sum fáur dugur. Sama glámlýsið sæst hjá mæta baroklistamanninum Georges de La Tour (føddur 1593, Vic-sur-Seille, Franka- ríki; deyður 1652 Luneville), men tá er tað ikki umhvørvið í Geilini, ið nomið verður við, men ofta religiøsar myndir. Men í myndunumn hjá Heðini er lagligt guddómligt ljós, har stórur partur av tí, ið vit síggja, hjánar burtur, meðan ljósið vinnur á øllum tí, ið tað nemur við.... og so hetta fjálga natúrinar ljós úr erva dettur á fjallasíðurnar, fjørðin og nevnda umhvørvi í einum clair obscur (ljós myrkur) ljósi, sum bert sæst hjá dugnaligum listafólkum. Fastir var góð við sín alva, sum bert var 15 ára gamal, tá ið faðirin doyði. Jógvan hevði beint fyri deyða sín keypt Heðini eitt elorgul, sum var sera forkunnugt tá. Tey, sum spældu í túninum í Geilini, minnast hvussu sjaldsamt, tað var bara at síggja hetta gandaorglið. Jógvan sjálvur var sera musikalskur, og sungu faðir og hann í manskóri í Fuglafirði í sínum ungu døgum, sum var ein partur av mentanarrákinum í bygd okkara. Maria og Petur Jacob búðu í íbúðini kjal- larinum við sínum børnum, og hava tey hoyrt hetta kveikjandi ljóð frá Heðini, tá ið hann spældi upp á hetta eldrivna ljóðføri. Endi Ljósini, sum vórðu tendrað hesa vøkunátt, høvdu øll sína søgu. Tey glampaðu, blaktraðu og lótu stovuna í eitt clair obscur ljós. Hvørt ljós var eitt mannalív, sum tú helt hondina um eins og í myndunum hjá Georges de La Tour fyri at steðga á eina skamma stund hjá hvørjum ljósi. Tá ið tey vóru brunnin niður, vóru fólkini úr Toftum hjá tær eina æviga stund og har goyma vit tey, til vit hittast í einum clair obscurljósi, sum Várharra sjálvur heldur um. Hetta var skyggingin hesa nátt. Frits Dagurin 17. august. Anastasius. Annaðhvørt tann Anastasius, sum var biskupur í Terni í Italiu í 6. øld ella ein Anasts- tius, ið doyði sum pínsluváttur í Persiu umleið ár 620 Faroe Ship fer at koyra til Klaksvíkar í staðin fyri at sigla. Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen, er bæði skakkur og skuffaður. - Tænastustøðið í Klaksvík læðkar, og Klaksvíkar havn missir stabilar inntøkur, sigur hann FLUTNINGUR Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Tvey av teim fimm starvs- fólkunum hjá Faroe Ship í Klaksvík eru uppsøgd, nú fasta rutan til Klaksvíkar er niðurløgd. Lómur og Blikur skulu ikki longur sigla upp á Klaksvík tvær ferðir um vikuna, tí Faroe Ship vil betra tænastuna og arbeiðs- gongdirnar hjá felagnum. Men borgarstjórin í Klaks- vík skilur ikki avgerðina, og sigur, at kommunan als ikki er kunnað. - Hetta er heilt ótrúliga óheppið, og eg fái meg framvegis illa at trúgva tí, sigur ein skakkur Steinbjørn O. Jacobsen. Sambært hon- um, hevur Klaksvíkar Kommuna als onga kunning fingið um avgerðina. Borgarstjórin heldur, at tað er løgið, at Faroe Ship brúkar undirsjóartunnilin sum grundgeving fyri at gevast at sigla til Klas- víkar. - Runavík hevur havt fast samband til Havnar alla tíð- ina, men tað hevur ongantíð verið upp á tal at niðurleggja tað rutuna. Klaksvík hevur eina tunga útflutningsvinnu, og Klaksvíkar kommuna hevur gjørt alt fyri at geva Faroe Ship so góðar møgu- leikar og umstøður sum møguligt. Tí er hetta eitt slag fyri bógvin hjá okkum, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri. Allan N. Hansen, sølu- stjóri hjá Faroe Ship, sigur, at tey ikki longur hava eina fasta rutu til Klaksvíkar, tí tað er ov dýrt at hava fýra fastar uppskipingarhavnir í Føroyum. - Hølini í Klaksvík eru leigaði og ótíðarhóskandi, meðan húsini, økið og útgerðin í Runavík eru góð. Faroe Ship er eisini knýtt at Runavík við farmi til og frá oljuvinnuni. - Runavík er oljuhavn, og tí hevur tað ikki verið upp á tal at flyta úr Runavík, sigur Allan N. Hansen. Rutan til Klaksvíkar verð- ur tó ikki heilt niðurløgd. Eimskip hevur keypt Farma- leiðir hjá Strandferðsluni á meginøkinum og Flutnings- leiðir hjá Hera Thomsen. Hesar verða nú lagdar inn undir Faroe Ship, og Faroe Ship fer at hava eina stóra innlendis koyrideild. - Nú Norðoyatunnilin er komin, fara vit koyra til Klaksvíkar í staðin fyri at sigla. Og vit fara framvegis at sigla til Klaksvíkar eftir stórum nøgdum, sum til- dømis fiski frá Sundaberg og Skálaberg, greiðir sølu- stjórin hjá Faroe Ship frá. Góðshavn uttan skip Faroe Ship er við í einari stórari byggiætlan hjá JFK á góðshavnini í Ánunum, og tá hesin bygningurin verður liguður komandi ár, flytur móttøkan hjá Faroe Ship í Klaksvík út í Ánir- nar. Men borgarstjórin í Klaks- vík, Steinbjørn O. Jacobsen, er alt annað enn nøgdur við avgerðina hjá Faroe Ship. - Í hesum førinum hevur Norðoyatunnilin ikki givið okkum betri umstøður. Hetta merkir at tænastustøð- ið í Klaksvík læðkar, og Klaksvíkar havn missir góðar, stabilar inntøkur, sig- ur Steinbjørn O. Jacobsen. Nú kann væntast at fleiri bilar hjá Faroe Ship fara at koyra ígjøgnum Norðoya- tunnilin. Men Klaksvíkar Kommuna fær ikki part av tunnilsgjaldinum. - Vit hava gjørt alt fyri at skapar góðar umstøður fyri farma- og byngjuskip. Vit hava jú bygt eina stóra og góða góðshavn. Men nú rýmir Faroe Ship, og tá ongin kapping er á økinum, kunnu vit ikki bara venda okkum til kappingarneytar- nar, sigur borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Borgarstjóri skilur ikki avgerðina hjá Faroe Ship