Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 157 - 16. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 12 . juli í ár var ein vøkunátt. Hesa nátt vórðu tey mint, sum farin eru í familjuni í faðirættini Glampandi kertuljós Tey gomlu plagdu sita skýming, sum tey eldru minnast til frá sínum barnaárum. Onkur sat og knuggaði undir einum smábarni, sang kanska eitt skjaldur, og varð hetta sungið fyri teimum smáu, sum skuldu undir fjaðrarnar. Tey skuldu í ró undir einum kyrrandi lagi, áðrenn hvíldin helt saman hendur, men at vaka eina nátt og minnast tey, sum farin eru undir glampandi kertuljósi, kann tykjast eitt sindur katólskt; men eg ivist onga løtu í, at mong ein sál her á landi hevur havt eina vøkunátt bæði fyri teimum livandi og fyri teimum deyðu. Runnin vóru fimm ár síðan Lena Kambsdal (12. juli 2002), systk­ inabarnið, legði hendur saman med alla einans 58 ára gomul. Hugsaði leingi at festa orð á blað um systk­ inabarnið, so livsfrísk hon altíð var, dugnalig, vitug og mentað. Vit vóru javngomul, og var ikki so sjáldan stokkið inn á gólvið í okkara barna­ árum í Geilini. Hennara foreldur, Hansina fastir og Jógvan, Lena, Maria og Heðin stukku tíðan inn á gólvið á Bakkanum. Hetta vóru glæstridagar. Á bakkanum Tá ið Jóhanna ( úr Kinn í Oyndar­ firði) og Petur Jacob, pápabeiggi, giftust inn í Toftum í 1947 í Fuglafirði, komu Hansina og Jógvan Norður á Bakka at vera eina tíð. Havi bara góð minni frá hesum døgum. Faðir og Jógvan vóru sjómenn, og vóru teir sjáldan heima, so tað var Hansina fastir og mamma, sum búleikaðu undir bitunum á Bakkanum hesa tíð við okkum børnum. Tað var altíð okkurt at hyggja til, tá ið smábørn vóru undir lonini og Dagny systir, sum var minni ment, rakk ikki altíð til dagin og løtuna, men mátti lyftast og lættast, so hon kundi fáa so mikið burtur úr degnum, at tað var til hennara bata. Millum annað, sum rann fram fyri teg hesa vøkunátt, var trappan upp á loft, sum onkuntíð varð umgjørd til ein kirkjuligan katedral – eina basilicu ­ ein ævintýra heim. Grein­ skrivarin var deknur og klokkari. Lena var kirkjugangari. Eitt “sjer­ randaljóð” var í einari kirkjuklokku, sum vit ímyndaðu okkum. Hetta var ein partur av okkara poetisku barnaverð, sum vit í práti fullu aftur á, tá ið vit hittust. Kanska er hetta eitt missimál í mannaeygum, men fylgdi hetta ljóð okkum upp ígjøgn­ um árini í einum mentanarráki, sum bert verður lagt tær í barm heimanífrá. Vit bæði Lena sungu saman í Kristiliga kórinum í Tórs­ havn í okkara ungu árum. Lena var ein góður handbóltspælari, og var hon við til at vinna Føroyameistara­ heitið í kvinnuhandbólti fyri ÍF í seksti árunum. Nú, hon er farin undir heilt, rennur hetta fram fyri teg eftir so mong ár. Lívið kennist sum ein dreymur til tíðir. Tað musikalska Tað musikalska hevði hon í kjøtin­ um borið í báðar ættir. Ein fram úr góð alt, ein lyriskan ljóm í rødd­ ini, sum hevur merkt hesa ætt. Hon var eitt stutt bil heima, áðr­ enn hon doyði, og var við í Fugla­ fjarðar sangkórið til jólakonsertina jólakvøld 2001 í kirkjuni. Hon æt eftir ommuni í faðirættini, Lenu ­ Lenu í Lon, sum var dóttir Magnus í Lon og Nicolinu. Nico­ lina var ættað av Strondum. Hon hevði gentunavnið Klein. Tað vóru 4 systkin úr hesi ætt, sum giftust til Fuglafjarðar. Øll tey, sum eru serliga musikalsk í bygdini, stava frá hesi ætt. Heðin, (bróðirin), Stanley, Niels, Maggi, Atli, Helgi, Rói, Jonhard, Durita, Maria o. s. fr. Lena fór fyrst í seksti árunum til Havnar í sínum ungu árum at læra til laborant á Landssjúkrahús­ inum. Hon leitaði burtur í onnur lond at søkja sær vitan um sítt starv sum laborantur, og náddi hon 1968 heilt til Montreal í Kanada , har hon var í eitt ár. Eitt er at hava eitt gott starv, men eitt annað er at hava eitt vakið eyga fyri teimum møguleikum, sum liggja í starvinum. Her var hon forvitin, og gjørdi hon sær eina góða lunnbót til sít livsyrki í Novu Nordisk í gransking og dagligum laborantvirksemi. Hetta starv hevði hon til sín doyggjandi dag. Hansina Kambsdal – Hansina fastir. fødd 9. august 1914 deyð 25. mai 2007 Nú var hetta ein vøkunátt. Tað vóru ikki so fá ljós, ið vórðu tendr­ að hesa nátt fyri teimum, sum farin eru í faðirættini. Fleiri av hesum kertum áttu onkran, sum farin var í bestu árum. Til seinast var eitt ljós tendrað fyri Hansinu fastur, sum var síðsta av systkj­ unum í Toftum, sum doyði fyri stuttum 92 ára gomul. Hon var dóttir til Johannu Mariu og Thom­ as Johan Johannesen. Mamman var ættað úr Toftum í Fuglafirði og pápin av Hellunum. Hansina rakk ein høgan aldur, sum er at undrast yvir, tí hon t. d. misti mannin, Jógvan, 1965 bert 53 ára gamlan, men væl strýddi hon seg ígjøgnum hetta foldarlív við teim­ um møguleikum, sum góvust. Kanska var tað hetta , ið gjørdi, at hon rakk so høgan aldur. Hansina og Jógvan giftust í januar 1941 og fingu tey trý børn – Mariu, Lenu og Heðin. Barndómsheimið Barndómsheimið uppi í Toftum var eitt sera gott heim. Hetta vóru ikki ríkmannakarmar, sum vóru um tilveruna – hvønndagsskrúðir vóru ikki altarsskrúðir, men æran var teirra búmerki, bæði gerandisdagar og halgidagar. Lívið var strævið. Spurningurin var um at yvirliva. Ì gerandisdegnum vóru tað mans­ evnini, sum skuldu standa sína roynd, og í “halgum náttartímum” á sjógvi og landi, var tað gudsóttin, sum var teirra førningur, ið tey í ríkiligt mát høvdu heimanífrá. Kanska vóru hesi systkin merkt av tilveruni, tí sorgin pikkaði uppá, ikki bara eina ferð, men so dyggiliga tvær ferðir. Martin fórst við Norð­ lýsinum 1922, og Jógvan (24 ár) og Frida (19 ár) doyðu 1929 av mes­ lingunum eftir einari nátt . Hetta vóru sorgarins dagar. Fastir plagdi at rógva afturáaftur hesa løtu, tá systkin hennara vórðu borin út.­ Eg gloymi ikki tær hvítu kisturnar, tá ið tær stóðu frammi í kór í Fugla­ fjarðar kirkju, plagdi hon at taka til. Petur Jacob, bróðirin, hevði eisini meslingarnar um somu tíð, og mundi hann eisini siglt av hesa døpru nátt 30.1. 1929. Brøv Tá ið hetta barst á, var faðir, Theo­ dor Johannesen, í uttanlandasigling. Hann fór av stað 1928. Ikki veit eg at siga, hvar hann var staddur, tá ið hetta hendi, tí hann sigldi í Evropa, Suður­ og Norðuramerika og kom so langt sum til Suðuríshavið við norskum hvalakókara, Fraternitas. Tá ið faðir var farin 1986, lógu trý brøv millum skjølini, sum eftir hann lógu,. Brøvini snúðu seg um systkina deyðan. Eitt av hesum brøvum hevur Frida, systirin, skrivað. Hon sigur: ­ Eg vildi ynskt, at tú vart her í kvøld, tí her er so hugnaligt. Jógvan situr og spælir upp á mandolin, men eg havi frætt tað, at tú skalt vera trý ár burtur. Faðir var so trý ár úti í heimi og hugsandi er, at tá ið hann fær brævið frá Fridu, eru tey farin undir grønu torvu. Næsta brævið, hann fær, er frá bróðinum, Poul, sum sigur frá Fridu og Jógvani. Triðja brævið er frá mammuni. Hetta var so ein partur av hesum døgum, har sorgin pikkaði uppá í Toftrum. Guide Me Nú bleiv hetta meira enn minningar­ orð, og tað liggur mær á hjartað at siga um 1932, tá ið Laura og Iman­ uel gingu burtur. Fríggjakvøldið 8. apríl 1932 fór Guide Me út av Fuglafirði til Íslands. Ódnin, ið leikaði á, tá ið Laura og Imanuel gingu burtur, var leygardagin 9. apríl og sunnudagin 10. apríl. Faðir og brøðurnir, Kristian og Petur Jacob, vóru við Guide Me henda túrin. Kristian Petersen, Kristian hjá Trónda, var skipari. Jóhan Poulsen (ommubeiggi) og Jóan Jakku hjá Mikkjals Jákup (Gekkurin) áttu Guide Me, sum var bygd á sama hátt sum t. d. Coralia, Keldan og Cheerfull – spísk í báðar endar. Teir keyptu hana úr Skotlandi Minningarorð um fólkini í fa