hósdagur 16. august 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Nr. 157 - 16. august 2007
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
Tað einasta, ið kundi
verið eitt sindur betri,
var veðrið. Annars
hevði finalan um
løgmanssteypið alt,
sum ein finala eigur
at hava. Spenning,
dramatikk, mál. Og
fyri fyrstu ferð kundi
EB/Streymur kalla
seg gullvinnara eftir
ein rúkandi enda, har
bæði liðini kundu
og áttu at havt skora
minst tvey mál í part
FÓTBÓLTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Sofus Johannesen
Sjey mál í einari finalu, og
minst tvey teirra mugu kall
ast reinar perlur.
Frøin hevur verið øgilig í
Sundalagnum í gjárkvøldið.
Felagsliðið
veitti
sær
sjálvum eitt stórt plástur á
sárið, teir fingu í fjør, tá teir
mistu
meistaraheitið
á
stokkinum. Fyrsta gullið er
komið í hús eftir minnilig
astu finaluna í mong ár.
Felagsliðið
fekk
eina
flúgvandi byrjan. Onkus
vegna helt Rasmus tað vera
skilagott at sláa bóltin við
hondini inni í brotsteiginum,
men hesum loyvdi dómarin
ikki, so longu eftir tveimum
minuttum av steypafinaluni,
var fyrsta málið komið. Tað
syrgdi Soren Anghel fyri
frá 11metur blettinum.
Og fáar minuttir seinni
fingu áskoðararnir nakað,
ið saktans kann fara at líkj
ast ársins máli í føroyskum
fótbólti. Hans Pauli Samu
elsen fær ein høgan bólt úti
í vinstra borði, temur hann
hegnisliga fyri síðani við
einari smartari fintu at
snúgva sær inn í brotsteigin
framvið Mortani úr Hørg,
og at enda við einum vøkr
um skrúvaðum skoti at
senda bóltin í handara síðu
net uttan møguleika hjá
Tróndi at bjarga.
Ein perla og eitt mál í
høgum altjóða flokki.
HBliðið
var
sjónliga
skelkað av hesari van
lukkuligu byrjan, og næstu
longu løtuna høvdu teir ilt
við at fáa tamarhald á spæl
inum. Hendan løtan var
eisini merkt av ørgrynnu av
fríspørkum. Men hesa løt
una var Hans Pauli Samuel
sen í hopla, og Arnbjørn
gjørdist fríur inni í brots
teiginum, tá Hans Pauli
vippaði bóltin upp og
innum HBverjuna, men
Arnbjørn fekk ikki skot á
bóltin.
Løtu seinni bar betur til.
Aftur var tað Hans Pauli, ið
var arkitekturin í vinstru
síðu, legði bóltin væl inn til
Anghel, sum við hælinum
sendi útfrá til Ronnie Samu
elsen. Tróndur hálvbjargaði
skotinum frá honum, og rip
ostin stútaði Arnbjørn upp
um Trónd og í málið til 3
0.
Møguleikar
og gul kort
Stutt eftir hetta mátti Arn
bjørn av vøllinum við ein
um snuddi, hann fekk, tá
hann skoraði. Inn fyri hann
kom Karóly Potemkin.
Men hóast HB soleiðis
var komið afturút 03 eftir
bert 20 minuttum, góvu teir
ikki skarvin yvir kortini, og
tá lítil hálvur tími var farin,
vóru teir nær við at minka
um munin, men ein fantast
isk refleksbjarging frá René
Tórgarð forðaði Rógva Jac
obsen at koma á talvuna.
Nakrar minuttir seinni
fekk Rógvi enn ein møgu
leika við høvdinum, men
hesaferð var hann ikki nóg
neyvur og headaði bóltin
við síðuna av. Haðani fleyt
spælið í mótsatta enda, har
Hans Pauli hevði ein heil
fluktara eftir innlegg úr
høgru, men hesaferð lat
Tróndur Vatnhamar seg ikki
lumpa.
HB fekk nú betur tak á
spælinum, og hevði í long
um løtum gott spæl, har teir
ofta kundu gera sær dælt av
góðum plássi í høgru síðu,
sum gav seg úrslit í fleiri
vandamiklum
innleggum
frá Jákupi á Borg.
Albert Ellefsen hevði tá
valt at taka avleiðingarnar
av vánaligu byrjanini, við
at taka bæði Mortan úr
Hørg og Rasmus Nolsøe út
og seta Vagn Mohr Morten
sen og Páll M. Joensen inn
í staðin fyri, longu tá hálvur
tími var farin.
Í hesum lívliga hálvleikin
um valdi dómarin at fara
tríggjar ferðir í lumman
eftir korti, og Marni Djur
huus og Ronnie Samuelsen
úr EB/Streymi og Páll M.
Joensen úr HB sóu gult.
René in action
Endin av fyrra hálvleiki var
hektiskur, fyrst tá Hanus
Eliasen fekk risamøguleika,
men mitt fyri málinum
sendi hann eitt innlegg frá
innskifta Potemkin yvir
Fantastisk finala
HB
EB/Streymur
Karóly Potemkin úr EB/Streymi í hornatøkum við Ólav í Ólavstovu hjá HB, meðan Hans á Lag er klárur at traðka til
Arnbjørn Hansen hevur tveitt seg fram og stútað bóltin upp um Trónd Vatnhamar í málið til 3-0
til EB/Streym