hósdagur 16. august 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 157 - 16. august 2007
Steypafinala í Gundadali
EB/Streymur-HB 4-3 (3-0)
1-0 Soren Anghel (brts) (2)
2-0 Hans Pauli Samuelsen (5)
3-0 Arnbjørn Hansen (20)
3-1 Páll M. Joensen (77)
4-1 Karóly Potemkin (79)
4-2 Rógvi Jacobsen (81)
4-3 Vagn Mohr Mortensen (85)
EB/Streymur: René Tórgarð – Marni Djurhuus, Egil á
Bø, John Heri Dam, Bárður Olsen – Ronnie Samuelsen
(Gert Hansen 71), Símun Eliasen, Hanus Eliasen, Hans
Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen (Karóly Potemkin
25), Soren Anghel (Rafael Kwiecinski 85)
Gult kort: Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Hanus
Eliasen
HB: Tróndur Vatnhamar – Poul Thomas Dam, Hans á
Lag, Rasmus Nolsøe (Vagn Mohr Mortensen 30),
Mortan úr Hørg (Páll M. Joensen 30) – Kári Nielsen,
Rókur av Fløtum Jespersen, Milan Kulic (Ólavur í Ólav-
stovu 64), Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg – Andrew av
Fløtum
Gult kort: Páll M. Joensen, Ólavur í Ólavstovu
Dómari: Eiler Rasmussen, hjálpardómarar: Jens
Albert Simonsen, Andreas Petur Hansen, 4. dómari:
Lars Müller
FAKTA
HB-málið.
Og tá tíðin var um at
renna út, mátti John Heri
Dam berast av vølli við ein-
um snuddi, men hann kom
tó inn aftur tá seinni hálv-
leikur byrjaði.
Í yvirtíðini av fyrra hálv-
leiki fekk HB tríggjar góðar
møguleikar,
men
fyrst
bjargaði René Tórgarð í
tveimum umførum royndum
frá Andrew av Fløtum, og
eftir fylgjandi hornasparkið
hevði hann enn eina stór-
bjarging, sum helt HB rætti-
liga frá fatinum.
Og René Tórgarð helt
fram í øðrum hálvleiki, sum
var ikki meiri enn byrjaður,
tá hann stórbjargaði eftir, at
Andrew gjørdist leysur í
brotsteiginum.
Eftir hetta gekk spælið
rímiliga javnt á. Lotið, sum
lá langs eftir vøllinum, bara
vaks, og tað hjalpti HB at
trýsta spælið fram móti EB/
Streymamálinum.
Hetta
førdi í longum løtum til eitt
trýst móti málinum, men í
alt ov stóran mun var talan
um eitt planleyst trýst, tí
HB-leikararnir
vóru
ov
óneyvir.
HB hevði fleiri skot á
málið hjá René, men skutu
teir ikki framvið málinum,
endaði bólturin í føvningin-
um hjá EB/Streym-málverj-
anum. Og tað var ikki altíð
tí, at hann mátti út í tær
spektakuleru bjargingarnar.
Havnarliðið hevði somu-
leiðis ofta trupult við at
stýra uppspælinum, tí vind-
urin gjørdi, at bólturin
hevði hug at renna undan
leikarunum. Men tá 77 min-
uttir vóru farnir, bragdaði
endiliga hjá HB. Ein bóltur
kom inn úr høgru síðu, og
har stakk Páll M. Joensen
seg fram, og hóast tað lukt-
aði langan veg av rangstøðu,
eydnaðist tað endiliga at
fáa bóltin inn um René Tór-
garð.
Vassaðu í
møguleikum
Nú kundi ein vænta eitt
øgiligt trýst frá HB-liðnum,
men áðrenn hetta veruliga
kom í gongd, tók Hans
Pauli sær aftur um reiggj.
Hann hevði verið rættiliga
anonymur í seinna hálvleiki,
men stutt eftir HB-málið,
gjørdi hann eitt raid fram
eftir í vinstur síðu, og legði
síðani bóltin inn til ein heilt
blankan Karóly Potemkin,
og hann sveik ikki álitið. 4-
1 og nú mundu tey flestu
halda,
at
dysturin
var
avgjørdur við bert tíggju
minuttum eftir av vanligu
leiktíðini.
Men fyri triðu ferð innan
seks minuttir mátti ein bólt-
ur pilkast úr netmeskunum.
Hesaferð var tað Rógvi Jac-
obsen, sum skamt uttanvert
brotsteigin høggur til, og
bólturin sat í tríkantinum
uttan nakran møguleika hjá
René at bjarga. Næsta
avgjørda perlumálið í dyst-
inum.
At døma eina steypafinalu
man vera eitt tað størsta ein
dómari kann uppliva í
føroyskum fótbólti. Og tað
var tað helst hjá Eileri Ras-
mussen. Men um hann rokn-
ar hesa somu finalu sum
sítt besta avrik, er meiri iva-
samt. Tí satt at siga kundi
dømingin verið væl betri.
Tá HB-leikari varð feldur,
sóu allir áskoðarar hetta
greitt at vera uttanfyri mark,
so at siga. Kortini dømdi
Eiler brotsspark, og ikki
fyrr enn eftir kjakan aftur
og fram við EB/Streyma-
leikarar, ráðførdi dómarin
seg við linjuverjan – ella
hjálpardómaran, sum tað
nú eitur. Úrslitið var eitt frí-
spark uttanfyri brotsteigin,
sum tað jú átti at vera av
fyrstan tíð.
HB-leikararnir mundu í
síðsta enda ikki verða so
illa nøgdir við avgerðina, tí
Eitt fegið EB/Streymalið eftir at hava ført fyrsta
veruliga steypið í hús
Sjálvandi fekk venjarin obligatoriska
lufttúrin, tá sigurin var tryggjaður
ítróttur