Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 16. august 2007 27 Vagn Morh Mortensen sendi hetta sama fríspark hegnisliga í netið, so nú var støðan knappliga 4-3. Og enn vóru fimm min- uttir eftir at leika umframt tíðina, sum løgd var aftrat. Tað skuldi vísa seg at verða aðrir fimm minuttir, men hetta gjørdust hendingarríkir minuttir, tí um liðini høvdu skorað tvey – ella enntá trý – mál í part hesa løtuna, so hevði einki órættvíst verið í tí. Liðini snøgt sagt vassaðu í møguleikum síðstu løtuna, men ógvuliga gott málmans- spæl frá báðum málmonnum forðaðu fyri eini enn størri málveitslu. Um dystinum vantaði nakað í flótandi fótbólts- spæli, so var hetta ríkiliga vigað upp fyri í spenningi, dramatikki og flottum det- aljum. Alt í alt ein fantastisk finala. Tað var ein stór mannamúgva, sum fagnaði nýklæktu steypavinnnarunum úr Sundalagnum Helsingør Elite 3000 Håndbold hevur gjørt sáttmála við 20-ára gamla Rók Akralíð, sum nú fer at royna seg í donsku fyrstu deild HONDBÓLTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Rókur Akralíð, sum herfyri var í FCK, har hann skuldi royndarvenja, hevur nú gjørt sáttmála við Helsin- gør Elite 3000, har sum Heini Hanusarson framman undan leikar. Venjarin, Søren Bach, er ógvuliga fegin um at hava fingið unga føroyingin í hóp- in, og er ikki í iva um menn- ingarpotentialið hjá Róki, eins og hansara dygdir og komandi týdning fyri liðið. Rókur er ein leikari, sum hóast sín unga aldur er ógvu- liga kropssterkur. Hann er stórur og sterkur og verður ein rættiliga skothóttan úti- frá. Vit gleða okkum til sam- starvið við Rók og vilja sjálvandi arbeiða fyri at fáa tað besta burtur úr bæði fyri hann og liðið. Hondbóltur í Føroyum er ógvuliga øðrvísi enn í Danmark, so tað tekur helst sína tið at venja seg við, men við tíðini verður hann heilt vist fastur maður á liðnum, sigur venjarin á heimasíðuni hjá felagnum. Venjarin Søren Bach saman við Róki Akralíð Løgmaður handar liðskiparanum hjá EB/Streymi, Egil á Bø, løgmanssteypið – sjónliga prógvið fyri, at felagsliðið er steypavinnari 2007 Soren Anghel við løgmanssteypinum. Hann setti EB/Streym í gongd við at skora trygt upp á brotsspark longu í øðrum minutti Rókur til Helsingør ítróttur