hósdagur 16. august 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 157 - 16. august 2007
ítróttur
Ein av stóru profilunum hjá
vinnandi liðnum, var Hans
Pauli Samuelsen. Hann var
rættiliga
í
hopla
ein
yvirgang í fyrra hálvleiki,
tá hann bæði skoraði eitt
framúr mál og var við í
uppspælinum til eitt annað.
Hann gjørdist eitt sindur
anonymur í seinna hálvleiki,
men var kortini maðurin,
sum stóð fyri upplegginum
til fjórða málið hjá EB/
Streymi.
- Hetta var gott. Hetta
bjargar árinum hjá okkum,
tí tapið móti HB seinasta
sunnudag gjørdi helst, at vit
ruku út úr kappingini um
meistaraheitið. Vit hesum
sigrinum í steypafinaluni,
sleppa vit út í Europa at
spæla komandi ár, og tað
hevur stóran týdning, sigur
Hans Pauli Samuelsen.
Um sítt egna mál í dyst-
inum segði Hans Pauli:
- Eg fekk ein bólt í vinstru
síðu, og so gjørdi eg eina
»Ronaldo«-fintu, sum eg
ofta plagi, og tað lukkaðist
væl. Eg slapp framvið Mort-
ani (úr Hørg), og so var
bara at skrúva bóltin fram-
við Tróndi í HB-málinum.
Miðvallarleikarin hjá EB/
Streymi sigur, at teir vóru
ógvuliga uppsettir at vinna
hendan dystin, og tá tað
eydnaðist, merkti tað sam-
stundis, at fyrsta gullið kom
í hús hjá felagsliðnum.
(leo)
Árið bjargað
Arnbjørn Hansen kandidat-
eraði til heitið sum máls-
kjútti, tá Hans Pauli elegant
vippaði bóltin upp um HB-
verjuna og inn í brotsteigin
til ein frían Arnbjørn, sum
royndi seg fyrstu ferð.
Hugt í bakspegilin var tað
kanska ikki besta loysnin,
tí hann fekk ikki skot á
bóltin, og sansaði helst
ikki, hvussu fríur hann í
veruleikanum var.
Men fáar minuttir seinni
hepnaðist betur, tá sami
Hans Pauli setti álop í
gongd sum endaði við
skoti útifrá, sum Tróndur
hálvbjargaði.
Bólturin
stakk upp í luftina og har
var Arnbjørn fyrstur á og
stútaði upp um Trónd – og
so var 3-0 til EB/Streym.
Men samstundis fekk
hann ein snudd, sum førdi
til, at hann mátti lata seg
skifta út, og harvið síggja
restina av dystinum frá
beinkinum.
- Tað er fantastiskt at
vinna, og sjálvandi ótrú-
liga stuttligt at skora í ein-
ari finalu, segði Arnbjørn
Hansen eftir dystin.
Hann helt eisini, at sjey
mál í einari finalu má vera
nakað serligt.
- Tað má í hvussu er sig-
ast, at áskoðararnir fingu
valuta
fyri
pengarnar,
segði Arnbjørn.
Hann segði, at snuddurin
ikki var so álvarsligur, og
at tað fór at laga seg eftir
stuttari tíð.
- Men tað var ræðuligt
at sita uttanfyri og hyggja
at stóran part av dystinum.
Tá tú ert á vøllinum hugs-
ar tú ikki um tað, men á
beinkinum fær tú einki
annað gjørt, enn nettupp
at hyggja at, segði Arn-
bjørn Hansen.
Hann heldur eisini, at
EB/Streymur trekti nakað
langt aftur í seinna hálv-
leiki, og tí kom undir
óneyðuga nógv trýst.
- Men hetta er væl nátt-
úrligt, tá tú førir 3-0, segði
Arnbjørn Hansen eftir fin-
aluna í gjárkvøldið.
(leo)
Ræðuligt at
hyggja at
Í øðrum londum verður kos-
in dagsins leikari. Til steypa-
finaluna í Danmark verður
kosin »Árets pokalfighter«,
amerikumenn tosa Most
Valuable Player (MVP) og
tá Schmeichel og Co vísa
CL-fótbólt,
ber
til
at
atkvøða
fyri
»kampens
spiller«.
Skuldu vit valt ein dags-
ins mann í sambandi við
steypafinaluna, mátti tað
verði René Tórgarð. Tá
harðast leikaði á, og HB-
trýstið var sum mest, stóð
hann sum ein livandi múrur
í EB/Streymamálinum, og
tað vóru ikki einans óneyvar
avslutningar frá HB-leikar-
unum sum gjørdu, at hol
ikki kom á fyrr enn tað bert
restaðu trettan minuttir av
dystinum.
Fleiri ferðir framdi hann
stórbjargingar, og serliga
ein refleksbjarging í fyrra
hálvleiki stendur eftir í
minninum. Talan var um
ein harðan stútara frá Rógva
Jacobsen tætt undir málin-
um, sum René onkusvegna
fekk parerað.
Sæð yvir dystin sum
heild, eigur málverjin sín
stóra leiklut í, at EB/Streym-
ur kundi fara norður aftur í
Sundalagið við løgmans-
steypinum, og hava vit tí
valt at útnevna hann til dags-
ins mann.
(leo)
René Tórgarð dagsins
maður
- Vit kunnu bara iðra okkum
um allar møguleikarnar,
sum vit høvdu, men ikki
útnyttaðu.
Tað helt Andrew av Fløt-
um eftir dystin í gjárkvøld-
ið.
Hann róði upp undir, at
tað í stóran mun var teirra
egni
feilur,
at
úrslitið
gjørdist sum tað gjørdist.
- Vit vóru slett ikki vakn-
aðir tá dysturin byrjaði, og
tí gjørdu vit tað óneyðuga
tungt hjá okkum sjálvum at
koma aftur í aftur, segði
Andrew av Fløtum.
Annars helt hann sum so
mong onnur, at eitt 4-3
úrslit í einari finalu má vera
guff fyri áskoðaran, og at
dysturin í so máta hevði alt
at bjóða, sum ynskt verður
av einari finalu.
Men tað er ongantíð stutt-
ligt at tapa ein dyst og tá
serliga ikki eina finalu.
- Hetta var stutt sagt ein
søga um, at vit ikki tóku av
teimum mongu møguleik-
um, sum vit fingu, segði
Andrew av Fløtum.
(leo)
Vit tóku ikki av