Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 157 - 16. august 2007 29 lýsingar Sethús í Tórshavn Húsini liggja á Tinghúsvegi 29 Grundstykkið er til víddar 156 m. Eisini er eitt úthús. Húsini eru miðhædd og loft. Grund­ víddin er 9 x 11 alin. Miðhæddin: Gongd, køkur, spísistova, daglig­ stova Loftshæddin: Gongd, baðiverilsi (bað + wc), hjúnarrúm og 3 kømur. Húsini eru bygd í 1933. Í 1993 eru húsini klødd, takið skift og nýggj vindeygu (termorútar). Centralhitaketilin er uml. 10 ár. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Nærri upplýsingar um húsini og avtala um at síggja húsini fæst við at venda sær til okkara. Advokatarnir Hentze DEMMUS HENTZE TURIÐ DEBES HENTZE landsrættarsakførari advokatur og mediator m.m.c.r. Tórsgøta 17 · Postboks 236 · FR 110 Tórshavn Tlf. 311460 · Telefaks 311490 · E­mail: hentze@hentze.fo www. hentze.fo Lýsing eftir handverkarum, arbeiðsfólki og maskinførara Søkt verður eftir handverkarum, arbeiðs­ fólki og maskinførara til Sp/F WestTrading at byrja skjótast møguligt. Arbeiðið umfatar alt jørð­ og betong arbeiði við nútímans Hunnebech forskalling. Tað er ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur kunn­ leika til forskallingsarbeiði, koyrikort til last­ bil, kranaloyvi E og kunnleika til maskin­ grevstur. West­Trading arbeiðir í høvuðsheitum í mið­ staðarøkinum, men arbeiðið kann eisini koma fyri aðrastaðni í landinum. Best er um umsøkjarin kann arbeiða sjálv­ støðugt við einum møguligum arbeiðsholdi. Góð løn verður goldin til tann rætta um­ søkjaran. Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Sp/F West-Trading Magnus Thomsen Fartlf. 58 33 73 T­postur: wt@post.olivant.fo Landsgrannskoðari Starvið sum landsgrannskoðari verður við hesum lýst leyst frá 1. november 2007. Starvið: Starvið er skipað sambært ásetingum í Ll. nr. 25 frá 21. apríl 1999 »um grannskoðan av landsroknskapinum v. m.« Formansskapur Løgtingsins tilnevnir landsgrannskoð­ aran, eftir tilmæli frá løgtingsgrannskoðarunum. Landsgrannskoðarin hevur leiðsluna av Landsgrann­ skoðanini, ið hevur til endamáls at grannskoða lands­ roknskapin. Landsgrannskoðarin er óheftur í virki sínum, og hann setir sjálvur síni starvsfólk. Harumframt er landsgrannskoðarin skrivari hjá løg­ tingsgrannskoðarunum, og tí fyrireikar og avgreiðir Landsgrannskoðanin mál vegna løgtingsgrannskoðararn ar, sum m.a. gjøgnumganga og leggja almennar roknskapir fyri Løgtingið at góðkenna. Talan er um áhugavert og fjølbroytt starv, sum gevur gott innlit í føroysk samfelagsviðurskifti. Arbeiðið fevnir um grannskoðan av almennum stovnum, skipanum og virkjum, herímillum eftirlit við, at: • roknskaparhaldið er í samsvari við galdandi bókhalds­ og roknskaparreglur, og at roknskapar­ og eftirlits­ skipanir eru tryggar • landsumsitingin hevur hildið seg innan fyri játtanir á fíggjarlógini • inntøkur og útreiðslur innan t.d. skatta­, almanna­, vinnu-, fiskivinnu- og mentamál eru hildnar í samsvari við lógir, kunngerðir og reglugerðir á økinum • landsumsitingin hevur loyst sínar uppgávur á ein sparn­ an og virknan hátt, samsvarandi endamálinum við játtanini Nærri upplýsingar um grannskoðanarskipanina o.a. eru at finna á heimasíðuni hjá Landsgrannskoðanini: www. lg.fo. Førleikakrøv Umsøkjarar hava fyrimun, um teir hava hægri útbúgving innan grannskoðan, løgfrøði ella roknskap o.l., og hava royndir innan almenna ella privata umsiting. Arbeiðið á Landsgrannskoðanini skal vera á høgum fakligum støði, og dentur verður lagdur á, at viðkomandi kann standa á odda fyri fakligu menningini av arbeiðsgongdunum á stovninum, hevur góð leiðslusevni og dugir væl at skriva. Setanar- og lønartreytir Starvið er lønt sum tænastumaður í 40. lønarflokki. Starvið er ikki tænastumannastarv, men eru kap. 3, 4, 5 og 12 í Ll. nr. 31 um tænastumenn landsins frá 5. juli 1971 við seinni broytingum galdandi fyri starvið við teimum frávikum, at formansskapur Løgtingsins hevur tey rættindi og tær skyldur, sum landsstýrið hevur sambært tænastumannalógini, og hevur landsgrannskoð­ arin rættindi og skyldur tænastumansins. Eftirlønin er eisini tænastumannalíknandi sambært reglunum í lóg um eftirløn tænastumanna. Umsókn: Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum o.ø. skal sendast til: Formansskap Løgtingsins Tinghúsvegur 1­3 Postboks 208 110 Tórshavn Umsóknin skal verða formansskapinum í hendi í seinasta lagi 15. september 2007. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Súsonnu Danielsen, skrivstovustjóra í Løgtinginum, á telefon 363900, ella til Leiv Harryson, landsgrannskoðara, á tlf. 355100. Fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Løgtingið Klaverundirvísing Ert tú komin eitt sindur upp í árini og ergrar teg yvir, at tú ikki lærdi at spæla klaver sum barn, so hevur tú møguleikan nú. Hendan undirvísingin fevnir um at spæla sangir og akkordir eftir nótum og becifringum, altso ein blanding av nótaspæli, akkordspæli og gehørspæli. Hetta verður ofta nevnt brúksklaver. Undirritaði er útbúgvin sum klaverleikari- /lærari og hevur síðan 1972 undirvíst í tónleiki á Føroya Læraraskúla. Nógvir av tímunum har vóru júst undirvísing í brúksklaveri. Hevur hetta tín áhuga, so ring á tlf. 314183 Lærarastarv við Funningsfjarðar skúla • 1 tíðaravmarkað parttíðarstarv, umleið 12-14 tímar, verður at seta skjótast til ber. Søkt verður eftir lærara, sum: • Undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans • Dugir at samstarva og er fyrikomandi • Er fúsur at taka á seg uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum • Vil vera við til framhaldandi at menna skúlan Førleikakrøv: Tey, ið sett verða, skulu sum meginreglu hava lærara- útbúgving, eins og ynskiligt er, at umsøkjarar hava starvsroyndir í fólkaskúlanum. Onnur eru tó eisini vælkomin at søkja. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 27.4 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Umsóknir: Umsóknir við CV, avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 17. august, kl. 18.00 Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Emil Jacobsen, skúlaleiðara, á telefon 441804 ella 741804. Umsóknir vera sendar til: Funningfjarðar Skúla 477 Funningsfjørður Runavíkar Kommuna Boks 139 · Heiðavegur 26 · FO-100 Saltangará tlf 417000 · runavik@runavik.fo · www.runavik.fo Funningsfjarða skúli hevur 6 næmingar í aldrinum 1.-7. flokk.