Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 157 - 16. august 2007 tíðindi Veðrið var lítið at reypa av, tá skúlin byrjaði aftur í Kunoy í morgun. Hetta merktist tó ikki á seks ára gamla Ivan Josephsen, sum er einasti næmingurin í 1. flokki. - Tá eg verði stórur fari eg at arbeiða hjá babba, sigur hann. Fyrsti skúladagur Orð & myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kunoy: Líkt er til, at skúla- børnini í Kunoy eru sera spent at skula byrja aftur eftir summarsteðgin. Klokkan er enn ikki vorðin 10, og tey standa øll longu við tey seks borðini í teirri einastu skúlastovuni. Tey hava helst havt sítt fasta pláss seinasta skúlaár. Skuldi onkur teirra kortini havt gloymt hvar tey sótu, hevur lærarin syrgt fyri at tey ikki noyðast at ganga millum borðini fyri at finna sítt aftur. Á borðinum liggja longu allar skúlabøkurnar, sum hvør einstakur næmingur skal brúka. Og ovast á he- sum liggur ein seðil við bæði navni og flokki á. - Ja, verði hjartaliga væl- komin í skúla dag. Gerið so væl og setið tykkum niður, sigur Jaspur Kruse, sum hesa fyrstu tíðina skal verða lærari teirra. At taka stólin niður Á fremsta borðinum, beint við pultin hjá læraranum í dag, Jaspuri Kruse, stendur navnið hjá lítla Ivani. »Øll hini borðini eru lon- gu upptikin, so hetta man vera mítt!«, hugsar hann helst við sjálvum sær. Í øl- lum hurlivasanum hevur hann helst ikki ansað lepan við navninum á. Frammanundan hava fólk verið og gjørt reint í skúl- anum, og hava tískil sett stólarnar undir borðini. Soleiðis standa teir enn. Hetta er fyrsti skúladagur hjá Ivani, so hann er nú eitt sindur í villareiði, tí stólur hansara ikki stendur á gólv- inum. - Hvussu tekur man stólin niður?, spyr hann út í flok- kin. Bróðir hansara, Jón sum hevur pláss undir liðini á honum, er skjótur til hjálpar og tekur stólin undan, so- leiðis at hesin nýggi næm- ingurin kann seta seg á fyrsta sinni við eitt borð í eini skúlastovu. Í dag sleppur hann lætt. Lærarin lesur upp eitt bræv til allar næmingarnar við á- heitan um at fara væl um bøkurnar og hvønn dag hava eitt væl útgjørt penal- arhús við. Í morgin byrjar álvarin, og fyri honum liggja nøkur spennandi ár sum næmingur í føroyska fólkaskúlanum í heimbygdini Kunoy. Kul taska Hóast bert vælkoma er á skránni í dag, hava allir næ- mingarnir tikið skúlatask- una við - eisini Ivan. - Vit vóru í Danmark í summar við ommu og abba. Tá sá eg hesa taskuna og mær dámdi hana so sera væl. - Eg haldi, at hon er ordi- liga kul, sigur Ivan, og vísir errin fram taskuna til hinar næmingarnar. Hesum eru teir ikki ósam- dir í, tí á taskuni standa nevniliga nakrir kendir bókstavir fyri tey film- shugaðu »BIONICLE«. Í morgun var ikki so nógv í henni, men tá bøkurnar á borðinum verða lagdar í, man hon fara at vera so hampiliga væl stúvað við bókum. Ivan var eisini heppin í morgin. Hann fekk eina vælkomstgávu frá Jaspuri - ein posa við eini tabell, en- durskini og eini vakrari t- skjúrtu. Spennandi at rokna Hesin fyrsti skúladagurin vardi bert hálvan tíma. Í morgin kl. 8 stundisliga verður farið aftur í skúla. Tá skal Ivan eisini møta, og fyrsti tími á tímatalvuni er móðurmálið føroyskt. Síð- ani eru tveir tímar í rokning, meðan dagurin endar við einum tíma í kristni. - Í morgin sleppur tú til hús kl. hálvgum tólv, sigur Jaspur við tann spenta næmingin. Og tað er ikki frítt, at Ivan er spentur at byrja í skúlanum. Hann dugir lon- gu at stava sítt egna navn. - Eg haldi, at tað at rokna er spennandi, sigur hann. Fyrsti skúladagur - Hvussu tekur man stólin niður?, spyr hann út í flokkin. ” Søren og Mette-bøkurnar eru enn á borðinum, tá danska málið skal lærast væl og virðiliga