hósdagur 16. august 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 157 - 16. august 2007
37
tíðindi
í bygdini K
Næmingar í Kunoyar skúla
Í Kunoyar skúla eru seks næmingar, Teir eru: Brøðurnir,
Ivan Josephsen í 1. flokki og Jón Josephsen í 3. flokki
Systkini Sonja Michaelsen í 4. flokki og Arni Michaelsen
í 6. flokki
Atli Andreasen í 4. flokki
Henning Svøðstein í 6. flokki
FAKTA
754 farin í 1. flokk
Í morgun eru Ivan Josephsen í Kunoy og 753 onnur
børn kring landið farin í skúla á fyrsta sinni – tað eru
70 fleiri enn í fjør.
Tórshavnar kommunuskúli hevur flest næmingar, 573
í tali, meðan tann næststørsti er Eysturskúlin við 537
næmingum. Hoyvíkar skúli veksur skjótt í hesum árum,
og eru 94 næmingar farnir í 1. flokk her í morgun.
59 fólkaskúlar eru kring landið. Í 16 teirra er næm-
ingatalið lægri enn 8 børn.
Í alt eru 7273 fólkaskúlanæmingar í Føroyum hetta
skúlaárið, ímóti 7367 farna skúlaár.
FAKTA
Við góðum stuðli frá eldra
bróðuri sínum, sum gongur
í 3. flokki, er Ivan longu
farin at seta seg inn í loyn-
darmálini í rokningini.
Tað er vist okkurt um tað,
at hetta fer at falla honum
lætt.
- »Hvat er 1 + 1?«, vil
bróðurin hava at vita. Teir
eru jú komnir í skúla fyri at
læra!
Ivan er skjótur at svara:
»2«. »Hvat er 2 + 2?«, og
svarið kemur beinanvegin:
»4«.
Soleiðis ganga teir upp-
eftir, til teir koma til tøl,
sum tann lítli ikki hevur tal
á enn, »256«. Tá biður
mamma teirra teir um at
gevast, tí her fæst neyvan
nakar endi á ramsuni.
Ivan gleðir seg eisini at
fara at lesa og at skriva før-
oyskt. Enn er ov tíðliga at
siga, hvørja lívsleið hesin
nýggi næmingurin í Kun-
oyar skúla fer at velja sær -
um tað verður tann bókliga
ella handaliga.
- Tá eg verði liðugur við
skúlan, fari eg at arbeiða
hjá babba í Norðhús, sigur
hann.
Tíðin vil vísa, hvussu
vorðið verður. Tað er kortini
altíð ein góður lutur at hava
sett sær eitt mál her í lí-
vinum.
1 + 1 kann blíva til 256
Teir báðir elstu næmingarnir í 6. flokki sita
saman. Tá skúlagongdin í heimbygdini er
liðug, verður farið í skúla í Klaksvík