Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-16, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 157 - 16. august 2007 tíðindi Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Angelica giftist við Tum­m­­ as Paula Jacobsen í Klokk­ arastovu, m­en teim­um­ unt­ ist bert tvey ár at liva sam­an. Angelica var jarða­ m­óðir í Havn í m­ong ár. Hon var ein av teim­um­, sum­ vórðu sendar niður til Danm­arkar at nem­a kunn­ leika, so tær kundu átaka sær starv sum­ jarðam­óður. Angelica var jarðam­óður í Suðurstreym­oy í m­ong ár. Tey, sum­ m­intust hana sum­ eina gam­la konu, siga, at hon var avhildin, og øll vóru góð við gom­lu jarða­ m­óðir. Tað m­an m­angan hava verið ófýsið hjá henni á vetrardegi at fara til Syðra­ dals, Norðradals, Kirkju­ bøar og aðrastaðni í jarða­ m­óðurørindum­. Tá ið hon var væl til árs og krops­ evnini vóru við at ganga undan, kom­ tað fleiri ferðir fyri, at hon var borin um­ fjøllini, tá ið líkindini vóru av teim­um­ vánaligastu. Í 1878, tá ið hon hevði sitið einkja í fleri ár, lat hon byggja eini hús uppi við Tinghúsvegin. Hon búði í teim­um­ til hon doyði í 1918. Hesi húsini gjørdust støð hjá hoyvíkingum­, tá ið teir kom­u til Havnar. Hetta var serliga galdandi, tá ið farast skuldi í kirkju. Ættfólkini úr Hoyvík gingu inn til hennara at skifta úr olju­ klæðum­/roðklæðum­ um­ vátveður var, áðrenn farið varð í kirkju. Dóttir Angelicu og Klokk­ ara Tum­m­as, Anna Sofía, giftist við Hans Jákup Michelsen, undir Ryggi í Havn. Men eisini teim­um­ untist stutt sam­lív. Longu 20 ára gom­ul doyði hon. Tá ið hon hevði fingið dótrina Fíu, legðist hon í songina av bróstsjúku og doyði stutt eftir. Hans Jákup varð búgvandi hjá verm­am­m­uni við dótrini í 10 ár, hóast hann hevði bygt í C Plø­ eynsgøtu. Tá giftist hann upp aftur. Men dóttir Hans Jákup og Onnu Sofíu varð verandi hjá om­m­uni, til hon sum­ ung fór til Danm­arkar at tæna. Her hitti hon ein onglending og fór til Onglands við honum­ og giftist. Hon fekk dóttur og son. Tá ið Angelica doyði, var om­m­udóttirin Fía, sum­ hon hevði fostrað upp, einasti arvingur. Boð vóru send til Onglands at kom­a heim­ at gera skil á arvinum­. Men ikki bar til at kom­a bein­ anvegin, tí at drongur henn­ ara var herm­aður undir krígnum­, sum­ ikki var av. Var hon ikki gift, slapp hon ikki aftur til Onglands, um­ hon fór av landinum­, so hon kom­ ikki fyrr enn í 1919. Alt var selt á uppboði. Kristian Guttesen keypti húsini, og eru tey enn í hansara ætt. Fía doyði í Bournem­outh fyrst í 60­unum­. Eisini hørð lagna hjá systrini Beint við hjá Angelicu búði hálvsystir hennara Charlotta. Hon var gift við Óla Vang Hansen úr Havn, m­en hann doyði eisini í bestu árum­. Óla Vang var útrógvin 30. januar 1888. Tað var av besta veðri henda dagin, og Johanna á Høgabóli visti at siga frá Poul Nikláa við Ryggjagarð í Nólsoy, at nólsoyingar eisini vóru á útróðri hendan dagin og fóru at landi, tá ið liðugt var at draga. Men Óli setti línuna aftur. Um­ kvøldið brast hann á við storm­i og kavaroki, og eingin bátur kom­ aftur. Teir vóru sjey m­ans sum­ fórust. Tað var ikki gam­ans­ leikur at sita so illa eftir, m­en Lotta fall ikki í fátt. Hon setti vevin upp og fór at veva fyri fólk. Soleiðis kundi hon halda húsinum­ uppi. Helvtina av binding­ arm­ynstrunum­, sum­ Hans Marius Debes gav út í bók, hevði hann fingið frá Lottu. Annars høvdu tey ikki verið til í dag. Lotta átti trý børn. Lor­ enza doyði av tuberklum­ bert 20 ára gom­ul. Hon hevði gingið eitt ár á læraraskúla, tá ið hon fall frá. Synirnir vóru Sím­un, nendur Sím­un hjá Lottu og Christian Frederik, kallaður C. F. Teir slitu báðir høgan aldur. Húsini hjá Lottu fóru fyri nøkrum­ árum­ síðani undir Bøkjarabrekku. Keldur: N. J. Arge: Fólk í Havn Sverri Joensen: Á Høgabóli. Angelica misti mann og einastu dóttir Angelica er ein av teim­um­ m­ongu hørðu lagnunum­ í gam­la kirkjugarði. Hon var systir Jógvan Sim­onsen, sum­ var ein teirra, sum­ slóðaði fyri føroyskari sjóvinnu. Foreldrini hjá henni vóru Sím­un Joensen av Glyvrum­, búsitandi uttan fyri Garðar í Hoyvík og Charlotta Am­alia Reinert úr Kaldbak. Innskriftin á gravsteininum ANGELICA JACOBSEN FØDT SIMONSEN 22. OKTOBER 1837 6. NOVEMBER 1918 ANNE SOPHIE MIKKELSEN FØDT JACOBSEN 22. DECEMBER 1867 1. JULI 1888 DU HAR VÆRET TRO OVER LIDT JEG VIL SÆTTE DIG OVER MERE GÅ IND TIL DIN HERRES GLÆDE Næstu ferð: Næsta frásøgnin úr gamla kirkjugarði er um grøvina hjá Jørgen Frants Jacob­sen, okkara kenda rithvøvund og pápa hansara Meinhardt. Mamman Jørgen Frants, Marin, lat Jørgen Frants fáa sína grøv og hevur hetta sína søgu. he n d u r ið sl ep t u Angelica saman við dótrini Húsini hjá Angelicu. Lotta og maðurin Óli Vang Hansen. Anna Sofía hjá Angelicu, sum doyði longu 20 ára gomul.