fríggjadagur 17. august 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
7
TÍÐINDI
- Summar av kapping-
unum er ofta nokso
”spontanar”. Er lut-
tøk an ikki nóg stór,
rópa vit onkran upp,
og soleiðis var við
Karsteni Hansen í
kappingini um at
halda dreggi seinast.
Hesaferð hevði verið
stuttligt at fingið
Tórbjørn Jacobsen
við eisini, sigur
kappingarleiðarin,
Ólavur Poulsen
SJÓMANNADAGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein av fleiri kappingum á
Føroya Sjómannadegi er
kappingin um at halda ein-
um dreggi longst við strekt-
um ørmum. Hetta er ikki
nakar ”kunstur” í sær sjálv-
um, og hetta er eisini ein
kapping, ið øll kunnu lut taka
í. Dreggið vigar 16 pund, so
her ræður í fyrsta lagi um at
halda út sum longst.
Maðurin, sum vann hesa
kapping í fjør, Óli Skarð-
enni, verður helst ringur at
syfta í ár.
Kappingarleiðarin, Ólav-
ur Poulsen, sigur, at Óli,
sum er seinast í tríatiárunum,
er ógvuliga evnaríkur, men
hann fekk rímiliga harða
mótstøðu í fjør frá Karsteni
Hansen,
løgtingsmanni,
sum avgjørt ikki er nakar
píningur heldur.
- Slíkar kappingar eru
ofta nokso ”spontanar”. Er
luttøkan heldur lítil, rópa
vit onkran upp, og soleiðis
var við Karsteni Hansen í
fjør. Hesaferð hevði verið
stuttligt at fingið Tobba
(Tórbjørn Jacobsen) við
eisini, heldur Ólavur fyri.
Kappingin í at halda
dreggi verður leygardagin
klokkan 16.30.
Sterkar manningar
Ein onnur kapping, sum hev-
ur stóran áhuga millum fólk,
og sum eisini hevur við
styrki at gera, er tog tog anin
millum skips mann ingar.
Í 2005 endaði manningin
á línuskipinum Ågot á
øðrum plássi, men í fjør
vunnu teir.
Fleiri dystir í togtogan
vóru sera javnir í fjør, har
drúgv løta gekk, áðrenn
endaliga avgerðin fall.
Nú verður spennandi at
vita, hvør stendur eftir sum
vinnari í ár, tá kappingin er
lokin.
10 mans eru á hvørjum
enda.
Kappingin
í
togtogan
verð ur
leygarmorgunin
klokkan 10.30.
John og egning
Kappingin, sum kanska
mest hevur verið umrødd í
sambandi við Føroya Sjó-
mannadag, er kappingin í
egning.
Ungi
maðurin,
John
Havn, sum er 32 ára gamal,
hevur vunnið hesa kapping
hini bæði fyrru árini, og
aftur í ár er hann til reiðar
at taka ”dystin” upp.
Ólavur Poulsen sigur, at
John Havn higartil hevur
verið ringur at syft hjá
avbjóðarunum, men tað eru
teir, sum geva honum harða
kapping.
- John hevur verið egn-
ingarformaður hjá útróðr ar-
báti, men í løtuni siglir hann
við trolara. Hann er nýliga
heimkomin og verð ur heima
til kappingina í egning.
Tað, sum kappingar leið-
arin ikki fortelur, nú Sosi al-
urin prátar við hann, er, at
John Havn í fjør vann í
spenn andi finaluni á júst
Ólavi sjálvum – kappingar-
leiðaranum - og Poul Eli
Jacobsen!
Nú er so spurningurin, um
John megnar at vinna trið ja
árið á rað – ella um annar
avbjóðari fer avstað við
meistaraheitinum hesa ferð.
Tað fáa vit at vita leygar-
dagin klokkan 17.30.
Áhugavert
Ólavur Poulsen sigur, at tað
er ógvuliga áhugavert at
skipa fyri Føroya Sjó-
mannadegi – ikki minst tí,
at
fyrireikararnir
møta
stórari vælvild allastaðni,
har teir koma.
- Tiltakið hevur eydnast
serstakliga væl hini bæði
árini. Tað hevur verið ein
serligur dámur og hugni
yvir tiltøkunum og Klaks-
víkini hesar dagar, og vit –
eins og tey, sum komin eru
at fylgja ymisku kapping-
unum – hava fingið nógvar,
spennandi og áhugaverdar
løtur,
sigur
kappingar-
leiðarin.
Styrki og kvikleiki á
Føroya Sjómannadegi
- Tað er ein serligur dámur og hugni yvir tiltøkunum og
Klaksvíkini á Føroya Sjómannadegi, og her eru nógvar
áhugaverdar og spennandi kappingar, sigur kappingarleiðarin,
Ólavur Poulsen