fríggjadagur 17. august 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 158 - 17. august 2007
Føroya Banki hevur
stovnað dótturfelag
í Danmark. Talan
verður um eina deild,
og hon skal halda til
í Keypmannnahavna
røkinum. Virkisøkið
verður innan
Private Banking og
verkætlanarfígging
BANKAVIRKSEMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var longu á sumri 2005,
at leiðslan í Føroya Banka á
einum strategifundi gjørdi
av, at skuldi virksemi bank
ans vaksa, varð neyðugt at
hyggja út um landoddarnar.
Føroyski marknaðurin
er avmarkaður, og tí varð
gjørt av at fara undir íløgur
aðrastaðni. Tí skulu vit í
dag boða frá, at Føroya
Banki ger íløgur uttanlands,
segði nevndarformaðurin,
Jóhan Páll Joensen, tá hann
bjóðaði
vælkomin
til
tíðindafund í bankanum í
morgun.
Janus Petersen greiddi
síðani frá ítøkiligt, hvat og
hvar bankin hevði gjørt sínar
fyrstu uttanlands íløgur.
Mest
nærliggjandi
marknaðurin
er
londini
uttan um okkum, tað vil
siga
Ísland,
Ongland,
Noregi og Danmark. Vit
eru frammman undan partur
av donsku bankaskipanini,
hava sama bankaeftirlit og
eru limir í somu EDV
kervum, og tí er Danmark
eitt náttúrligt stað at byrja,
segði Janus Petersen.
Hann boðaði síðani frá,
at Føroya Banki hevði
stovnað dótturfelag í Dan
mark, nevnt Føroya Bank
A/S. Dótturfelagið fer at
virka innan Private Banking
og verkætlanarfígging.
Vit hava sjálvandi hugt
eftir
møguleikunum
at
keypa banka til endamálið,
men av tí at vit miða so ítøk
iligt móti nevndu virkis
økjum var hildið skilabetri,
at
stovna
okkara
egna
dótturfelag heldur enn at
keypa, segði Janus Petersen.
Private Banking er ein
serlig hágóðsku tænasta, og
tí verður talan um eina
specialisering fyri dóttur
felagið.
Synergi til Føroya
Føroya Banki hevur gjørt
sær ómak at finna røttu
leiðsluna til dótturfelagið,
og hevur eftir øllum at
døma »headhuntað« leiðsl
una í Bank Trelleborg, tí
verandi forstjóri í bankanum
verður nýggjur forstjóri í
Føroya Bank A/S og stjórin
í Bank Trelleborg, Kim
Linnemann, verður nýggjur
stjóri í føroyska dóttur
felagnum.
Føroya Banki hevur sett
300 milliónir krónur í
nýggja dótturfelagið, og tað
svarar til 92% av partapen
inginum. Resterandi átta
prosentini fara tey um 20
starvsfólkini
at
seta
í
bankan.
Private Banking er heiti á
bankavirksemi, sum serliga
vendir sær móti teimum
vælbjargaðu og teimum
heilt ríku. Tosað verður um
tvey sonevnd segment. Mett
verður, at ár 2009 fer
»Affluent segmentið« at
umboða 230.000 persónar
við einum ríkidømi millum
eina og 7,5 milliónir krónur,
svarandi til samlað virði
áljóðandi 500 milliardir
krónur.
Hitt
segmentið,
High Net Worth, umfatar
10.000 persónar hvørs ríki
dømi liggur omanfyri 7,5
milliónir krónur, við einum
samlaðum likviditeti upp á
200 milliardir krónur.
So tað er eyðsæð, at
Private Banking miðar móti
einum serligum kundabólki,
og Føroya Banki roknar
við, at hetta virksemi dóttur
bankans kann skapa eina
synergi aftur til Føroya.
Tillaga vónirnar
Men hóast dótturfelagið
verður sett á stovn nú, gong
ur restin av árinum til at
fyrireika virksemið í Dan
mark. Janus Petersen roknar
við, at klárt verður at fara
undir virksemið antin síðst
í hesum árinum ella fyrst í
komandi ári.
Tað er greitt, at tað
kostar nakað at seta á stovn
ein nýggjan banka, og vit
rokna við, at útreiðslurnar
hjá okkum í hesum sam
bandi fara at liggja millum
20 og 25 milliónir krónur,
segði Janus Petersen.
Hetta merkir samstundis,
at leiðslan í bankanum hev
ur broytt metingina av árs
úrslitinum frá at liggja mill
um 145 og 165 milliónir
krónur, til nú at gerast
millum 125 og 140 milliónir
krónur.
Tað er greitt, at ein slík
íløga ikki fer at geva avkast
fyrr enn í komandi árum,
vísti Janus Petersen á.
Talan verður í fyrstu syftu
um eina deild, sum fer at
liggja í Keypmannahavnar
økinum, har flestu ríku
danirnir búgva.
Danskur dótturbanki á veg
Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka, boðaði á tíðindafundi
í morgun frá, at bankin nú fer at víðka um sítt virksemi til at
umfata dótturfelag í Danmark
Mynd: Leo Poulsen
Faroe Ship rýmir ikki úr Klaksvík
Faroe Ship heldur fram í Klaksvík øðrum formi. Hetta sigur stjórin á
Faroe Ship, Jóhanna á Bergi, sum staðfestir, at talan bara er um eina
tillaging til ein broyttan veruleika, nú Lómur og Blikur ikki longur
sigla upp á Klaksvík. Í framtíðini fer Faroe Ship at bjóða eitt annað
slag av virksemi í Klaksvík, tað vera bingjuskip, reefer vessels og
fremmand skip, sum Agency deildin umboðar. Somuleiðis fara tey
at bjóða pláss á vøruhotelli og frystihúsinum í Ánunum. Faroe Ship
er nógv broytt seinastu árini og vegakervið er betra, tí er tað,
sambært stjóranum, náttúrligt, at felagið lagar seg til broyttu
umstøðunar á marknaðinum.
Fiskikapping í kvøld
Ilsligt veður í gjár gjørdi, at fiskikappingin í
Klaksvík er útsett til í kvøld klokkan 18.
Kappingin, ið vanliga hevur verið ein partur
av skránni fyri Føroya Sjómannadag, hevur
stóran áhuga bæði millum børn og vaksin.
Sum myndin sýnir, savnaði fiskikappingin
hópin av fólki fram við bryggjukantin á
Føroya Sjómannadegi í fjør.
Ársroknskapurin fyri
fyrra hálvár í ár hjá
danska bankanum
vísir eitt avlop
áðrenn skatt upp á
45,2 milliónir. Tað
er bankin sera væl
nøgdur við, serliga
tá hugsað verður um
hørðu kappingina
ROKNSKAPUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Skjern Bank boðar frá ein
um góðum úrsliti fyri fyrra
hálvár í ár.
Bankin kom inn á føroy
ska fíggjarmarknaðin av
álvara, tá teir vóru sjarmu
herferð í Føroyum stutt
undan at Føroya Banki fór
á børsin, men tá varð sagt,
at hetta var púra av tilvild,
at tað fall soleiðis út.
Samlaði
umsetningurin
er vaksin munandi hjá
bankanum. Útlánini við
heilum 33% upp í 37,
milliardir, og innlánini 24%
til 2,6 milliardir krónur.
Hartil kemur ein øking í
rentuinntøkunum
upp
á
12%. Hetta metir bankin
vera meiri enn nøktandi,
havandi í huga stóru kapp
ingina, sum er á fíggjar
økinum.
Hálvársúrslitið vísir 45,2
milliónir í avlopi áðrenn
skatt. Hetta er heldur minni
enn sama tíðarskeið í fjør,
tá avlopið áðrenn skatt var
48,5 milliardir. Tó er av
lopið eftir skatt heldur betri
í ár enn í fjør, 36,0 móti
34,9 milliardir krónir.
Samlaða handilsumfarið,
sum er úrslitið av saman
løgdu tølunum fyri útláni,
innláni og trygdum, var
eftir fyrra hálvár 7,9 milli
ardir, og tað er ein fram
gongd svarandi til 23%.
Kostnaðar og provisións
inntøkurnar eru framvegis
høgar. Hetta kemst av stóra
áhuganum
hjá
kundum
bankans at handla á parta
brævamarknaðinum. Handl
arnir av partabrøvum eru
vaksnir úr 30.000 fyrra
hálvár í fjør upp í 44.000
handlar sama tíðarskeið í ár.
Skjern Bank gott hálvársúrslit
Leiðslan í Skjern Bank er væl nøgd við hálvársúrslitið