fríggjadagur 17. august 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 158 - 17. august 2007
Ein danskur fólka-
tingslimur luttekur
í skrúðgonguni hjá
Friðarboganum í
morgin. - Tá sam-
kynd mugu rýma úr
sínum egna landi,
er hetta ein greið
falliterklæring, sigur
Mogens Jensen, ið
sjálvur er samkyndur
Samkynd
Finnur Jensen
finnur@sosialurin.fo
Í morgin hevur norður
lendska felagsskapurin hjá
samkyndum í útbúgving,
ANSO, ráðstevnu í Norður
landahúsinum. Millum røð
ararnar verður sosialdemo
kratiski
fólkatingslimurin
Mogens Jensen, ið eisini
ætlar sær at luttaka í skrú
gonguni aftaná.
Eg havi fylgt væl við
arbeiðnum hjá Friðarbog
anum, og eg má viðganga,
at eg gjørdist overfegin, tá
266 B endiliga varð sam
tykt, sigur 43 ára gamli
Mogens Jensen, ið sjálvur
er samkyndur.
Umframt at vera fram
søgufólk í miðla og mentan
armálum, er hann eisini
limur í Norðurlandaráðnum.
Á eini ráðstevnu, sum Norð
urlandaráðið helt í danska
fólkatinginum í fjør, fanst
hann hvassliga at føroysku
politikarum fyri ikki at hava
samtykt 266 B. Hann ró
upp undir, at Føroyar ikki
kundu fáa sjálvstøðugan
limaskap, á landið ikki virdi
mannarættindini.
Tað er skeivt at blanda
seg upp í føroyskan politikk,
men tá mannarættindi ikki
verða vird, hava vit politik
arar skyldu at vísa á og finn
ast at, sigur Mogens Jensen,
ið seinastu dagarnar hevur
havt summarfund saman
við hinum sosialdemokrat
isku liminum í donsku
mentanarnevndini.
Skrásett parlag
Hóast hann fegnast um, at
266 B er samtykt í Føroyum,
heldur
hann,
at
tað
framvegis er langt á mál hjá
samkyndum í Føroyum.
Eg eri heitur forsprák
ari fyri skrásettum parlagi.
Í mínum hugaheimi er tað
absurd, at tveir ella tvær, ið
elska
hvønnannan,
ikki
kunnu staðfesta hetta á
einum pappíri, sigur danski
fólkatingslimurin, ið júst er
komin úr einum langum for
holdi.
Hann vísir á, at vantandi
lógarsamtyktin er ein miss
ur fyri Føroyar.
Tá samkynd mugu
rýma úr sínum egna landi,
er hetta ein greið fallit
erklæring. Tað kann ikki
vera rætt, at borgarar ikki
kenna seg góðtiknar í sínum
egna landi. Tá er okkurt gal
ið, heldur Mogens Jensen,
ið kortini sigur seg skilja
serligu átrúnaðarligu viður
skiftini í Føroyum.
Eitt land skal ikki spæla
av við síni grundleggjandi
virði. Hóast eg persónliga
eri ímóti at blanda átrúnað
og politik saman, síggi eg
einki skeivt í, at átrúnaður
hevur ein stóran leiklut í
Føroyum. Trupulleikin upp
stendur, tá persónlig rætt
indi ikki verða vird, sigur
hann.
Spretti seint
Mogens Jensen kom lutfals
liga seint úr skápinum.
Hann var 30 ár, tá hann
alment boðaði frá, at hann
var samkyndur. Orsøkirnar
eru fleiri.
Eg var sera virkin í ung
dómspolitiska umhvørvin
um, har eg luttók í fleiri
flokstríðum. Eg óttaðist, at
mítt loyndarmál fór at
spenna bein fyri mínum
politisku ambitiónum, sigur
hann.
Seinni
varð
Mogens
Jensen settur í starv hjá LO,
stóra fakfelagnum í Dan
mark, og hetta legði eitt
eyka lok á loyndarmálið.
Eg metti tað ikki vera
hóskandi í einum tílíkum
mannfólkaumhvørvi, sigur
hann.
Tað var ikki fyrr enn ein
starvsfelagi stóð fram, at
Mogens Jensen savnaði sær
mót. Og fólk tóku væl ímóti
honum. Tað gjørdu tey eis
ini í 2005, tá hann kom inn
í Fólkatingið. Sjálvur var
Mogens Jensen eitt sindur
bilsin.
Eg varð uppstillaður í
økinum kring Herning, har
heimamissiónin er lutfals
liga væl umboðað. Har var
eingin trupulleiki. Ikki eitt
ónt orð, sigur haann.
Samkyndir lærarar
Á ráðstevnuni í morgin
ætlar Mogens Jensen mill
um annað at bera eina heils
an frá evropeiska sosial
demokratiska
felagsskap
inum fyri samkynd, Rain
bow Rose. Felagsskapurin
arbeiðir politiskt fyri rætt
indum hjá samkyndum –
serliga í eysturevropeisku
londunum, har samkynd
mangan verða kúgað og
niðurgjørd.
Í Russland eru umstøð
urnar hjá samkyndum ser
liga vánaligar. Ágangur og
harðskapur eru ikki óvanlig,
sigur Mogens Jensen, ið
eisini vísir á, at samkynd í
Russlandi ikki hava eins
góðar møguleikar at fáa
almenn størv, til dømis
lærarar.
Spurdur, hvat hann heldur
um, at ein starvsfelagi úr
føroyska bróðurflokkinum
alment hevur boðað frá, at
hann ikki hevði sett ein sam
kyndan í lærarastarv, svarar
Mogens Jensen at enda, at
tílíkt ikki hevði verið góð
tikið av floksleiðsluni, um
hetta hevði komið fyri í
danska bróðurflokkinum.
Okkara skylda at finnast at
Í gjárkvøldið skipaði Margarinfabrikkin fyri
útibiografi. Vístur varð skemtifilmurin »Et
sikkert hit« við Hugh Grant og Drew
Barrymore. Líkt var til at fólk hildu hetta
vera eitt gott hugskot, tí bæði børn og
foreldur í hópatali vóru savnað uttanfyri. At
tað var eitt sindur kalt í veðrinum tóktist ikki
bila, tí fólk høvdu latið seg í eftir
umstøðunum. Haraftrat varð skipað soleiðis
fyri, at bæði kaldar og heitar drykkivørur
vóru at fáa.
Leirvík: Andrias Andreasen, byggiverkfrøðingur, er settur í starv
sum leiðari í teknisku umsitingini. Andrias hevur seinastu árini
verið stjóri á Runavíkar Sjómansheimi og hevur annars drúgvar
royndir innan tekniska økið, leiðslu og almennari umsiting. Gøtu og
Leirvíkar Kommuna hava síðan januar 2006 havt felags tekniska
umsiting. Saman við leiðaranum starvast í alt trý fólk í felags teknisku
umsitingini. Frá 1. september er Birgit Hansen, byggiverkfrøðingur,
sett í starv í teknisku umsitingini. Í januar 2009 leggja Gøtu og
Leirvíkar Kommunur saman. Ein av uppgávunum hjá starvsfólkunum
í tekniska umsiting er at fyrireika samanleggingina í nýggju
Eysturkommunu.
- Eitt land skal ikki spæla av við síni grundleggjandi virði. Hóast eg persónliga eri ímóti at blanda átrúnað og politik saman, síggi
eg einki skeivt í, at átrúnaður hevur ein stóran leiklut í Føroyum. Trupulleikin uppstendur, tá persónlig rættindi ikki verða vird,
sigur danski fólkatingsmaðurin Mogens Jensen, ið luttekur í skrúðgonguni hjá Friðarboganum í morgin
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta vikuskiftið
verður skipað
fyri Faroe Pride
ráðstevnu í Føroy-
um. Skráin í ár er
bæði umfatandi og
fjølbroytt
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Aftur í ár skipar norð
urlendski felagsskapurin
fyri lesandi samkynd,
ANSO, fyri Faroe Pride
ráðstevnu í Føroyum.
Endamálið við tiltakinum
er at varpa ljós á viður
skifti og rættindi teirra
samkyndu í Føroyum.
Tiltakið umfatar pall
borðsfundir, framløgur,
filmsýningar, eina Pride
skrúðgongu og Pride
veitslu.
Skrá
Fríggjadagur
13:00 Ráðstevnan verður
sett í Norðurlandahúsin
um
15:00 Studentafeløg og
samkynd, tvíkynd og
transkynd evni. Pall
borðsfundur. Loftsstova
á Føroyamálsdeild, Fróð
skaparsetrið
16:30 Kaffisteðgur
17:00
Filmssýning:
Beard & Blush
19:00 Døgurði
Leygardagur
11:00 Tíðindafundur
12:00 Ábit
16:00 Nordic solidarity.
Pallborðsfundur (Norður
landahúsið)
14:00 Skrúðgonga
18:00 Móttøka
19:00 Døgurði
21:00 Pride Party
Sunnudagur
Loftsstova á Føroyamáls
deild, Fróðskaparsetrið
10:00 Trúgv
11:30
Framtíðin
fyri
samkynd, tvíkynd og
transkynd fólk í Føroy
um. Serkøn, politikkarar
og aktivistar.
14:00 Hrein og Bein
(Straight out). Doku
mentar
Fjølbroytt
skrá á
Faroe Pride
Fólk høvdu latið seg í eftir umstøðunum
Nógv fólk til úti-biograf
Leiðari til tekniska umsiting