fríggjadagur 17. august 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
11
Viðvíkjandi lýsing í
Útvarpinum ígjár kl. 18,
um ráðstevna í
Norðurlandahúsinum fyri
tey samkyndu
Eg vil gera vart við, at
ANSO ikki skipaði fyri
seinasta ráðstevna/
skrúgonga fyri samkynd í
Føroyum fyri 2 árum
síðani, sum tað bleiv sagt í
útvarpinum herfyri.
Tá var tað tað føroyska
felagið Bogin (sum
Friðarbogin men fyri
lesandi og ung), sum
endaði við at standa fyri
tiltakinum. Bogin stóð fyri
allari praktiskari
fyrireiking heima í
Føroyum, alla
projektleiðsluárbyrgd
sovæl sum alla fíggjarligu
ábyrgdina fyri veitarum,
lutakarum teimum
grunnunum, sum veittu
pening til tiltakið. Allir teir
føroyingar, sum vóru við
til at skipa fyri, sum á
ymiskan hátt hjálptu og
stuðlaðu, vóru sostatt við
til at hýsa ANSO her
heima hjá okkum í
Føroyum, og taka undir við
bæði ráðstevnu sovæl sum
skrúðgonguni.
Sjálvt um vit gleðast yvir
og heilsa øllum tiltøkum til
frama fyri samkynd í
Føroyum vælkomnan,
hevði tað kanska verði
uppaftur betur, um limirnir
í felagnum fyri tey
samkyndu høvdu verði
betri kunnaði um tiltakið
framanundan, soleiðis at
luttøka kundi
tilrættaleggjast. Sama kann
sigast um føroyingar kundu
verði við til at fyrireika
tiltakið, soleiðis at tað
kennist sum okkara/eitt
tiltak við gróðrarbotn í
føroysku rørsluna fyri tey
samkyndu.
Sum nú er kennist tað
ikki sørt fremmand, at vera
kunnað 2 dagar áðrenn
gjørnum útvarpið, uttan
hóming um hvat og hvar
tiltakið skal vera. Onkur
hevur bjóða sær til at
hjálpa, um nakað bleiv,
uttan at fáa orð aftur tey
seinastu 2 mánaðirnar.
Eingin av teimum 6
limunum av Friðarbogan
eg tosaði ígjar visti hvar
ráðstevnan skuldi vera, og
flestu (tað vil siga 5) vistu
ikki, at nakað skuldi vera
yvirhøvur her í
vikuskiftinum. Helvtin
søgdu seg tíanverri vera
stødd uttanlands, vegna
væntandi kunning.
Ynski er tí um betri
kunning, serliga tá feløg
við útlendingum á odda
skipa fyri tiltøkum í
Føroyum. Hetta til tess at
gera tiltøknini so
væleydnað sum gjørligt -
eisini (serliga?) fyri okkum
sum búgva her heima á
klettarnar.
Det
lovforslag lagtingets formand Edmund Joensen har lagt
frem bærer præg af juridisk hastearbejde og minder
meget om en indholdsændring ved brug af Søg- og
Erstat-funktionen i et tekstbehandlingsprogram. Således
må han i al hast have udarbejdet en lovændring, der
desværre ikke tager højde for to væsentlig aspekter:
Udregningsmetode og spærregrænse; som flere herunder
Aanung Hylland (1990) og Peter Zachariassen (2005) har
berørt i deres kritik af det færøske valgsystem.
Og det er meget enkelt. Den udregningsmetode der får
lov at overleve i § 31 i valgloven omhandler brugen af
d’Hondt metoden, der er anerkendt som værende
udemokratisk i forhold til stemmefordelingen mellem
store og små partier. Skulle man revurdere valgloven, bør
man som det mindste få ændret ved denne
fordelingsmetode.
Tilsvarende har man haft et hensyn til en spærregrænse
i den færøske valglov, men kun ved tildeling af
tillægsmandater. Det nuværende lovforslag indeholder
slet ikke dette hensyn.
På grund af manglende villighed til debat af det
færøske valgsystem har dette lovforslaget fået lov til at
komme i Lagtinget. Må det til den debat der forhåbentlig
nu vil rejse sig om dette emne være at anbefale følgende:
Brug St. Lagüe udregningsmetoden og indfør en
spærregrænse å mindst 1/31 –del af stemmer, helst en
fast procentsats. Med seneste valgresultat fra 2004 som
eksempel vil det give følgende resultater:
Edmund Joensens forslag:
Parti
A
B
C
D
E
H
K
Mandater
7
8
7
1
7
1
0
Et mere demokratisk forslag hvis vi skal have 1
valgkreds:
Parti
A
B
C
D
E
H
K
Mandater
6
7
7
1
7
2
0
Mon ikke lagtingets formand har kigget på denne fordeling
før han satte sig ved computeren og foretog nogle små
ændringer i den eksisterende valglov?
Rættleiðing
Summar Festivalurin
Dimmalætting ger í mánadags-
blaðnum nógv burtur úr, at trygdin
á Summar Festivalinum sambært
tveimum starvsfólkum á
festivalinum ikki var í lagi.
Summar Festivalurin hevur arbeitt
tætt saman við myndugleikunum
um trygdina á festivalinum. Hetta
er gjørt bæði áðrenn festivalin,
undir festivalinum og eftir festi-
valin, og samstarvið hevur verið
stak gott. Myndugleikarnir hava
góðkent almennu trygdina á
Summar Festivalinum bæði undan
festivalinum og í eftirmetingini.
Ein av sentralu pástandunum í
greinini í Dimmalætting er, at tað
vóru 28 eftirlitsfólk til 10.000 fólk.
Hetta er ein sera misvísandi
pástandur. Kontrollarnir, ið halda
vakt við inngongdina og á økinum,
eru bert ein partur av vaktarhaldi-
num og trygdarskipanini hjá
Summar Festivalinum. Umframt
hesar kontrollar, var eitt størri lið av
løgreglumonnum, fólk frá Reyða
Krossi Føroya, Klaksvíkar Sløkki-
liði, Klaksvíkar Sjúkrahúsi og
Norðoya Bjargingarfelag virkin á
festivalinum, og tí er talið á
teimum, ið høvdu við eftirlit og
trygd á Summar Festivalinum at
gera, omanfyri 100.
Fyri at minka um trýstið við stóra
pallin, hevði Summarfestivalurin
ein stórskíggja, sum var við til at
spjaða stóru mannamúgvuna. At tað
gjørdist tætt og trongligt í tjaldinum
hóskvøldið, mugu vit taka til
eftirtektar.
Summar Festivalurin harmast, at
Dimmalætting, sum ein av landsins
størstu tíðindamiðlum, setir til síðis
góðan fjølmiðlasið og ikki letur
Summar Festivalin koma til
orðanna í greinini og svara skuld-
setingunum. Hetta gevur greinini
stóra slagsíðu og forðar fyri at
týðandi misskiljingar, sum eru
grundarlag undir greinini, verða
svaraðar.
Greinin er í stríð við góðan
fjølmiðlasið, og tí fer Summar
Festivalurin at kæra greinina í
Dimmalætting til Fjølmiðla-
nevndina.
Manijeh
Modi
Michael@feldballe.net
Michael h. Feld
balle hansen
Samkynd í Norðurlandahúsinum
Dimmalætting kærd til Fjølmiðlanevndina
Lovændring med “Søg og Erstat”
viðmerkingar
Avleiðingar av at
gera Føroyar til
eitt valdømi
Nú verður nógv talað um at gera Føroyar til eitt
valdømi.
Mong eru tey, sum halda seg vita, hvat ið tað fer at
bera við sær.
Tað geri eg ikki.
Sannleikin er tann, at eingin dugir at síggja
frammanundan, hvat ið broytingar av vallógini kunnu
føra við sær. Man nakar halda, at Atli Dam, tá hann
gjørdi vallógarbroytingina í 1978, kundi ímynda sær,
at henda broyting kom at gera, at Tjóðveldisflokkurin
í 2004 skuldi gerast størsti flokkur á løgtingi, hóast
tveir aðrir flokkar fingu størri undirtøku millum
veljararnar?
Núverandi løgting kann nú samtykkja eina vallóg,
sum ger tað møguligt hjá tí minniluta, sum býr í
Tórshavn, at fáa meirilutan á løgtingi. Vit vita ikki,
um tað hendir, men tað kann henda, so sum gongdin í
Grønlandi tykist at benda á.
Munu tey vera mong, sum halda hetta vera eitt
demokratiskt framstig?
SKeMt
Tíðindaskriv
Leygarkvøldið 1. sept. kl.
19.30 á Giljanesi.
Borðreitt verður við
breyði, skerpikjøti,
rullupylsu o.ø. góðum
viðskera og einumhvørjum
leskiligum at drekka.
Meðan borhaldið er, fara
seks politikarar, sum vit
vanliga bert hoyra tosa um
álvarslig samfelagsmál,
privatiseringar o. a. at
royna síni skemtiligu evni.
Ein dómsnevnd, mannað
við kommunalpolitikkarum
úr Vágum, skal velja ”
Føroya stuttligasta
politikkara”.
Teir, ið fara at dystast
um hetta heitið, verða :
Jørgin Niclasen, Asbjørn
Djurhuus, Vilhelm
Johannesen, Kári P
Højgaard, Tórbjørn
Jacobsen og Bill
Justinussen.
Frásøgumaður verður
Robert Mc.Birnie, sum
hevur hótt við at koma við
skemtiligum
viðmerkingum til hesar
seks.
Felagssangurin verður
skipaður av Hans Hjalta
Skaale, sum eisini fer at
framføra onkra av sínum
kendu vísum.
Um miðnáttarleitið
byrjar dansurin. Fyrst
spæla Thunderbirds úr
Vestmanna og umleið kl.
01 spælir íslendski
bólkurin SúEllen.
Tiltakið endar kl. 03.30.
Føroya Stuttligasti
Politikkari
Zakarias
Wang
»Føroya stuttligasti
politikari« verður
valdur á tiltaki á
Giljanesi 1. sept.