Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Sunnudagin 19. august verður Esther Sørensen í Havn 70 ár. Esther er ættað úr Nesi í Vági. Foreldur hennara vóru Elsa og Magnus Jacobsen. Tað kann verða nevnt, at Elsa var dóttir Dias á Heyggi, sum var kendur rokskipari og vinnulívsmaður í síni tíð. Esther eigur tvær systrar, tvíburasystrina Edith, sum býr niðri og Margret, sum býr í Sumba. Tær blivu allir tríggjar sjúkrasystrar. Sjálv tók Esther prógv á Dronning Alexandrines Hospital í 1959. Í 1960 tók hon eitt ískoyti í psykiatri á Statshospitalinum í Ny­ købing S. Síðan tá hevur hon stórt sæð alla sína tíð arbeitt á landssjúkrahúsinum. Hon var á skurðdeildini 1960­ 70, á skurð­ og heiliráðs­ deildini 1971­1975, á B 5 1976­1983, og á føðideildini 1984­2004, tá ið hon fór frá fyri aldur. Eitt skifti í 1996 arbeiddi hon í Nuuk. Tað vóru nakrar sjúkrasystrar sum fingu hug at til at royna okkurt annað, og tær arbeiddu eitt hálvt ár á sjúkrahúsinum har yviri. Seinni arbeiddi hon eisini eitt stutt skifti í Noregi. Enn tekur hon tó einstakar vakt­ ir, so hon hevur ikki heilt slept endanum. Esther giftist í 1961 við Evald Sørensen úr Porkeri. Hann er sonur Sunnivu og Petur Sørensen. Sum ungur arbeiddi Evald á Skála Skipasmiðju, har beiggin Jóhannes, sum búsettist á Skála, longu arbeiddi, og porkeningurin Sofus Thom­ sen var stjóri. Evald kom seinni at arbeiða á Matrikul­ stovuni, og hetta gjørdist hansara lívsstarv. Tey bæði fingu tvær døt­ ur. Súsanna er fødd í 1966 er gift við Ára Rasmussen av Eiði. Tey eiga trý børn, Lea, Hanus og Rókur. Elin er gift við William Nielsen av Vatnsoyrum. Tey eiga tvey børn, Martin og Esther. Báðar døturnar búgva á Argjum. Omma er Esther góð, og dúgliga bind­ ir hon uppá ommubørnini. Okkara fyrsta samband var, tá ið eg varð akutt inn­ lagdur á landsjúkrahúsinum í 1979. Eg minnist enn, hvussu blíð og fyrikomandi Esther var. Hetta er jú ein tann besti eginleikin hjá eini sjúkrasystir, og hetta er eisini tað ummæli, sum Esther fær frá sínum arbeiði. Eisini geva hennara arbeiðsfelagar henni besta ummæli sum ein góður arbeiðsfelagi. Seinni eru vit komin at hittast hjá felags kunning­ um. Tá eri eg eisini komin at kenna Evald. Hann er ein fróðarmaður, sum veit nógv, og sum dugur væl at greiða frá eisini. Tey eru virkin í Brøðra­ samkomuni, og nógv hava glett seg um avbera vøkru songrøddini hjá Evaldi. Tað sæst ikki á nakran hátt á Esther, at hon nú røkk­ ur ”støvets år”, so bragdlig sum hon framvegis er. Hon er nevniliga ein íðin svimj­ ari og er ein av ”morgun­ frúunum” í Svimjihylinum. Teimum báðum skal verða ynskt hjartaliga til­ lukku við 70 ára degnum. Esther er burturstødd føð­ ingardagin. ó. Esther Sørensen 70 ár Føðingar Leygardagin 11. august fingu Heidi Aagaard og Høgni Lützen, Tórshavn, ein son ið vigaði 3300 gram og var 53 cm. langur. Her síggja tit hvussu fittur hann er :-) 11 aug. fingu Kristian 8 ár og Elin 2 ár eina lítla systur. Hon vá 3800 gr, og var 52 cm long. Foreldur teirra eru Aðalbjørg J. Linklett og Mortan Jacobsen, og tey búgva øll í Haraldssundi. 2. august fingu Martha Petersen og Árant Kjeld, Tvøroyri, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3370 gr. 3. august fingu Anamaria og Jákup Frederiksen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 45 cm. long og vigaði 2000 gr. 6. august fingu Vígdis Nordendal og Anton Joensen, Miðvágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4250 gr. 6. august fingu Miriam Solmunde og Jón Tórur Holm, Tvøroyri, eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 3630 gr. 7. august fingu Laila og Tummas Hansen, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3450 gr. 9. august fingu Nicolina Matras og Derhard Olsen, Holstebro, eina dóttur. Hon eitur Rebekka og vigaði 4160 gram og var 52 cm. long. 9. august fingu Oddvá og Robert Thomsen, Esbjerg, Danmark, eina son. Hann var 49 cm. langur og vigaði 2770 gr. 10. august fingu Susanne Rosendal Lauersen og Jákup Wenningstedt Hansen, Streymnes, eina dóttur. Hon var 46 cm. long og vigaði 2230 gr. 10. august fingu Karina Fagralón og Leif Hansen, Kollafjørður, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3025 gr. 11. august fingu Aðalbjørg J. Linklett og Mortan Jacobsen, Haralds­ sund, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3800 gr. 11. august fingu Kjarta Johannesen og Erland E. Jacobsen, Argir, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3400 gr. 12. august fingu Maria Skaalum Petersen og Høgni P. Vilhelm, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 2610 gr. 12. august fingu Maj H. Berg og Bárður Magnusson, Tórshavn, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4650 gr. 13. august fingu Thomina í Lon, Miðvágur og Poul Ó. Johannessen, Fuglafjørður, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3650 gr. 13. august fingu Vivian E. D. Johansen og Lennard K. Peder­ sen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3250 gr. 14. august fingu Meiken og Arnfinn Hansen, Norðragøta, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3500 gr. 14. august fingu Malena og Torkil Hansen, Fuglafjørður, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 4200 gr. 14. august fingu Anja Vidtfeldt Kvilt og Vagnur Skúvadal, Vestmanna, eina dóttur. Hon var 52 cm. long og vigaði 3350 gr. 16. august fingu Anna Nygaard og Trygvi Sigurðsson, Glyvrar, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. Brúdleyp Leygardagin 18. august kl. 15 giftast í Gøtu kirkju Hansa Mikkelsen, Syðrugøta og Dia Lamhauge, Saltangará. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19 fyri innbodnum. Leygardagin 18. august kl 12 giftast í Leirvíkar kirkju Inga Mareta Klein úr Leirvík og Andreas Roel Joensen av Argjum. Tey ið vilja heilsa uppá brúðarparið eru vælkomin á Garðsgøtu 25 B á Argjum eftir kl 19. Leygardagin 18. august kl 13.30 giftast í Sandavágs kirkju Elin Doris Dam, Miðvágur, og Jóhan á Mýrini, Sandavágur. Døgurði verður fyri innbodnum í SÍF­húsinum eftir vígsluna. Vælkomst verður í barnaheiminum hjá brúðurini frá kl. 19.00. 75 ár 17. august fyllir Thea Johansen, Tórshavn, 75 ár. Føðingardagin heldur hon hjá dóttrini í Horsens Byvangen 221, 8700 Horsens. 80 ár 17. august verður Elma Bech, ættað úr Porkeri, búsitandi í Bisserup Havnevej 18, 4243 Rude, 80 ár. Prógv Rógvi Absalonsen, Tórshavn, hevur 1.juli 2007 tikið prógv sum Master of Arts (Honours) í Sosiologi á University of Aberdeen. Sjúrður Hammer, Tórshavn, hevur 1. juli 2007 lokið prógv sum Bachelor of Science (Honours) í Biologi frá University of Aberdeen. Silvurbrúdlep 20/08­07 hava Ingunn og Jákup Suni Joensen Signabø, verið gift í 25 ár, dagin hava tey valt at halda saman við gentinum v/fam. í Grikkalandi. 30 ára starvsdagur Í dag 17. august 2007 hevur Jóan Petur Hansen, Skálafjørður starvast í 30 ár hjá elfelagnum SEV sum linjumaður í Eysturoynni. Esther saman við ommubørnunum 12