fríggjadagur 17. august 2007síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
Berit Joensen, Froðba,
andaðist á Suðuroyar
Sjúkrahúsi, mikudagin
15. august, 53 ára gom
ul. Kistan fer úr kapell
inum leygarkvøldi 18
august klokkan 18. Jarð
arferðin verður úr Tvør
oyrar kirkju sunnudagin
19 august klokkan 14.
Kistan við Poul Hov
gaard fer úr kapellinum
á Tvøroyrar Sjúkrahúsi
fríggjadagin
klokkan
18. Jarðarferðin verður
úr Hovs kirkju leygar
dagin klokkan 14. Tey
ið vilja minnast Poul,
kunnu lata Meinigheits
húsinum í Hovi eina
gávu.
Andlát og jarðarferðir
nøvn
Týsdagin 21. august verður
Astrid Frederiksen, Tórs
havn, 100 ár.
Foreldur hennara vóru
Johanna, f. Johannesen úr
Skopun og Hans Jacob
Egholm ættaður úr Hvalvík,
tey settu búgv í Magnus
Heinasonargøtu,
har
Eirikstoft brøðurnir seinni
bygdu á horninum M.
Heinasonargøta/Sverris
gøta, børnini vóru fimm,
systrarnar Jenny og Ingrid,
sum
báðar
giftust
og
búsettust í Keypmannahavn,
brøðurnir Hans og Jens
Petur
vanliga
nevndur
Pedda og Astrid vóru brøð
urnir gift og búðu í Havn.
Sum nýgift settu Astrid
og Hjalmar av Norðtoftum
búgv í nýggjum húsum í
Brekkugøtu, í býlinginum
nevndur Rabarbukvarterið.
Astrid og Hjalmar giftust
3. januar 1933, og ljósar og
eydnusælar tyktust leiðir
teirra. Hjalmar førdi slupp
ina “Verdandi”, var ein
parthavarin. Vónirnar lýstu
enn bjartari, tá børni komu,
Martin (19332005), Sonni
(1934) og Anna (1938).
Hjalmar var av lyndi
bjartskygdur og ágrýtin,
heimið í Brekkugøtu var
eydnusælt
og
lívsleiðin
tyktist ljós. Men so líðandi
var umskifti í Brekkugøtu.
Seint á heysti í 1939 fer
Hjalmar við “Tjaldrinum”
til
Keypmannahavnar
á
heilsubótarferð
við
árs
gomlu dóttrini, og longu í
apríl 1940 er Danmark
hersett av týskinum, og alt
samband millum Føroyar
og umheimin er kvett; mikil
harmur í Brekkugøtu, nú
lítla Anna ikki sleppur heim
aftur. Tó, hon er hjá góðum
fólki, og tá kríggið er av í
mai 1945 er Anna stór smá
genta og so mikið fast
grógvin, so hon verður ver
andi hjá fólkunum, sum
høvdu tikið hana til sín.
Anna var annars heima í
60’unum, hevði tá starv í
Føroya Banka, og hesi bæði
árini var Anna knáur hond
bóltleikari á fyrsta kvinnu
liði Kyndils.
Hjalmar var av raskastu
sjómonnum. Esmar Fuglø,
sáli hevði einaferð á munni,
at ilt var at fáa so erligan
kappingarneyta sum Hjalm
ar av Norðtoftum. Tá snørið
var tikið inn, tí eingin fiskur
var undir skipinum, og
menn fóru at hvíla seg, var
Hjalmar altíð framvið at
vita um fiskur tó kundi vera
undir skipinum og fyrsti
toskurin, ið síðan var inn
anborða endaði á dúrkinum
frammi í lugarinum, hetta
var fyri at siga manningini
frá, at fiskur nú var undir
skipinum.
“Verdandi” var Føroya
besta fiskiskip í 1933.
Hjalmar var tá skipari, og
teir landaðu fult skip úti í
Nólsoy 4. apríl 1933. Hetta
er sambært frásøgn frá
Edvard Hansen, keypmanni,
sála. Sama dag fær Hjalmar
boðini um, at hann hevði
fingið son. Martin er føddur
4. apríl 1933, hann andaðist
eftir stutta sjúkralegu 70
ára gamal 3. juli 2003.
Hervilig tuberklasótt tók
Hjalmar frá teimum. Hann
andaðist á Sanatoriinum í
Hoydølum 10. mars 1942
bert 38 ára gamal.
Astrid situr nú eftir við
dreingjunum báðum, 6 og 8
ára gamlir, og Anna er tá 3
ára gomul í Kjøpinhavn.
Meðan Hjalmar er á Sana
toriinum sigur hann við
Astrid henda eina dagin,
hon vitjar, at hann væntar
ikki at koma omanaftur á
lívi. Astrid biður hann ikki
siga so. Læknin hevði sagt,
at hann skuldi vera har í
tríggjar mánaðir “og so
kemur tú heim aftur”. –
“Nei” sigur Hjalmar, “ikki
vænti eg tað”, “spyr tú
foreldrini, um tú kanst vera
hjá teimum saman við
dreingjunum, tá eg eri farin,
so leigar tú húsini út, at
tey ikki gleppa tær av
hondum. Minst til, eg havi
lagt
grundarstein
undir
húsini saman við gulli – tú
mást syrgja fyri at behalda
húsini”.
Astrid gjørdi, sum Hjalm
ar hevði sagt.
Hóast mangan strævið,
so gekk. Astrid fór út at
vaska, dreingirnir vuksu til,
vóru evnagóðir og ágrýtnir
bæði í skúla og í øllum
arbeiði og Astrid hevur
sitið í somu húsum. Í 1997
flutti hon á Tórshavnar Ellis
heim í V. U. Hammers
heimbsgøtu.
Astrid vaskaði á Majar
ínum í meira enn 40 ár,
kantór og mjólkaútsøluna,
og hon vaskaði eisini langt
áramál hjá Niles L. Arge,
ursmiði á Kongabrúnni. Tú
sást hann javnan fara eftir
vegnum, treystliga gongulag
hennara var eyðkent, og
hon takkaði Gudi fyri góða
heilsu, at hon sjálv kundi
halda hús. Hugnalig og lívs
játtandi, og nøgd við lívið .
Tá Astrid fekk fólkapen
sjónina, helt hon fyri “hví
skal eg fáa pengar fyri einki
at gera” tað skilti hon ikki.
Sum ein teirra, ið hevði
dagligu gongdina í Brekku
gøtu og í Magnus Heina
sonargøtu, tá Astrid og
dreingirnir
vóru
hjá
Johonnu og Hans Jakki, í
barnaheiminum,
goymir
manga ríka løtuna í minni
num. Vissuliga. Har var
“høgt til loft og vítt til
veggja, har spældu vit og
vit leiktu, og har gekk prát
ið, har var gott at vera inn
anveggja sum úti. Børn sum
vaksin, har var hjartarúm.
Á 100 ára degnum vella
rík og fjálg minni fram frá
barna og ungdómsdøgu
num.
Astrid hevur altíð verið
við tí góða, innilig og av
lindi kravlítil. Heimahjálp
hevði hon ongantíð havt, tá
hon 90 ára gomul flutti á
Ellisheimið.
Men Astrid er hjartans
fegin, takkar Gudi fyri
hvønn dag fyri góða heilsu
og langa lívsskeiðið, henni
untist.
Føðingardagin, týsdagin
21. august, verður opið hús
á Ellisheiminum í havn
millum kl 15 og 17.
Astrid, góða Hjartaligar
heilsannir á 100 ára deg
num.
Jákup Lindenskov
Astrid Frederiksen 100 ár
Astrid situr við ommusoninum, Anfinn, sum nú er flogskipari
Maður Astrid, Hjalmar
Frederiksen, av Norðtoftum,
sum doyði av tuberklum í
1942, 38 ára gamal
Tøkk
Av heilum hjarta ynskja vit at takka tykkum øllum,
sum vístu okkum samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg
okkara tá elskaða mamma, dóttir, systir, mostir
og fastir okkara
Inga Margreta Arge
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum komu inn á gólvið
og lætti um hjá okkum í sorgini.
Og takk fyri alt tað tit bóru við inn.
Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum ringdu til okkum
og takk til tykkum, sum hava biðið fyri okkum.
Til vinfólkini, fyri kærleika og hjálpsemi, sum tit á allan
hátt vístu okkum, bæði áðrenn og aftaná jarðarferðina.
Hjartaliga takk til Sonju Klein, fyri troystarrík orð,
sum vit tóku til okkum.
Takk fyri báðar løturnar, tú var inni hjá okkum,
tú styrkti børnini og okkum.
Hjartaliga takk til tykkum báðar, Kim og Eyðun,
sum sungu og spældu so vakurt »her comes the sun«.
Takk til kirkjutænarar, sangarar, gravarhjálpina
og gravara.
Hjartaliga takk til øll tykkum, sum hjálptu til við ervi,
takk til Argja Róðrarfelag fyri innivist.
Takk fyri gávur til børnini, fyri blómur og kransar.
Vit takka fyri hjartanemandi og troystarrík
minningarorð í bløðunum.
Hjartaliga takk til øll tykkum, sum fylgdu Ingu
til hennara seinasta hvíldarstað.
Jesus verið við okkum øllum.
Heilsan frá okkum øllum
Børnini, foreldur og systkin við familju
v/ Opb. 7,9-17
Tøkk
Ein hjartans tøkk til tykkum øll, ið gjørdu mær
60 ára føðingardagin 9. juni minnisríkan.
Hans Vilhelm
13