fríggjadagur 17. august 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 158 - 17. august 2007
Mánadagin 22. august verð
ur Hermundur Zachariassen
á Argjum 70 ár. Hann er
sonur Annilenu f. Tausen úr
Runavík, og Jákup Zacha
riassen, í Mortanstovu, í
Norðragøtu.
Børnini hava skrivað Her
mundi eina heilsan. Her
skal sum minst endurtakast
av tí, sum tey greiða frá.
Hermundur er ein ímynd
av søguni hjá deyvum í Før
oyum og skal verða trivið
eitt sindur í hetta.
Tey eru sjey systkin, og
av hesum eru tey fimm
deyv. Hermundur er tann
elsti av teimum fimm. Fýra
teirra, Hermundur, Marni
og tvíburarnir Arnbjørg og
Hallbjørg, máttu fara til
Danmarkar í deyvaskúla
sum børn, meðan tann
yngsti, Jan, slapp á special
skúlan í Havn.
Tað eydnaðist nevniliga
pápanum at fáa sannført
politiska myndugleikan, í
Gøtu var hetta Jákup Frede
rik Øregaard løgtingsmaður
í nærum 40 ár, um, at neyð
ugt var við skúla fyri deyv í
Føroyum, og tí slapp Jan
undan at fara av landinum.
Tað er ringt at ímynda
sær, hvussu stórt brek tað
er at vera deyvur. Tað er
einki í vegin fyri hjá deyv
um at tosa. Men meðan vit
onnur læra tað av tí, sum vit
hoyra, hava deyv ikki hend
an møguleikan. Tí eru tey
eisini avmarkað á tí øki
num.
Hermundur dugur sera
væl at greiða frá, og hann
hevur í bókini “Søgan um
hini” greitt frá, hvussu hann
sum smádrongur upplivdi
hetta ikki at hoyra, og
hvussu hann hóast alt kundi
samskifta. Hannn skrivaði:
”Tá ið eg var lítil, tosaðu
foreldur míni við meg á
heimagjørdum
teknmáli.
Tað bar væl til at peika á
lutir og persónar, men sjálv
andi bar ikki til at gera hugs
anir og spurningar á henda
hátt. Men vit skiltu tó hvønn
annan heilt væl. Nógv av
børnunum, sum vit spældu
við, dugdu eisini at brúka
hetta heimagjørda fingra
málið. Eg fór í skúla sum
hinir dreingirnir. Eg fekk tó
ikki so nógv við, men eg
lærdi at skriva stavirnar. Eg
minnist so væl, tá ið eg og
beiggi mín Marni skuldu til
Danmarkar at ganga í skúla.
Ein dagin bað pápi meg
koma við, so skuldi hann
vísa mær havið. Hann peik
aði út á havið og segði: “Tú
skalt langt, langt út við
skipi”. Eg hugdi út yvir
havið og hugsaði: ”Tað var
løgið, hvat mundi vera har
aftanfyri.”
Vit fóru báðir niður í
senn. Tann fyrsta dagin
fylgdi ein kona okkum til
deyvaskúlan í Keypmanna
havn. Vit sóu ein heilan hóp
av børnum, ið gingu og
veipaðu við ørmunum. Vit
stóðu púra forfardir og
skiltu ikki petti av nøkrum.
Men vit fingu so okkara
dagligu gongd her og vuksu
upp saman við nógvum
deyvum.
Seinni vórðu vit fluttir á
skúlan í Fredericia.
Tvær ferðir árliga sluppu
vit heim til foreldrini, í
summar og jólafrí. Vit
gleddu okkum ómetaliga
nógv til heimkomurnar, og
vit vóru alspentir hvørja
ferð. Men sorgin var stór
hvørja ferð, vit skuldu
avstaðaftur, tá runnu nógv
tár.
Tá ið eg var liðugur á
skúlanum, gekk eg við posti
í heimbygdini eina tíð. Men
mamma mátti greiða mær
frá, hvør var hvør, tað var
eitt rættiligt stríð. Vit gjørdu
eitt tekn fyri hvørt fólkið:
Ein hevði brillur, ein skeitti,
ein var tjúkkur ella klænur,
ballaði ella roykti pípu, ein
hevði stórt skegg o.s.fr.
Skjótt gekk tó til eg visti
hvør átti postin.”
Hermundur hevur gjørt
nógv fyri at kunna um viður
skiftuni hjá deyvum millum
annað í skúlum. Tað verður
sagt, at hansara kropsmál
og mimikkir eru so livandi,
at tað ber til at skilja hann
uttan at nýta teknmál.
Vit kennast frá Norðra
gøtu. Lutvíst eru vit grann
ar, og so eru vit eisini
skyldmenn við felags røtur
yvir á Skipanes.
Tað skal sigast, at Mortan
stova var eitt einastandandi
hús. Omma Hermund var
Marin, sum var ein framúr
kvinna á mongum økjum.
Tað sama var galdandi fyri
Zacharias, sum doyði uppá
seg ungur, og sum tey
fægstu minnast í dag. Eisini
kann tað sama sigast um
foreldrini hjá Hermundi,
sum høvdu eitt sera tætt til
knýti til okkum í Tjørnu
stovu, og sum vit framvegis
minnast við takksemi. Tað
verður greitt meira frá teim
um í Mortanstovu í komandi
Keraldi hjá Fornminnis
felagnum á Glyvrum.
Foreldrini megnaðu á ein
framúr hátt at stuðla sínum
deyvum børnum, so tey
skuldu kunna hava eina so
vanliga tilveru sum møgu
ligt.
Hermundur var eitt skifti
bakari í Gøtu, og tá plagdi
eg at hjálpa teimum við
bókhaldinum. Hetta hevur
styrkt kennskapin okkara
millum.
Hermundur er tann ein
asti av teimum deyvu í
Mortanstovu, sum býr í
Føroyum. Hann er í heila
tikið ein av teimum elstu
deyvu føroyingunum, sum
hevur valt at verða í Føroy
um. Hilmar Heinesen er
eldri, nærkast teimum 100,
og teir báðir hava verið ein
góð eggjan til ung deyv til
at verða verandi í Føroyum,
hóast lívið kanska hevði
verið lættari í Danmark.
Hermundur fekk nevni
liga eina so óføra konu, Sól
bjørg Mortensen av Argjum.
Hon hevur verið hansara
fremsta samband við um
heimin sum tulkur. Børnini
hava seinni eisini tikið við.
Men nú er eisini ein væl
útbygd almenn tolkatæn
asta, sum lættir nógv um
hjá teimum avvarðandi. Tað
sama er við tøkni, her nógv
er hent við alnót og tílík
um.
Hesi framstig hevur Her
mundur stuðlað uppundir
sum formaður, og eisini
sum ein stovnari av Deyva
felagnum í 1972.
Søgan um Hermund er
ein lívsjáttandi søga. Hóast
skerdur á einum so týdn
ingarmiklum øki, hevur
hann víst, at tað ber til at
fáa eitt gott lív. Samstundis
hevur hann skapt sær stóra
virðing millum fólk.
Tey bæði eiga fýra børn,
Ann Mari, Connie, Jan og
Petur. Abbabørnini eru 10 í
tali.
Góði Hermundur. Hjarta
liga tillukku við teimum 70
árunum!
Óli í Tjørnustovu
Hermundur í Mortanstovu 70 ár
nøvn
Sólbjørg og Hermundur
Vit vilja nýta høvi á henda
hátt, at ynskja pápa, verpápa
og abba okkara hjartaliga
tillukku við føðingardeg
num.
Babba var 2 ára gamal, tá
lagt varð til merkis at hann
einki hoyrdi. Við heima
gjørdum teknmáli royndu
tey at samskifta, og 8 ára
gamal, varð hann noyddur
at fara til Danmarkar á
Deyvaskúla.
Hann fekk fosturforeldur
í Fredericia, men kom hvørt
summar heim til familjuna
í Gøtu at ferðast.
Eftir lokna skúlagongd,
fór hann í læru sum bakari,
og kom aftur til Føroyar
sum ein ungur maður. Hann
fekk arbeiði hjá Frants
Restorff. Skjótt bleiv hann
forelskaður í damu av
Argjum, og í 1961 blivu tey
gift. Tey bygdu hús á Argj
um, og fingu 4 børn.
Tað sá kanska ikki so
ljóst út fyri henda lítla
deyva drongin, men tá vit
hyggja eftir honum í dag,
so er tað ikki smávegis
hann hevur fingið burtur úr
lívinum. Hann hevur ikki
tíð at keða seg. Tað verið
seg fótbóltur, ella ein túr til
Leynavatn við tráðuni. Vit
hava ikki tal á øllum máln
ingunum hann hevur málað.
So í telduna, har hann hevur
samband við tey deyvu
gjøgnum webcamera. Á
tekstvarpinum fylgir hann
við øllum sum hendir úti í
heimi. Ja – sanniliga ein
maður sum hevur mót uppá
lívið.
Fleiri munnu vera, sum
hava hitt hann í Málinga
handlinum,
tá
nýggjar
gardinur skulu keypast, ella
lakk skal blandast til bilin.
Vit minnast aftur við
gleði á løturnar, tá babba
bygdi kassabilar og “hyttu”
og gjørdi drekar til okkara.
Stuttligt var tá vit skuldu
uttanlands at ferðast. Nógv
ir km eru koyrdir í Danmark,
Norra, Onglandi, ja heilt til
Jugoslavia. Spennandi var
at vera í Tivoli og í Lego
landi.
Allarbest var tó at vera
heima hjá okkum. Húsið
var altíð fult av fólki, og tón
leikurin rungaði.
Ikki hoyrdi hann trumm
urnar og bassguitaran á
loftinum, men altíð gleddist
hann saman við okkum um
tað.
Vit vilja takka babba og
mammu fyri eitt gott og
trygt heim á Argjum. Takk
fyri tykkara kærleika og
fyri tykkara bønir fyri okk
um og okkara børnum.
Vit elska tykkum, og
ynskja tykkum nógv góð ár
framyvir.
Hevur tú hug at heilsa
uppá føðingardagsbarnið,
ert tú vælkomin í Deyva
húsið í Havn leygardagin
18. august frá kl. 10 til
14
Børnini við fam.
Heilsan frá børnum við familjum
18. august. Agapetus. Deyður umleið ár 300. Ein 15 ára
gamal drongur, sum var tikin av døgum fyri kristnu trúgv
sína.
19. august. Sebaldus. Sigst at hava verið guðrøkin danskur
kongssonur, sum var trúlovaður franskari prinsessu. Men
hann fór frá henni og gav seg í kleystur í Nürnberg, har
hann doyði í hvussu so er fyri ár 1070.
20. august. Bernhard, deyður í 1153. Abbati og kirkjulærari
í Fraklandi. Kom upp í munka og nunnuskipanina, ið
róptu seg cisterciensaraskipanin. Har gjørdist hann skjótt
oddamaður, og fekk stóran týdning í kirkjupolitikki og
kirkjulæru í 12 øld. Bygdi í 1115 kleystrið Clairvaux og
varð síðani róptur Bernhard úr Clairvaux. Hann var vanur
at taka til: Ora et labora (bið og arbeið). Navnið er
germanskt og merkir bjørn og harður.
Dagurin