Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 15 NØVN STUTT SAGT Vístur úr USA Ein amerikanskur dóm- stólur hevur gjørt av, at ein 91 ára gamal maður av litavskum uppruna skal vísast úr USA, tí hann var við til at jagstra og myrða polskar jødar undir seinna heimsbardaga. Sambært úrskurðinum var Vladas Zajanckauskas við í Trawniki-deildini, sum millum annað beindi fyri jødum í Warszawa. Innan- ríkisráðið í Washington sig ur, at høvdu innferðar- myndugleikarnir havt upplýsingarnar um fortíð- ina hjá Vladas Zajan- ckauskas, tá hann kom til USA í 1956, var hann ongantíð vorðin ameri- kanskur ríkisborgari. Gíslar enn Enn røkist einki fyri, at teir fimm donsku sjó- menninir, sum eru gíslar umborð á farmaskipinum „Danica White“, verða latnir leysir. Nú eru næstan 80 dagar, síðani skipið bleiv rænt uttan fyri somalisku strondina. Skiparin hevur í einum teldubrævi sagt, at burtur- flytararnir vilja hava átta mió. krónur í loysigjaldi fyri skip og manning, men sambært donskum fjøl- miðlum vil reiðaríið hjá skipinum ikki gjalda meiri enn tvær mió. krónur. Grikkar á val Grikski forsætisráðharrin, Costas Karamanlis, kunn- gjørdi í gjár, at hann hevði gjørt av at skriva út val til tjóðartingið, og at valið verður tann 16. september. Upprunaliga skuldu grikkar ikki á val fyrr enn í mars næsta ár, men í seinastuni er stuðulin til stjórnina og stjórnar- flokkin Nýtt Demokrati minkaður so nógv, at forsætisráðharrin heldur seg hava betri møguleikar nú enn til várs. SAMBAND ÁRNI JOENSEN FARTEKST@MAIL.DK - Nógvar bygdir eru avbyrgdar, og bjargingarliðini stúra fyri, hvat kann vera hent har (Jette Lune, neyðhjálparfólk í Peru) ÚTLOND Meiri enn 20 danskir ríkisborgarar í Peru hava ikki latið frætta frá sær síðani jarðskjálvtan í gjár Bjargingarlið hava higartil funnið 510 fólk deyð eftir jarðskjálvtan í Peru í gjár, og umleið 1.600 fólk hava fingið skaða. Myndug leik- arnir bera ótta fyri, at talið á deyðum fer at veksa, tí enn eru fleiri bygdir, sum bjargingarliðini ikki eru komin til. Danska uttanríkisráðið hev ur síðani jarðskjálvtan roynt at fáa samband við danskar ríkisborgarar, sum vóru í Peru, men enn hava meiri enn 20 danir ikki latið frætta frá sær, sigur uttanríkisráðið í Keyp- mannahavn. Stjórnin í Peru hevur biðið umheimin um hjálp, og ST, ES, USA, Kanada, Brasil og Kolombia hava sent tjøld, heilivág og ymsa aðra neyðhjálp til tey neyðstøddu. Myndug leik- arnir siga, at jarðskjálvtin gjørdi serliga stóran skaða í økinum kring býin Pisco, og umleið 70 prosent av býnum er javnaður við jørðina. 510 funnin deyð Bjargingarliðini vænta, at talið á deyðum fer at veksa Partabrævavirðið á Fondsbørsinum í Keypmannahavn minkaði 59 mia. krónur eftir nøkrum tímum í gjár Dagurin í gjár var tann ringasti á Fondsbørsinum í Keypmannahavn tey sein a- stu fimm árini. Partabrøvini í C20-fyritøkunum fall 4,3 prosent, og eftir nøkrum fáum tímum fall parta- brævavirðið knappar 60 mia. krónur. Tað merkir, at síðani tann 23. juli er virðið á teimum fyritøkunum, sum eru skrásettar á Fonds- børsinum, minkað 144 mia. krónur. Men dagurin í gjár var bara ein av fleiri, og tað er heldur ikki bara í Danmark, at virðisbrævavirðið minkar. Gongdin er tann sama á fleiri marknaðum, eisini tí amerikanska, og summir serfrøðingar vænta, at tað kann enda við einari heims- umfatandi kreppu sum í 1998. Danska partabrævavirðið er minkað óvanliga nógv Virðið á donskum partabrøvum raplar niðureftir Tann fyrsta tropiska ódnin í ár hevur fingið navnið Dean, og hon kann gerast sera vandamikil Í Texas hevur tropiski stormurin Erin gjørt um seg tað seinasta samdøgrið við vindi og óvanliga nógvum regni, men amerikonsku veðurmenninir ávara um, at verri veður er á veg. Úti í Karibiska Havinum er tropiska ódnin Dean í ferð við at menna seg. Veðurmenninir siga, at hon verður helst ein ódn í flokki fýra, tá hon ætlandi kemur til Jamaica fyrst í næstu viku, og at hon kann gera stóran skaða, tá hon fer um Meksikanska Flógvan. Amerikonsku myndug- leik arnir hava teir seinastu dagarnar eggjað fólki til at fyrireika seg til ódnar- veðrið. Fylgisveinamynd av ódnini Dean Ársins fyrsta ódn á veg