fríggjadagur 17. august 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 158 - 17. august 2007
SPANIAFERÐ
Eli Smith, listarmaður
4. partur
Nú eg havi verið her í nakrar
dagar, gingið túrar í
góðveðrinum, verið til handils
ella sitið á café, havi eg hugt eitt
sindur eftir fólkasløgunum og
teimum ymsu typunum. Her sær
tú so at siga øll fólkasløg, sum er
eitt úrslit av allari tilflytingini
upp gjørgnum øldirnar, av
iberarum, keltarum, rómverjum,
jødum, sigoynarum, vestgotum
og maurarum.
Men eg má fleiri ferðir
smílkast við - kenni fleiri typir
aftur, stuttligt at síggja
dupultgangarar hjá ikki so fáum
føroyingum: har gongur hann,
har situr hon, og hygg har, Birgar
Johannesen og Ingi Mohr, og tú
Flemming Samuelsen, ja, tú ber
alla tíðina kenslu við onkran. Ein
bussur steðgaði, og nógv vøkur
ung fólk streymaðu úr. So við
eitt, bleiv eg so skakkur, tá tann
eini drongurin kom úr bussinum
- tað var, sum at síggja sonin hjá
mær, Líggjas. So tað rennur nógv
suðurlendskt blóð í nógvum
føroyingum og meir enn hjá
íslendingum og norðmonnum.
Nógv av tí stavar frá
sjórænaratíðini. Far til Skopunar,
Skúvoyar, Mikladals, Hvalbiar, ja
nógvastaðni finnur tú hettar
myrka. Ættin hjá mær úr Nólsoy
hevur eisini hettar íborið. Omma
mín bleiv, ikki av ongun, kallaå
fyri “Svarta Sanna”.
Var eina nátt á einum fínum
hotelli í Santillana, serliga við tí
fyri eyga at sleppa at senda og
móttaka email, men sum ikki
virkaði. Húsið var frá 1200
talinum, sera gott kamar við
terassu - og sum tit síggja á
myndini, siti eg við eini appelsin
og appelsintrøð aftan fyri meg.
Undraðist aftur á hvussu
fantastiskt skapanarverkið er.
Hendan appelsinin er skapt til
okkum menniskju at njóta. Eg
má bara siga tøkk, mín Harri, og
rennur mær í hug ein strofa, sum
Steinvør Fonn syngur, “Takk
Gud fyri vakurleika, lív og
gleði”.
So legði eg leiðina móti tí fyrr
umtalaða býnum Gernike, sum
tók ein tíma at koyra. Fann eitt
parkeringspláss mitt inni í
býnum. Vildi so fegin síggja
henda bý, tí eg kenni málningin
Guernica, sum Pisacco málaði
fyri ta republikonsku stjórnina í
Madrid og sum skuldi prýða ta
sponsku pavilliongina á
heimsframsýningini í Paris 1937.
Málningurin er um borgarastríðið
og serliga um eina skakandi
hending, sum býurin Gernika var
vitni til. Her kemur søgan: Frá
1936 til 1939 var borgarastríð í
Spaniu. Eftir at republikanararnir
høvdu vunnið valið í 1936,
gjørdu høgravendir fasistar, við
general Franko á odda,
uppreistur. Við stuðuli frá nasi
Týsklandi vunnu Frankosa menn
borgarakríggið, sum kostaði
350.000 mannalív, og sum vit
síggja á myndini, flýggjaðu nógv
illa fyrikomin fólk um tað
franska markið.
Franko fekk harða mótstøðu
frá Baskarunum, so fyri at bróta
stríðsviljan hjá teimum, fekk
hann hjálp frá tí týska og
italienska flogvápninum at
bumba baskarabýin Gernike.
Tann 26. apríl 1937 og
mánadagur var. Nógv fólk vóru á
torginum henda dag. Har vóru
nógvir bøndur og húsmøður, sum
keyptu og seldu. Tá byrjaðu
klokkurnar í Santa Maria
kirkjuni at ringja, fyri at ávara
fólkið móti fíggjandaligum
flogførum, sum vóru á veg móti
býnum. Bert fáum náddi at finna
sær skjól, áðrenn 43
flúgvimaskinur náðileyst
bumbaðu og við maskinbyrsum
drupu alt livandi, sum flutti seg á
jørðini. Hesi eirindaleysu álop
hildu á í tríggjar tímar, og býurin
Gernike upplivdi eitt satt helviti.
Millum brennandi hús lógu 1600
mennisku eftirá. Hendan hending
skakaði allan heimin. Fýra dagar
eftir hettar byrjaði Picasso upp á
málningin: Guernica, og fimm
vikur tók tað honum at mála
hendan mótmælismálning, sum
var svartur og hvítur.
Hann sýnir fullkomið kaos,
vónleys móðir við sínum deyða
barni, tað spanska fólkið, vitnir
til hópdrápið og blóman, sum
tekin um vón. Málningurin var í
útlegd í m.a. í New York og kom
ikki heim til Spania aftur fyrrenn
eftir, at Franko var deyður og
demokratiið aftur var sett á
stovn. Nú hongur málningurin í
Centro de Arte Reina Sofia
savninum í Madrid. Var í býnum,
gekk og hugsaði, hvussu ræðulig
støðan hjá Gernikubúgvum mátti
hava verið. Fór inn á eina café
har fyri at skoða hesar íbúgvar.
Hugdi at m.a einum skulpturi
eftir kenda mynda høggaran
Henry Moore. Gekk framvið
ráðhúsinum, har tað baskiska
flaggið veitraði. Síðani gekk
leiðin norðureystur, yvir móti
strondini.
Eftir at hava koyrt eina løtu,
kom eg framvið trimum smáum
hugnaligum fiskarabýum við
nógvum litføgrum fiskibátum.
Har var nógv fólk at síggja á
gøtunum hendan sunnudagin.
Framvið Biskajavíkini liggja
nakrar av teimum bestu
fiskamatstovunum yvirhøvur.
Nakrar ferðir koyrdi eg meg
fastan í teimum smáu
trafikkeraðu gøtunum niðri við
havnalagið. Umsíðir kom eg til
býin Sopelana, sum liggur í ein
landnyrðing úr Bilbau. Har eg
fann eitt gott kampingpláss . Tað,
sum fekk meg at koma hagar,
var, at í Bilbao er ein tann
flottasti listaskálin í heiminum,
sum eitur Guggenheim
listaskálin. Týsdagin fór eg við
metrotokinum inn til Bilbao. Tað
tók hálvan tíma. Guggenheim
listaskálin, sum lat upp fyrstu
ferð í 1997, liggur við ánna: Ria
de Bilbao og er tann størsta
turistmagnetin í
Baskaralandinum. Hann er blivin
eitt symbol fyri Bilbao á sama
hátt, sum Jørn Utson’sa operahús
er fyri Sydney. Hettar er ein
serstakur bygningur, ið er
evnaður sum eitt millumting
millum eina rúmstatión og eitt
risastórt blomstur. Hann er
gjørdur úr titanium, steini og
glasi. Er teknaður av tí
amerikanska arkitektinum Frank
Gehry og kostaði 650 milliónir at
byggja. Yvist onga løtu í, at
hettar hevur verð ein góð íløga.
Har vóru nakrar framsýningar,
millum annað ein við russiskari
list, sum eg var so heppin at
síggja. Ikki er á hvørjum degi ein
sleppur at síggja tey bestu
verkini frá søvnum í
Sanktapætursborg og Moskva við
bæði nútíðar og eldri list, nakrir
risastórir propagandamálningar
frá Stalin tíðini og frá
revolutiónini, vóru við. Eisini var
Hópdrápið í Gu
- Málningurin hjá Picasso, Guernica,
sýnir fullkomið kaos: Vónleys
móðir við sínum deyða barni - tað
spanska fólkið vitni til hópdrápið og
blóman, sum tekin um vón. Eli Smith
hugleiðir um spaniaferð
Frásøgumaðurin við eini
lokalari appelsin