Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 17 uernica í 1937 ein stór framsýning hjá einum amerikanskum myndahøggara, sum eitur Richard Serra. Hann hevði fingið tað størsta rúmið, hvar hann sýndi fram stórar avlangar veggir, sum vóru sneiddir ymsar vegir, og so kundi ein ganga millum hesar veggir, onkrir vóru spiralformaðir. Hesir veggir mundu viga fleiri 100 tons, tí teir vóru úr 5 cm tjúkkum stáli. Hvussu hesir risastóru stálveggir kundu vera formaðir so, er mær ein gáta. Eisini kundi ein royna við at taka nakrar tónar og lurta eftir, hvussu skapið á veggunum ávirkaði ljóðmyndina. Richard bleiv spurdur, hvat hansara størsta ynski var við tí, sum hann gjørdi, og svaraði hann, at tað var at fáa fólk at hugsa øðrvísi. Dagin eftir var eg í Museum de Bellas Artes, sum sýndi list frá 1100 talinum, eisini klassiska list við listamonnum sum: El Greco, Velázques, Goya og fram til dagin í dag. Savnið vísti eisini nógvar baskiskar málarar. Ein, sum hugtók meg nógv, var Aurelio Arteta, serliga vóru tað hansara freskomálningar. Nú havi eg verið her á kampingplássinum í Sopelana nakrar dagar. Ein góður býur, á stødd við Havnina. Her er ein avbera vøkur strond, sum, í vikuskiftunum, verður nógv vitja. Her spæla tey fótbólt, ríða ,surfa Fólk sita á barrum og matstovum og njóta tað góða útsýni út á havið. Eitt satt paradís vil eg siga. Havi eisini verið á strondini og leita eftir steinum, sum eg kann nýta til mínar málningar. Ein kom og spurdi meg, meðan eg gekk og leitaði, um eg var fornaldarfrøðingur. Havi sikkurt sæð soleiðis út, var í stuttum buksum og hatti. Næsta dagin, eg var í bilinum hjá mær, hoyrdi eg eitt tjaldur láta. Eitt sera heimligt ljóð. Men tað, sum undraði meg, var, at eg helt meg bara hoyra eitt tjaldur og látið hoyrdist í jøvnum millumbilum og somu fjarstøðu. Vanligt tá tú hoyrir tjøldur har heima, so hoyrir tú ljóðið betur og betur, og tá so tey fara framvið, ja so fjarðar tað burtur aftur. Hettar tjaldurslát mátti kannast, so eg fór mær ein túr, hevði kikaran við og gekk eftir hesum løgna tjaldursljóði. À veg oman til strondina hoyrdi eg aftur ljóðið og nú klárari enn nakrantíð, kikaði so móti tí rætninginum eg helt, at ljóðið kom frá. So við eitt sá eg ein fugl, grábrúnur á liti, eitt sindur minni enn ein stari, standa høgt uppi á einum pela. Eg veit, at starar í Føroyum kunnu gott láta sum tjøldur viðhvørt. Hesin sang eitt repartuar við 4 ymiskum fuglaljóðum og millum annað hettar vælkenda tjaldursljóðið. So spurdi eg fólk sum gingu framvið, um tey kendu hendan fuglin, men tey ristu bert við høvdinum. Hevði eina diktafon við mær. So ein morgun sat hesin fuglur tætt við bilin hjá mær, og hepnaðist mær at taka morgunsangin hjá honum uppá band. Nú hugsaði eg, at lætt var at fáa at vita, hvør hesin tjaldurshermari var. Fór niðan á móttøkuna á kampingplássinum og spældi ljóðið við fuglinum fyri 3 fólkum har. Tey fóru at flenna og søgdu, at hattar var ein: Gaviota. Endiliga var tað onkur, ið visti, hugsaði eg, so eg skundaði mær oman í bilin, sló upp í sponsk/donsk orðabókini. Men har stóð, at Gaviota var ein Likka. So har var heldur eingin hjálp at heinta. Ein annan dagin, var eg niðri á einum urtagarðsøki. Spældi ljóði fyri tí fyrsta, sum segði tað vera eina kvørkveggju, men so spældi eg ljóðið fyri tí næsta, sum var ein eldri maður. Hann segði beinan vegin at fuglurin at : Hesus Maria Garay, á Sponskum. Fór á alnótina, sum sigst at vita alt og spurdi so hana um: Hesus Maria Garay var at finna har, men hon svaraði, at tað var ein songkvinna, sum at Maria Karay. Fór á bókasavnið, fekk allar bøkur um fuglar, men ongin Hesus Maria Garay at finna. Kanska finni eg navnið, tá eg komi heim. Annars havi eg arbeitt um dagarnar við at bróta ymiskar spanskar steinar við mortaranum sum Leivur mammubeiggi sáli gjørdi mær. Royni støðugt at arbeiða við hesum, sum er alneyðugt. Ùrslitini koma ikki av sær sjálvum. Tað eru 3 ting, sum eru umráðandi, tá ein m.a. arbeiðir við tílíkum, og tey eru: at ein arbeiðir. Hettar at arbeiða við steinmáling støvar illa, men áhugin at arbeiða við hesum hugtekur meg og er sera spennandi, allatíðina at finna útav onkrum nýggjum. Havi ikki hug at endurtaka nakað eg havi gjørt, tí eg veit, eg kann skapa eina nýggja mynd. Hettar hava vit menniskju íborið frá Skaparans hond, altíð at kunna gera nakað nýtt. Hvør mynd, skal vera einastandandi (unik) Annars geri eg ymiskt. Keði meg ongantíð ! og tað eri eg takksamur fyri. Gangi túrar framvið strondini sum oftast. Siti á internetcafé, keypi inn. Matgeri sum oftast í bilinum, sum hevur alla ta neyðugu útgerð, sum skal til. Her er einki luksus ! Siti, tá tað viðrar, úti á terassuni, sum er eitt tað besta við bilinum, at kunna njóti tað frísku Atlantshavsluftina og útsýnið útyvir Biskajavíkina.