fríggjadagur 17. august 2007síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
- Vælkomin, tí nógv,
kanska fólk flest, hava
verið í døpurhuga av
málstøðuni. Tey hava følt
seg býtt og sett uttanfyri,
tí tey dugdu ikki longur
”ordiligt føroyskt.”
Tað vanliga málið,
móðurmálið, var ikki ”nóg
føroyskt.” Hvat var tað so?
- Neyðugt, tí eingin
hevur higartil dittað
sær, at róð upp móti
reinsingarrákinum,
sum hevur at kalla
verið einaráðandi á
“parnassinum” tey
seinastu 40-50 árini.
Vanlig fólk við vanligum,
natúrligum máli, hava
lítlan og ongan stuðul havt
í hesi reinsingartíð
Rolf Guttesen
Høvuðsparturin av bókini eru
stuttir kapitlar. Stykkini eru eina,
hálvaaðru til tvær síður, og
viðgera við góðum dømum og
argumentum nógv ymist, sum
útvarpið hevur sagt ella bløðini
hava skrivað. Hvørt stykki er
læruríkt, og væl sett saman. Her
kann man læra nakað um
skrivikynstur, stilistikk, og um
musikalitet í málinum. Men
eisini um grammatikk,
orðatýdning, nuancur, nyttuna av
fremmandorðum og vandan við
íslandificering.
Stuðul frá Regin Eikhólm,
Óla Breckmann, Eivind
Weyhe og Óla Petersen
Regin Eikhólm hevur lagt til
rættis. Fremst er eitt fororð, sum
Óli Breckmann hevur skrivað.
Eivind Weyhe hevur ein
upplýsandi tekst á bakpermuni..
Óli Petersen hevur nýggjar
tekningar, sum spæla væl saman
við tann andré-ska humorin.
Henda stuðlandi teggjan skapar
breidd.
Eingin politiskur flokkur kann
taka patent uppá málið. Hetta
verði sagt nettup tí, at ein klárur
tendensur hevur verið tann vegin,
at ”tjóðskaparfólk” hava tikið
patent uppá at vera málreinsarar,
røktarar og ”rættir føroyingar,”
soleiðis sum Svenning Tausen
segði frá í Dimmu herfyri.
Tað principiella í sakini
André hevur skrivað eitt stutt
fororð. Og harnæst koma tvær
greinar, ið eru nakað longri enn
hinar. Serliga tann seinna, ”Tann
skeiva málrøktarkósin,” er prin-
cipiell og góð. Hon samanfatar
tað mesta av tí, sum skrivað
verður í smákapitlunum
í bókini annars.
André ger vart við, at føroyska
málreinsingin í flestu førum
hevur politiskar røtur. Hann
citerar norðmannin Sigurd Hoel,
sum einaferð skrivaði um fólkini,
sum royndu at gera nýnorskt
einaráðandi í Norge:
”En kan si, at denne hæren
også lider av en stor felles
neurose: den vil ha denne
samme dansketiden fortrengt,
ikke bare fra vor bevidsthet,
men også fra selve
historien…”
Út við øllum, ið líkist donsk-
um, inn við uppafturgrivnum,
heimagjørdum ella læntum
orðum. Ikki man vera skeivt at
siga, at hesi orð kundu verið
skrivaði í Føroyum, eisini í dag?
Danofobiin hevur
verið stýrandi
Tað er áhugavert at leggja til
merkis, at orðaskiftið um málslig
ting fyrr mest var um stavseting,
sigur høvundurin síðu 22. Hann
heldur tó fram og sigur, at ein
støðugt harðnandi málreinsing
hevur verið gjøgnumførd.
”Tey reinsihugaðu hava ikki
sjálvi vitað, hvussu djúpt tey
skuldu skera. Ein óklár
danofobi, ein ræðsla fyri
donskum, ella tí, sum hevur
verið hildið at vera danskt,
hevur leingi stýrt føroyskum
málfólkum. Hetta national
istiskt gjøgnumsúrgaða følilsið
hevur mangan kámað útsýnið
og skert ta sakliugu
metingina..”
Kann man seta nakað mark?
Og skal man venda øllum tí
felagsgermanska bakið, bara tí
danskt eisini er partur av hesum?
Nei, sjálvandi ikki
”Tann aktiva málreinsingin
bleiv sett í system, tá Føroya
Fróðskaparfelag fór undir at
útgeva tekstir á einum undar
ligum, syntetiskum máli, sum
tey nógvu høvdu ilt við at for
standa… Málreinsingin vil: a)
beina fyri orðum, sum ”líkjast
donskum”, og b) seta nýgjørd
føroysk ella íslendsk orð inn í
staðin. So ber til at spyrja, um
hetta er neyðugt, um hetta er
beint…”
André hevur tað støðu, at ikki
bert royna málreinsarar, at skifta
orðatilfarið út, men at teir eisini
eru lagstir á syntaksin ella
setningslæruna. Hvussu eru
vanligir føroyskir setningar
uppbygdir? Við góðum dømum
vísir André, hvussu hetta sær út
bæði í talumáli og skriftmáli.
Men málreinsarar venda øllum
við og lúka neyðug og góð orð
burtur.
Málreinsingin er
farin yvir gevind
Niðurstøðan er, at málreinsingin
er farin yvir gevind. ”Málið skal
ikki misbrúkast til at dragsa
Føroyar burtur frá Danmark og
nærri Íslandi. Føroyar skulu
vera, har tær altíð hava verið:
mitt í Norðurlondum. Føroyskt
skal ikki minkast til bara at vera
suðuríslendskt” (31).
Sum øll onnur mál hevur
føroyskt fingið ávirkan uttanífrá,
ikki bara úr donskum, men úr
eingilskum, hollendskum,
fronskum, ja, enntá arabiskum.
Tað spillir ikki málið.
”Tað at røkja málið er í
grundini nakað heilt annað
enn at tøssa runt í tí málsliga
urtagarðinum og skrykkja
sakleys blomstur upp, sum
onkur fanaticus hevur útpeikað
sum ikki verandi av røttu
málrasuni”
Ber til at gera øll
fakmál ”føroysk” ?
Føroyska málið er sprottið úr tí
veruleika og gerandisdegi, sum
fólk í Føroyum hava livað við í
eini 1200 ár ella kanska nakað
longri. Hesin gerandisdagur var
dagligt arbeiði heima og úti, í bø
og haga og á sjógvi. Hetta málið
er grundstøðið í føroyskum.
Hetta er eitt gott og fullfíggjað
(komplett) mál, tí alt, sum sigast
skal um hendan gerandisdag,
kann sigast klárt, týðiliga og við
ótalligum nuancum og
variatiónum.
Hetta er eisini tað málið, sum í
dag gevur tilfar til flestu meta-
forar í føroyskum (Donsk-
Føroysk orðabók sigur: metafor -
myndborin, men tað sigur mær
einki.. Politikens fremmedordbog
sigur: Et udtryk, som beskriver
noget med ord, der ellers bruges
om noget andet. Fx ”et hjerte af
sten”).
Nakrir vanligir metaforar, sum
enn hoyrast dagliga, eru: - At
velta upp úr nýggjum - At leggja
á annan bógv - Sum ketta upp úr
høvdatrog – Ongul í reyv –
Koma aftur sum av torvheiðum –
Tungur er tigandi róður. Og fleiri
hundrað aftrat. Metaforarnir siga
nakað ”í yvirførdum týdningi.”
Tað sum eyðkennir hetta málið
er, at har eru næstan eingi orð,
sum hava eitt abstrakt innihald.
Men í sjálvum metaforinum
liggur fyrsta, lítla abstraktiónin.
Seinastu 130 árini ella so er
fiskivinnan komin aftrat við
sínum gerandisdegi, sum hevur
gjørt nýggj orð og hugtøk,
skapað ein nýggjan lívsstíl og
eisini ein nýggjan hugsingarhátt.
Tíðin hevur broytt tankaverðina
hjá fólki, nýggir politiskir og
religiøsir tankar fylgdu við.
Tankar og orð skulu helst
fylgjast. Skalt tú fortelja um tínar
tankar, mást tú hava orð.
Seinastu 50 árini er so nógv
broytt og nýtt komið aftrat,
ídnaður, flakavirkir, samferðsla,
undirvísing, handil og service.
Hetta hevur ført við sær, at brúk
er bæði fyri nýggjum gerandis-
og fakorðum. Neyðugt er at
kunna tosa um annað enn seyð
og ull, neyt og mjølk, merkur og
gyllin.
Kirkjan yvirtók eitt
gott latínskt fakmál
Eg haldi, at bert eitt fakmál, sum
ikki beinleiðis hevur við
gerandisdagin at gera, hevur
útviklað seg í Føroyum. Tað er
kirkjumálið ella tað kristna
fakmálið. Í hesum máli eru
nógvar abstraktiónir og nógv
andalig tala. Men í næstan øllum
førum er fak-terminologiin tikin
úr gomlu katólsku kirkjuni, sum
brúkti latín sum høvuðsmál. Tí
hoyra vit um apostlar, epistlar,
evangelium, krønika, advent,
páskir, messa, halleluja, brøv,
einglar, djevlar, munkar, nonnur,
profetar, biblia, tempul,
tabernakul, testamenti, sálmar,
prestar, próstar, bispar, kirkju,
kór, altar, kross, kristin,
konfirmantar og - Amen.
Hetta - at kirkjan fyrr var
katólsk og brúkti latín - hava
einfoldigir trúbótasinnaðir og
tjóðskaparligir propagandistar
gjørt til gjøldurs. Tað er
órímiligt.
Tað vísindaliga málið var eisini
latín, og tað er einki komiskt í tí.
Latín hevði bara ta støðu, sum
eingilskt hevur í dag, sum eitt
lingua franca, ella tað málið, sum
Rolf Guttesen:
Vælkomin og neyðug
André Niclasen:
Føroya mál á manna munni
- móðurmálið og málrøkt
Lagt til rættis: Regin Eikhólm og
André Niclasen
Tekningar: Óli Petersen
Prent vm: Føroyaprent
Læribókaforlagið 2007
Síðutal: 272
18