Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 fólk flest duga. Stóri spurningurin er: Ber til at tosa føroyskt ella konstruera eitt føroyskt mál á øllum fakøkjum? Skal føroyskt royna at vinna nýggj domenir (fakøkir, branchur)? Hetta er ein sera viðkvæmur spurningur. Summi siga bara: sjálvandi skulu vit tað. Men er tað so lætt og líka til? ”Ja, vit megna, bert vit vilja,” havi eg hoyrt annars fornuftig fólk siga. Tað førir ongan veg, í hvussu so er ikki til nakað gott. Hugsið teir bara onkuntíð realistiskt um tað avmarkaða fólkatalið í landinum. Ger sum kirkjan, hon yvirtók bara øll fakorðini. Hvat sigur høvundurin um spurningin um fakmálini? Um hetta mál, manglandi abstrakt orð, fá faklig orð, sigur André soleiðis (s.32): ”Vit standa í dag við einum (góðum) máli, sum er sera fátækt á teim flestu økjunum, sum bara bera eitt sindur upp um gerandisdagin (filosofi, matematikk, teknikkur, kemi, litteratursøga osfr.). So er spurningurin: Hvussu loysa vit hetta? Skulu vit gera túsundtals av orðum ella skulu vit taka við teimum felagsorðunum, sum finnast uttan um okkum?” Bøkur eru skrivaðar á føroyskum, sum ikki eitt eyga hevur lisið, til dømis ”Alisfrøði” hjá H.D.J. Greinir eru skrivaðar ella umsettar til Fróðskaparrit, sum heldur eingin hevur lisið. Eingin skilti ella orkaði at lesa hetta løgna, sterila og kon­ strueraða málið. Nú er linjan har tíbetur broytt, so onnur mál enn føroyskt accepterast sum nóg vísindalig. Men ótruliga nógv orka, arbeiði, stríð og tíð er spilt burtur til onga nyttu. Hatta var skeivur málpolitikkur, utopiskur, órealistiskur, forvirrandi. Eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein til ”Frøði” um eitt vulkangos í 1816 í Indonesia, tað allarstørsta í nýggjari tíð, sum eisini ávirkaði veðrið í Føroyum. Ein spennandi søga haldi eg enn. Greinin kallaðist ”Árið uttan summar.” Tá eg fekk manuskriptið aftur frá blaðstjóranum til at góðkenna, var tað umskrivað, og eg dugdi ikki at lesa tað sjálvur. Har var millum annað nakað nýtt um ”miðhválvið,” sum eg ikki hevði skrivað. Føldi meg knappliga í einari kirkju ella so, men gakk. Hatta var bara fróðskaparføroyskt fyri tað vælkenda og inter­ nationala fakorðið ”stratosfera”, sum er ein partur av atmosferuni. Eg mótmælti sjálvandi, men einki batti. Eg dugi ikki at lesa greina hjá mær, sum kom uppá prent. Hvør man so? Svarið uppá spurningin í citatinum omanfyri er klárt: “at vit eiga og helst noyðast at taka við teim flestu internationalu orðunum (um føroyskt ikki til ævigar tíðir bara skal vera eitt “undirmál”). Fakmál og funktionellir analfabetar Nógv bendir á ­ Pisa­kanning og ananð ­ at føroysk skúlabørn ikki eru so væl fyri fakliga. Hvussu nógvir føroyingar eru funktionell­ ir analfabetar (klára illa at lesa og skriva meira enn nøkur fá orð) dugi eg ikki at siga fyri vist, men eg giti at tað eru rættiliga nógv, kanska 40­50%. Pisakanningin segði 49% av teimum í 9. klassa. Hetta er eitt álvarsligt sam­ felagsligt og demokratiskt problem. Einki europeiskt land liggur so lágt. Og so liggja nationalir akademikarar og málreinsarar og brúka tíð, kreftir og pengar uppá at kryptera nøkur fakmál, so forvirringurin verður totalur. Hví ikki brúka kreftir uppá tey reellu problemini, millum annað analfabetismuna, har ábøtur virkuliga eru neyðugar? Tað er ikki nakað reelt problem, at nakrir kemikarar, kanska 10 ella 20 í tali, nakrar tímar um dagin til arbeiðis tosa eitt fakmál við orðum sum hydrogenperoxid, kalium­ permanganat og molekylum. Gerandismálið hjá teimum er framvegis føroyskt, og tað kemur uppá ongan máta í vanda av hesum. Heldur eingin vandi er í, at geologar tosa eitt sindur um metamorft grót, facies, lithosferu ella fresnel ellipsoidur. Lat geografar tosa um central­ place­teori og demografiska transitión. Lat linguistar og filologar hava teirra synkroni og diakroni, synkopu og klusilir. Koyr vekk við støddfrøði, alifrøði og evnafrøði, og lat okkum fáa tey røttu nøvnini aftur: Matematikk, fysikk og kemi. Er nakað, sum manglar í nýggju bókini? Ája, sjálvandi. Sagt verður fleiri staðni, at bókin er væl egnað til skúlabrúks. Rætt er tað. Men tað “er ringt at rógva aftur á aftur,” fyri at brúka ein gamlan metafor. Tað er ringt at finna aftur á eitt stað í bókini, um tú bara minnist, at okkurt var skrivað um for­ stavilsini (prefix) be­, for­ ella an­. Ella um ócharmerandi orðini ”íblástur”, ”skammlop” fyri ikki at siga “marglætisflís”. Tað manglar eitt index , evnis­ yvirlit ella stikkorðaregistar, sum vísir til tær síður í bókini, har hesi og onnur ting verða viðgjørd. Tað er ikki serliga trupult at gera, tá teksturin frammanundan er digitaliseraður. Í støðum er forvirringur um staving av fremmandorðum. Hví ikki konsekvent stava medicin ella nuancur við c (ikki s)? Harnæst fati eg ikki heilt tað, sum stendur í ”Eftirorðinum” um alfabetið. Tað er í lagi, at ”Tað latínska alfabetið má endur­ reisast,” og at man kann heingja Ð aftast, saman við Æ og Ø, soleiðis sum onnur grannamál eisini hava gjørt. So kemur á síðu 263 eitt dømi um hetta latínska alfabet. Men síggi eg rætt, so er einki X, Y ella Z. Er hetta ein feilur? Tað giti eg, tí í brævinum, sum verður nevnt her undir, hevur latínska alfabetið sjálvandi allar hesar bókstavir við. Uppskot til nýhugsing – ger málið brúkiligt Alt tað, sum verður viðgjørt í bókini hjá André, er eisini samanfatað av Málfelagnum og sent til Málstevnunevndina hjá Mentamálaráðnum. Málfelagið skjýtur upp: at endurreisa tað latínska alfabetið; dagføra grammatikkina; t.d. virða kenniorðini; at føroyska hvørsfalsliðið fær sín rætta form aftur (Føroya mál – ikki mál Føroya); at vit gevast við at reka ”óføroysk” orð úr málinum; at vit ikki skulu gera nýggj orð har tað er óneyðugt, til dømis í matematikk, fysikk og geometri; vit skulu virða fakmálini; at vit skulu reformera stavsetingina; at vit skulu gevast við at tvinga útdeyðar formar inn í málið; at orða og samtykkja ein málpolitikk, sum er á vísinadaligum og realistiskum grundarlagi. Hesi punkt eru nærri forkláraði í brævinum, sum fæst frá Málfelagnum, J. Nolsøesgøta 45, 100 Tórshavn. Tað gerst ov langt í hesum ummæli at taka alt hetta við. Samanumtikið kann sigast um bókina ... ... at hon eigur at fáa 4½ stjørnu av 5 møguligum. Eina fyri originalitet. Hetta er fyrsta bók av sínum slag í nýggjari tíð. Eina fyri relevans. Hon kemur í røttu løtu, um tann destruktivi tendensurin, sum hevur valdað í 40 ár, skal hava nakað mótspæl. Eina fyri argumentatión og undirbygging. Hetta eru ikki bert trúarsetningar, her verður spurt og svarað. Hví sumt verur hildið at vera gott, annað ikki so gott. Eina fyri stíl. Bókin er sera væl skrivað, humoristisk og undir­ haldandi, samstundis, sum hon hevur eitt fakligt høgt støði. Hvørt kapitul er ein lítil, sjálvstøðug kompositión. Men bert eina hálva stjørnu fyri ”aðra útgerð”. Bókin er ætlað til skúlabrúks, men tað er vónleyst at finna runt, og finna orð og vendingar aftur, sum tú minnist vóru onkunstaðni. Har manglar eitt index. ­ ­ ­ ”Føroya mál á manna munni:” nýggj bók 19