Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 158 - 17. august 2007 Eftir Hanus Kamban Tann norðurtýski hansabýurin Lübeck er, við sínum sjey kirkjum, sínum prýðiligu býarportrum og skyggjandi kanalum og sínum reinu, steinsettu gøtum, avmarkaður, eyðsæddur og skipaður. Býurin er í grundini ein oyggj, bundin at uttanumlendinum við níggju brúgvum, og soleiðis sum henda býaroyggin er formað, er hennara umhvarv ikki ólíkt tí á Skúvoynni, sæddari úr erva ella á einum korti. Býargøturnar umskarast eftir rættvinklaðum, geometriskum mynstrum, og einum summargesti tykist tað, sum kemur býurin beint úr einum ævintýri eftir H.C. Andersen. Á morgni sært tú sólina skyggja í kanalanna vatnskorpum og varpa eina geisandi glæma eftir kopartøkunum á býarins gotisku kirkjum. Á ein hátt er tað, sum valdar í hesum staði ævinlig lýkka og ævinligt sólskin, og henda kensla, borin av blídliga leiftrandi fleyri og anganum úr bakaríum og kaffistovum, fer ikki frá tær, eisini um hann brádliga loysir eitt grimt æl ella onkur einstøk vilst hvirla trívur í tín jakka. Hansabýur frá 1241 Tað er ilt at siga, hvør upprunin er til hesa kenslu av lættleika, kanska tann ekkaleysi ungdóm­ urin, sum í dag neyvan veit, at ein múrur einaferð stóð eystan­ fyri, ella at hesin múrur seinni fall, kanska ferðamansins ómedvitni varhugi av, at hesin býur og hetta land fyri einum mannaminni síðani livdi eina vanlukku av, sum vardi í 13 ár, og sum framvegis gálvar eftir einum úr bókum, filmum, sjónleiki og DVD­eskjum. Hyggja vit í tjúgundu aldar halgubók – Ringanna Harra – so kunnu vit siga, at týskarar tá hugdu beint niður í dómadags­ gjónna, men at tað kann tykjast teirra eftirkomarum, sum bóru Gvaihir og Landsveimi teir út úr Der Untergang. Tolkien rópar hesa kensluna eucatastrophe: at vakna úr longum svøvni og vita, at vanlukkan er av, og at ljós vellir har niðunátt fyrr valdaði, og at nú er alt gott. Lübeck var frá 1241 hansabýur og bleiv sum frá leið ein av teimum mætastu í Hansa­ samgonguni, og býarins ríkidømi og handil, sum m.a. fataði um salt, sild, korn og timbur, hildu sær líka til fram ímóti endanum á 19. øld. Tað hevur eydnast skiftandi býarstýrum at varðveita hús og gøtur, so at tey framvegis standa við miðaldarsniði og borgaradámi, við tí avleiðing, at hesin býur ikki er raktur av tí andlitsloysi, sum tann høgt prísaða altjóðagerðin annars vanliga hevur í sínum kjalarvørri. Nógvir bygningar standa framvegis við akvarell­littum, trappudánaðum galvum og reinum stavlagi, gongir og skot eru summastaðni so trong, at tú at kalla røkkur frá veggi til vegg, og villir tú teg longur inn, heldur tú teg, handan fjølsprossaðar gluggar og støvkámaðar urta­ pottar, hóma snýðið á Thomas von Wickede ella Jürgen Wullenwever. Günter Grass Tað eru tó í dag hvørki sild úr Oyrasundi, rav úr Baltikum ella salt úr Lüneburg, sum halda hesum býi uppi búskaparliga. Og kanska var Lübeck fyri langari tíð síðani farin á húsagang, um ikki býarstýrini, einstaklingar og privatir stovnar høvdu valt at geva tí gamla hansabýnum eina mentanarliga andlitsgrein, sum á hvørjum ári dregur fólk í tíggjutúsanda tali henda vegin. Hornasteinarnir undir hesum mentanarliga profili eru tveir: Günter Grass­húsið í Glocken­ giesserstrasse og Buddenbrook­ húsið í Mengstrasse, halgað Týsklands mætastu rithøvundum í ávikavist seinnu og fyrru helvt av 20. øld. Hesir mentanar­ bygningar eru í mongum lutum líkir, við tað at báðir fata um framsýningarhøli, fyrilestrarhøll og bókhandil. Í Grass­húsinum var eg so heppin í summar at síggja og hoyra Günter Grass sjálvan tosa og lesa upp úr sínum nýggjasta yrkingasavni. Hesum fari eg at greiða frá í eini seinni grein. Lat tað verða nevnt her, at í løtuni verður arbeitt við at innrætta eitt triðja mentanarhús í Lübeck, sum fer at savna seg um politikaran og statsmannin Willy Brandt, ið líka sum Grass og Mann er nobelvinnari. Thomas Mann og Willy Brandt vóru ættaðir úr Lübeck, Grass hinvegin kom úr Danzig longu eysturi. Thomas Mann Lübeck er, eins og Bremen og Hamburg, ein av Týsklands gomlu Freistädte, eitt býarríki, ein serlig stjórnmálalig eind. Thomas Johann Heinrich Mann ­ pápi Thomas Mann ­ var eitt skifti senatorur, t.e. limur í býarráðnum, og somuleiðis fíggjarmálaráðharri í Lübeck. Thomas Mann, av eini ríkari og virdari keypmansætt, var sostatt lübeckari burturav. Og býurin allur ber í dag dám av einum rættiligum Mann­ ídnaði, ið fevnir um, ikki bara Thomas Mann sjálvan, men alla hansara gávuríku ætt, móður, faðir, systkin, børn. Mong av hesum fólkum vóru rithøvundar, umframt Thomas eisini bróðir hansara Heinrich, synirnir Klaus og Golo, dóttirin Erika og enntá eisini mamman Julia. Velja vit at lata grikskar frumsagnir farga okkara bílæti, so er eingin ivi um, hvør her trónar ovast á fjallinum Olympos. Tað ger Thomas Mann sjálvur, og hann ger tað av fleiri grundum, men hann ger tað fyrst og fremst, tí at hansara skriving og stílur eiga ein vakurleika, ein medvitnan, seinføran, smakk­ fullan musikalitet, sum ber av øllum bókmentum í 20. øld. Hansara meistaraverk eru skaldsøgan Doktor Faustus og stuttsøgurnar Tristan, Der Tod in Venedig og Mario und der Zauberer, tekstir, sum goyma í sær háleittan skaldskap, djúpa heimspekiliga vitan, neyva og speisama søguliga, sálarfrøðiliga og politiska eygleiðing og serligar gávur til at nærkast Dionysosar avgrund, hyggja niður í hana og tó enda aftur á Apollons slætta vølli. Tað høga kallið Men eisini ein skaldsøga sum Königliche Hoheit, sum er minni kend og ikki bara umhildin, eigur at verða tald upp í Manns mætastu verk. Í hesum verki, ið sum tekstaslag í grundini er eitt langt ævintýr, tekur Mann upp eitt evni, ið kann lýsast sum yrkjarans neyðuga einsemi yvir av fólkinum, hansara svinna og reina fúrstatilvera, hansara høga kall. Bara eitt flogvit sum Thomas Mann hevði megnað at skrivað samfullar 400 hugtakandi síður uppi yvir einum so bleikum, blúgvum og abstraktum tema. Vakrast í hesum verki, sum speglar aftur søgur eftir serstak­ liga H.C. Andersen og Herman Bang, er frásøgnin um tann spakuliga vaknandi kærleikan millum fúrstan Klaus Heinrich og millionerdóttrina Immu Spoelmann. Sjáldan hevur Thomas Mann vandað sær, sum tá hann myndaði hesa gentu – sum er bleikholdað, við blásvørt­ um hári og eini serligari, blúgvari tign – og í grundini er hetta bílæti ein hásongur til konu hansara Katiu Pringsheim. Og samstundis fleyrar úr at kalla hvørjum setningi í hesum verki (eins og í øðrum verkum eftir Mann) ein serligur bæði lættur og sniðfundigur komikkur, sum helst er arvur eftir tann danska meistaran Herman Bang. Týskir bókmentafrøðingar munnu vera millum teir nær­ lagdastu, ruddiligastu og dugna­ ligastu í heiminum. Í hesum árum verða verkini eftir Thomas Mann givin út í teirri sonevndu Frankfurter­útgávuni, við høvuðs­ teksti og drúgvum viðmerkinga­ bindum, har eisini verður greitt væl og virðiliga frá skapanar­ søgu, keldum, móttøku osfr. Valdið og listin I. Thomas Mann og Klaus Mann Heinrich og Thomas Mann, um 1900 20