fríggjadagur 17. august 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
Higartil eru, í hesi monumen
talu útgávu, útkomin brøv, essay,
tær fyrru stuttsøgurnar,
Gandafjallið, Buddenbrooks og
Königliche Hoheit. Mangur
Mannfjeppari situr í løtuni og
bíðar ótolin og alspentur eftir
Doktor Faustus, sum átti at verið
komin nú í summar, men er
nakað seinkað og (so søgdu tey
fyri mær í Buddenbrook
húsinum) helst kemur seinni í
heyst. Tað verður veitsla!
Klaus Mann
Eina tilveru sum flogvit og
olympiari livir tú kortini ikki
óstraffaður. Thomas Mann var
sum rithøvundur eitt arbeiðsgrev,
umframt stuttsøgur, skaldsøgur,
essay, brøv, ofta bæði long og
innihaldsrík, skrivaði hann
dagbók alt lívið, og á ein hátt
kann ein siga, at sjálv lívsins
pallseting lá honum meira á
hjarta enn lívið sjálvt. Hansara
børn vuksu upp í einum
sjáldsama mentaðum umhvørvi,
við atgongd til skaldskap,
tónleik, við kunnleika um (og
ofta eisini samrøðum við)
tíðarinnar mætastu andsmenni,
og við upplestri heima sum
dagligum marglæti.
Klaus Mann, føddur í 1906,
kom at vera tann ævigi Zeus
sonurin, kálvføddur við øllum
sum ríkið á Olympos hevði at
bjóða og samstundis á onkran
hátt ævinligur fangi undir tí
velduga skugga, sum hetta sama
fjall varpaði. Ikki tí, hann gjørdi
tað hann var mentur til at sleppa
út undan faðirsins veingjabreiði.
Thomas Mann var, sum mongum
kunnugt, við einum stórum parti
av sær sjálvum samkyndur, men
hann valdi at liva eina borgara
liga tilveru, sum giftur maður við
seks børnum. Sítt serliga kyns
liga frávik læt hann bera ávøkst í
sínum verkum, tað ítøkiliga lopið
niður í “avgrundina” gjørdi hann
ongantíð.
Klaus Mann, eisini samkyndur,
livdi sambært síni natúr, valdi
nettupp ikki ta abstraktu
tilveruna, men tvørturímóti tað
ítøkiliga, sansaliga lívið, og var
eisini sum rúsevnisnýtari á
mangan hátt, um ein kann taka
so til, undan síni tíð. Eisini hvat
viðvíkir politikki, formaði hann
sítt lív í andsøgn til pápan. Klaus
Mann fekk tíðliga áhuga fyri
sosialismuni, hevði helst einki av
tí ópolitisku tjóðskaparhugsan,
sum eyðkendi pápan til endan á
fyrra heimsbardaga, og var í 30
árunum virkin og snjallur
antinazistur.
Mephisto
Klaus Mann var ein ógvuliga
virkin blaðmaður og rithøvundur,
men serliga hvat skrivingarlag
viðvíkir, valdi hann heilt aðra
kós enn pápin. Millum hansara
kendastu skaldsøgur eru
Symphonie Pathétique, 1935, ein
lýsing av tónaskaldinum
Tsaikovskij, Mephisto, 1936 og
Der Vulkan, 1936. Mephisto
hevur hann bygt upp rundan um
ævisøguna hjá sínum fyrrverandi
vini og svági, sjónleikaranum
Gustaf Gründgens. Meðan Klaus
Mann, eins og hansara foreldur,
búði í útlegd eftir 1933, valdi
Gründgens at verða búgvandi í
NaziTýsklandi, hann helt fram
at spæla sjónleik, gjørdist
vinmaður hjá Göring, fekk í
1934 starv sum leikhússtjóri í
Berlin og gjørdist í 1936
preussiskur ráðharri.
Mephisto, sum István Szabó
hevur gjørt til film, við vandni
og einum ávísum strangleika í
stílinum, og har Klaus Maria
Brandauer hevur høvuðsleiklutin,
er søgan um tann æviga
opportunistin, sum velur at fara í
valdsins veitslu, men misskilir
hetta sama vald, undirmetir tess
eirindaloysi og ráleika og verður
tess rukka. Skaldsøgan verður
mett at vera høvuðsverkið hjá
Klaus Mann.
Aðrar av hansara bókum bera
kortini vitnisburð um, hvussu
hættisligt tað kann vera at bjóða
Jupiter av. Thomas Mann er og
verður meistarin, og hann ið
roynir at dystast við hann má
lúta. Og Klaus Mann, við sínum
ofta stuttu og ov lítið kíndu
setningum og sínum
journalistiska stíli, hevur helst ilt
við at fóta sær í 21. øld.
Umframt Mephisto verður tað
kanska bókin Der Wendepunkt,
ein framúr vælskrivað og
áhugaverd tíðarlýsing, har hann
fortelur um tey andsmenni, sum
hava ríkað seg og tey mongu
listafólk, hann hevur kent, sum
verður standandi.
Sjálvsagans sigur
Staddur yvir av tí totalitera
valdinum, valdi Klaus Mann, í
mótsetning til Gustaf Gründgens,
at gera uppreistur og tað ikki við
mýkindum. Í 30árunum gav
hann út tíðarritið Die Sammlung,
har hann royndi at savna
tíðarinnar fremstu andsmenni og,
hóast tey umboðaðu so ymisk
sjónarhorn sum liberalismu,
javnaðarhugsan og kommunismu,
at fáa tey at fylkjast í tí
mentanarliga stríðnum móti
nazismu og fascismu.
Eftir kríggið royndi hann, í
sama anda, at fylkja liberal og
kommunistar um arbeiðið fyri
friði. Hann kendi seg heima í
USA, men tá ið tað óhugnaliga
McCarthyrákið tók seg upp, var
hann, púra órættvíst, skýrdur
sovjetskur ørindasveinur. Hann
tók seg av døgum við heilivági í
einum hotelli í Cannes tann 21.
mai 1949.
Thomas Mann doyði í 1955 og
livdi sostatt sín elsta son av við
seks árum. Hann var virkin til
tað seinasta og gav í 1954 út
skaldsøguna Felix Krull. Sum
longu nevnt livdi hann eitt
vælskipað, borgaraligt, heldur
litbleikt lív, eitt snirr við
penninum, eitt syft við sigarini
av og á, nærri kom hann,
myndaliga talað, neyvan tí
gessiga og falliska. Men líkasum
holdsins lystur av tí
eysturlendska yogameistaranum
verður skaptur um til kundalini
mátt og verður vegur til nirvana
og samhadhi, nældu úr hesi
sparsomu tøðu nøkur av teimum
háleittastu prosaverkunum í 20.
øld. Hansara listarligi arvur
stendur í dag sum fullgóður
vitnisburður um sjálvsagans
sigur.
Gustaf Gründgens, sum fór í Nazi-valdsins veitslu, her avmyndaður í
sjónleikinum Snobburin, í Berlin 1946
Katharina Pringsheim, 1905
Klaus Mann (vinstrumegin) saman við vinmanninum Fritz Landshoff
21