fríggjadagur 17. august 2007síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 158 - 17. august 2007
KRIMI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Alt broyttist tó »thanksgiving«
vikuna í november, tá fimm
ungar kvinnur vórðu funnar á
skráningum í Glendale-Highland
Park-umráðnum. Men hesar
ungu genturnar, ein so ung sum
12, ein onnur 14 ára gamlar, vóru
hampiligar gentur, sum vórðu
burturfluttar úr teirra
meðalklassa grannaløgum.
Dagbløð og sjónvarpsstøðir
greiddu frá neyðtøku, píning,
burturflyting og drápi. Knappliga
var býurin í panikki.
Hesi drápini vórðu skjótt fest
at heitinum »Hillside Strangler«
(skránings-kvalarin), tó at
løgreglan var sannførd um, at
talan var um meiri enn tann eina
drápsmannin. Fólk royndu at
verja seg sum best og annars vera
varin, men tað var eingin
trupulleiki at finna nýggj offur.
Sunnudagin 20. november
1977 var fyrst eitt lík funnið og
síðani tvey onnur hinumegin
sama heyggj. Tey bæði seinnu
vóru illa farin og herskarar av
insektum høvdu tikið yvir. Eingi
tekin vóru um, at drápini vóru
farin fram, har líkini vórðu
funnin, og tað bendi á, at talan
helst var um fleiri enn ein
drápsmann.
Longu tríggjar dagar seinni
varð enn eitt lík funnið á einum
skráningi. Eisini hendan gentan
var hildin vera kvald, men
maðkarnir høvdu gjørt tað
ógjørligt at meta um, antin hon
var neyðtikin ella ikki.
Nú gjørdi løgreglan í Los
Angeles skjótt av og setti á stovn
eitt serligt lið, sum skuldi taka
sær av »Hillside«-morðunum.
Eitt vitni
Drápsmenninir høvdu verið
ógvuliga nógv úti um seg, síðani
fyrsta drápið, men sjálvt
»Thanksgiving« vikuskiftið
»hildu teir frí«. Men tað var
eisini alt, tí longu týsdagin eftir,
hin 29. november, var enn eitt
offur funnið í Mount Washington
økinum í Glendale, LA. Og hóast
líkið lá mest sum úti á vegnum,
vóru merkini á hondum, fótum
og hálsi ikki at fara skeivur av.
Tað var vørumerkið hjá Hillside
kvalarunum.
Men okkurt var øðrvísi á
hesum ofrinum. Lógvarnir bóru
merki av at vera eitt sindur
brendir, eins og høvdu dráps-
menninir eksperimenterað við
einumhvørjum. Hartil var ein lítil
rás av einumhvørjum skínandi
evni, sum hevði vakt áhugan hjá
einum hala av mýrum. Um hetta
var ísáð ella spýtt, kundi tað
avdúka blóðtypuna hjá
drápsmanninum. Royndir av ísáð
frá øðrum ofrum høvdu ikki
givið nakað úrslit.
Seinni um dagin var hetta
offurið eyðmerkt sum Lauren
Wagner. Hon var ikki komin
heim um kvøldið, men bilur
hennara var parkeraður hinu-
megin vegin. Har kundi ein
granni siga frá, at ein bilur hevði
koyrt upp á síðuna av bilinum hjá
Lauren um níggjutíðina á kvøldi,
og annar av monnunum í bilinum
hevði hálað kvinnuna inn í teirra
bil. Vitnið, 59-ára gamla Beulah
Stofer, var tó so ræðslusligin, tá
løgreglan tosaði við hana, at lítið
skil fekst á tí, hon segði. Beint
fyri løgreglan kom, hevði ein
maður ringt og hótt hana við, at
um hon segði frá tí, hon hevði
sæð, fór hann at myrða hana.
Beulah kundi tó rættiliga
gjølliga greiða frá, hvussu
menninir í bilinum sóu út.
Nú vórðu trý eldri morð eisini
sett í samband við Hillside
kvalararnar. Hetta vóru morð, ið
vórðu framd fyrst í oktober 1977,
har talan var um skøkjur, ið
vórðu neyðtiknar og síðani
kvaldar.
Seattle-sambandið
Um miðan desember var
løgreglan aftur boðsend, hesaferð
til ein brattan skráning í
Alvarado Street, har líkið av
ljóshærdu »call«-gentuni,
Kimberly Diane Martin, var
funnið.
Hesaferð tóktist, sum hevði
løgreglan tvey rímiliga góð spor
at ganga eftir. Seinasti kundi
hennara hevði kallað hana til
eina ávísa íbúð, sum tó vísti seg
at standa tóm. Og hann hevði
ringt frá Hollywood Public
Library, men heldur ikki her kom
løgreglan nakran veg.
Nú hildu drápsmenninir seg
kúrrar fram til miðan februar, tá
aftur eitt offur varð funnið.
Hesaferð var ein vøkur ung
kvinna nevnd Cindy Hudspeth
offurið. Hon var løgd í
viðførisrúmið á bili sínum, sum
síðani var skumpaður út av og
rullaði oman ein bratta. Líkið bar
týðiliga vørumerkini hjá
»Hillside« kvalarunum.
Heldur ikki her kom nakað
munagott burtur úr
kanningunum, og nú gingu
mánaðir uttan nakað hendi, so
tað tóktist sum var kvalarin ella
kvalararnir givnir við sínum
óhugnaliga ítrivi.
So, 12. januar 1979, fekk
løgreglan í Bellingham í
statinum Washington at vita, at
tvær ungar lesandi gentur vóru
horvnar. Hetta vóru ábyrgdar-
fullar gentur, sum ikki stungu av
soleiðis uttan víðari. Tá onnur
teirra ikki møtti til arbeiðið, hon
hevði eftir skúlatíð, gjørdist stjóri
hennara óróligur. Hann mintist,
at ein trygdarvørður og vinur
gentuna, Karen Mandic, hevði
útvegað henni eitt starv at ansa
børnum kvøldið fyri.
Løgreglan setti seg í samband
við trygdarvørðin, men hesin
segði seg einki kenna til horvnu
genturnar. Løgreglan var kortini
illgrunasom og kannaði málið
nærri. Heima hjá gentunum fann
løgreglan eina adressu, har tær
skuldu ansa børnum, og gjøgnum
trygdarfelagið kundu teir knýta
hendan trygdarvørðin til somu
adressu.
Ein kanning á adressuni vístu
eingi spor eftir hvørki Karen
Mandic, vinkonuni Diane Wilder
ella bilinum hjá Karen. Men við
at biða um hjálp gjøgnum
fjølmiðlarnar funnu teir bilin og í
honum líkini av teimum báðum
gentunum.
Nú gjørdi løgreglustjórin av, at
fáa trygdarvørðin inn til
avhoyringar. Hesin var bæði
blíður og høvisligur, og løgreglan
hevði ongar trupulleikar av
honum. Hann æt Kenneth
Bianchi.
Fangaðir og dømdir
Tað vísti seg, at Bianchi livdi
saman við unnustu síni gjøgnum
mong ár og teirra lítla soni.
Unnustan, Kelli Boyd, trúði ikki
sínum egnu oyrum tá hon hoyrdi,
at Kenneth var undir illgruna fyri
morð, og sama var galdandi við
arbeiðsgevaran hjá honum.
Kynshár vórðu funnin, tá líkini
av teimum báðum gentunum
vórðu flutt í líkhúsið, og
somuleiðis vórðu hár funnin í
húsunum, har genturnar skuldu
havt ansað børnum. Tað fór at
taka nakrar dagar at finna útav,
sum hesi hár vóru av Kenneth
Bianchi, men tá løgreglan fann
nakað av tjóvagóðsi heima hjá
honum, var eingin vandi at
varðhaldsfongsla hann, meðan
kanningarnar fóru fram.
Løgregluovastin mintist
»Hillside« drápini, og tá hann
visti, at Bianchi hevði búð í Los
Angeles áðrenn hann flutti til
Bellingham uttanfyri Seattle,
setti hann seg í samband við
LAPD.
Nú gekk tað skjótt hjá løg-
regluni at savna neyðug prógv
saman og skjótt stóð greitt, at
Kenneth Bianchi í hvussu er var
annar av »Hillside« kvalarunum.
Prýðislutir, sum vórðu funnir
heima hjá Bianchi, kundu skjótt
setast í samband ofrini hjá
kvalarunum, og nú var eingin ivi
longur.
Kenneth Alessio Bianchi var
føddur 22. mai 1951 í Rochester,
New York. Mamman var
alkoholikari og skøkja og gav
hann skjótt frá sær. Hann hevði
ein vána barndóm. Men hann var
ógvuliga vitugur og hevði ein IQ
upp á 116 og kreativ evnir.
Kortini megnaði hann ikki at fáa
nakað serligt burturúr.
Tá løgreglan soleiðis hevði
funnið fram til annan dráps-
mannin, var mynd av honum
send út til bløð og SV í Los
Angeles, og skjótt kom í ljósmála
eitt annað navn, nevniliga Angelo
Buono.
Løgreglan fekk fatur á honum,
og skjótt stóð teimum greitt, at
teir nú høvdu fingið fatur á
hinum drápsmanninum. Buono
var eisini føddur í Rochester,
New York 5. oktober 1934, og
var syskinabarn Kenneth
Bianchi.
Bianchi, snildur sum hann var,
mundi eydnast at sannføra
serfrøðingar um, at hann hevði
fleiri persónar í sær, men hann
gjørdi kortini nakrar avgerandi
feilir. Tað var honum skjótt
greitt, at einasti máti at sleppa
undan deyðadómi var at
samstarva við myndugleikarnar.
Báðir menn vóru seinni
dømdir til lívlangt fongsul uttan
møguleika fyri royndarleyslating.
Angelo Buono doyði í 2001.
Hillside
kvalararnir
Angelo Buono var hin meiri harðrendi kvalarin. Hann
doyði í 2001
Kenneth Bianchi var tann vitugi av teimum báðum
»Hillside«-kvalarunum
Tað skal nógv til, áðrenn fólk í einum stórbýi sum Los Angeles skakast av
nøkrum drápum, serliga tá hesi raka fólk, sum liva eitt vandafult lív sum
skøkjur. So tá tríggjar kvinnur vórðu funnar kvaldar og tveittar naknar á
nakrar skráningar í landnyrðingspartinum av býnum í oktober til fyrst í
november 1977, lá eingin svøvnleysur av hesum. Bara nakrir snúnir detektivar
ánaðu óráð