Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 158 - 17. august 2007 Í vesturbýnum í Tórshavn er nú ein verkætlan í gerð. Talan er um eina bygging av fýra tvíhúsum á Heygnum Mikla, sum væntandi verða liðug á sumri 2008. Húsini verða í trimum hæddum. Í miðhæddini er gongd, baðirúm, køkur og stova við altan. Á loftinum eru trý kømur og eitt stórt baðirúm. Kjallarin verður óinnrættaður, tó verður niðurgongdin frá miðhæddini gjørd. Vindeyguni verða hvít við gjøgnum­ gangandi sprossum. Úthurðarnar og innhurðarnar verða hvítar og slættar. Óviðgjørdar fyllingshurðar kunnu fáast fyri sama prís. Gólvini verða parket. Hiti verður í gólvinum í durinum og á baðirúmunum. Køkurin verður ljósur – av merkinum Wellmann frá Eikini. Hvítvørur eru íroknaðar. Í baðirúminum í miðhæddini verður brúsa og í baðirúmið á loftinum verður baðikar. Gólvini verða sveisað vinyl. Húsini hava vanliga oljufýring, men hevur tú eitt ynski um hitapumpu kann hetta fáast fyri meirkostnað. Á Heygnum Mikla er barnavinarligt og friðarligt. Tvíhúsini standa beint út til eitt fríøki. Her er gott bæði hjá ungum sum eldri at búgva. Fleiri vøggustovur og barnagarðar liggja í umhvørvinum. Venjingarskúlin og Læraraskúlin eru bert fáa minuttir frá og góðir innkeypsmøguleikar eru. Samstundis er stutt til miðbýin, har tú hevur møguleika fyri at njóta alt, sum miðbýurin hevur at bjóða við hugnaligum matstovum, mentanarlívi, søvnum og handlum. Tú fært meira at vita um tvíhúsini við at ringja til Skyn á tlf. 35 74 00. )ik†]h{=Zn\cjbB^`aVi^ah³aj Ia[#(*,)%%ÕI‹gh\³iV&+Õlll#h`nc#[d Fakta: Byggiár: 2008 Hæddir: tríggjar Stødd innan: 174 fermetrar Grundøkið: 300 fermetrar Prísuppskot: kr. 2.600.000 Loft Miðhædd Kjallari