Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 158 - 17. august 2007 Sethús: Víkavegur 29, Kvívík Húsini eru í 2 hæddum á 118 fermetrar – í alt 236 fermetrar. Grundøkið er um 900 fermetrar. Byggiár: 1978. Húsini eru væl hildin og í góðum standi. Í erva er inngongd, durur, gestawc, gongd, baðirúm, hjún­ arrúm við útgongd til altan, 2 kømur, matarkøkur við trappugongd til niðastu hædd og borðsstova / stova. Í neðra er inngongd, gongd, goymslurúm, 2 stór kømur, vaskirúm, fýrrúm / goymslurúm og stór garaga. Húsini standa í sera náttúruvøkrum um­ hvørvi í fremstu røð oman til sjógvin og hava eitt heilt einastandandi útsýni yvir víkina, sundið og út á fjørðin. Har er hugnaligt, friðarligt og barnavinaligt. Stutt er til handil, barnagarð og skúla, og so tekur tað bert 20 min. at koyra til Havnar. Prísuppskot: kr. 1.200.000. Sethús: Tórgarðsgøta 44, Tórshavn Stóru húsini eru í 3 hæddum ­ í alt 280 fermetrar ­ alt er innrættað. Hartil er ein bilskúrur á 20 fer­ metrar. Grundøkið er 399 fermetrar. Byggiár: 1976. Í miðhæddini er inngongd, durur, wc, gongd, hjúnarrúm við tilhoyrandi baðirúmi, kamar, stova / borðstova, terassa, trappugongd og køkur. Í ovaru hædd er trappupallur, gongd, 3 kømur, stórt baðirúm og stova við útgongd til svala. Í niðaru hædd er inngongd, durur, kjallararúm, fýrrúm, skrivstova / kamar, baðirúm, kamar, goymslurúm, hjallur og vaskirúm við útgongd til snóratræ. Húsini standa í barnavinarligum, eldravinarligum, friðarligum um­ hvørvi við blindan veg og hava sera gott útsýni. Húsini verða seld, um hóskandi boð fæst. Íbúð: Tórsbyrgi 1, Tórshavn Íbúðin er í 2 hæddum ­ í alt 63 fermetrar. Hartil er ein hjallur uppá 13 fermetrar. Byggiár: 1976. Í miðhæddini er inngongd, gongd, stova við útgongd til terassu, baðirúm, hjúnarrúm og køkur við útgongd til terassu. Í ovaru hædd er eitt lítið kamar. Íbúðin er so við og við dagførd og eru í góðum standi. Íbúðin hevur nakað av útsýni og stendur í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi við góðum grannalagi og góðum parkeringsviðurskiftum. Prís­ uppskot: kr. 1.100.000,00. Sethús: Leitisvegur 50, Fuglafjørður Húsini eru í 3 hæddum ­ í alt 146 fermetrar. Grundøkid er 494 fermetrar. Byggiár 1992. Í midhæddini, sum er smída í 1996, er inngongd, gongd og stór stova/ alrúm. Her er møguleiki at skildra hjúnarrúm frá. Ovara hædd er innrætta í 2001. Har eru 2 kømur og ein stova. Í nidaru hædd er kjallararúm/fýrrúm. Húsini eru líti brúkt, standa í frídaligum umhvørvi og hava sera gott útsýni yvir fjørdin og bygdina. Húsini verda seld, um hóskandi bod fæst. Sethús: Tjóðhildargøta 6, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum ­ hvør á 119 fermetrar ­ í alt 238 fermetrar. Grundøkið er 486 fermetrar. Byggiár: 1993. Í miðhæddini er inngongd, durur, pulterrúm, gongd, 2 kømur, hjúnarrúm, baðirúm, køkur og stova við útgongd til svala. Í niðaru hædd er eitt stórt kjallararúm / vaskirúm / fýrrúm, sum møguleiki er fyri at innrætta. Húsini eru so við og við dagførd og eru í góðum standi. Húsini standa í barna­ vinarligum og friðarligum umhvørvi við góðum parkeringsviðir­skiftum. Prísuppskot: 2.400.000. Sethús: Gaddavegur 10, 455 Nes Húsini eru í 2 hæddum ­ hvør hæddin 130 fermetrar ­ samlað búvídd 260 fermetrar. Grundøkið er 584 fermetrar. Byggiár 1990. Húsini standa omanfyri vegin, men tú kanst ganga beint inn frá vegnum bæði oman/ og niðanfyri. Partur av niðari hæddini er innrættaður sum íbúð. Í erva er durur, 2 baðirúm, gongd, køkur, grovkøkur, hjallur, stova, hjúnarrúm og 3 kømur. Í íbúðini í neðra er køkur/­ stova, 2 stór kømur, gongd, og baðirúm. Umframt hetta er kjallararúm/­fýrrúm, goymslurúm og garaga. Lagaðurgarður við suðroyargróti er runt húsini. Húsini standa nær við hagan, og ánna og tað er sera barnavinarliga umhvørvi. Sethús: Froðba, Froðba 825 Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd 229 fermatrar. Grundøkið er 503 fermetrar. Byggjiárið er ókent, men húsini eru gjørd av nýggjum í 1996. Alt er innrættað. Í miðhæddini er wc, gongd, og stór stova. Í ovastu hædd er stórt kamar, eitt minni kamar og baðirúm. Í niðastu hædd er gongd, wc og stórur køkur. Runt um húsini er gyrðing og urtagarður. Húsini eru í góðum standi. Prísuppskot: 1.000.000. Sethús: Hellurnar, 695 Hellurnar Húsini eru í 3 hæddum ­ í alt 111 fermetrar. Hartil er ein hjallur á 12 fermetrar. Grundøkið er 269 fermetrar. Byggiár: 1937. Ymiskar dagføringar eru gjørdar, m.a. er nýtt baðirúm og nýggj oljufýring. Í miðhæddini er inngongd, durur, køkur og stova. Í ovaru hædd er trappugongd, gongd, baðirúm, hjúnarrúm og 2 kømur. Í niðaru hædd er eitt stórt kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Húsini standa í náttúruvøkrum, hugnarligum, barnavinarligum og friðarligum um­ hvørvi og hava sera gott útsýni. Prísuppskot: 500.000. Tvíhús: Heygsgerði 18B, Tórshavn Húsini eru í 3 hæddum – samlað búvídd 213 fer­ metrar. Grundøkið er 248 fermetrar. Byggiár: 1989. Húsini eru so við og við dagførd og í góðum standi. Í miðhæddini er inngongd, durur, gongd, hjúnarrúm, 2 baðirúm / vaskirúm, køkur og stova við útgongd til svala. Í ovaru hædd er trappugongd, og 2 kømur. Niðara hædd er ein sjálvstøðug íbúð. Har er inn­ gongd, durur, gongd, 2 kømur, baðirúm, køkur og stova. Húsini standa sera væl fyri mitt í Tórshavn nær við dagstovnar í barnavinarligum og friðarligum umhvørvi við sera góðum útsýni og sólargangi. Sethús: Steinsheyggur 5, 900 Vágur Húsini eru í 2 hæddum ­ samlað búvídd 85 fermetrar. Hartil er úthús á 4 fermetrar. Grundøkið er 509 fermetrar. Byggiár: 1979. Í miðhæddini er inngongd, gongd, baðirúm, hjúnarrúm, kamar, stova / køkur við útgongd til svala. Í niðaru hædd er grovkøkur / vaskirúm / kjallararúm og eitt ítrivsrúm. Húsini eru so við og við dagførd og eru í góðum standi. Húsini hava ein vakran urtagarð, standa í barnavinarligum, friðarligum og hugnarligum umhvørvi og hava sera gott útsýni. Prísuppskot: 600.000. Grundstykki: Velbastað Grundøkið, sum bert er 10 min. frá miðbýnum í Tórshavn, er 539 fermetrar til støddar og liggur sera væl fyri á Velbastað. Klárt er at binda í vatn og kloak v.m. Grundøkið liggur í barnavinarligum, náttúru­ vøkrum og friðarligum umhvørvi tætt við dag­ stovnar, og hevur sera gott útsýni yvir Sandoynna, Koltur og Hest. Prísuppskot: kr. 600.000. Sethús: Janstovugøta 22, Tórshavn Húsini eru í 2 hæddum. Niðara hædd er um 35 fermetrar og ovara er um 30 fermetrar ­ í alt um 65 fermetrar. Grundøkið er 255 fermetrar. Ognin liggur í miðbýarøki við byggistigi á 0,5. Byggiár: 1930’ini. Húsini eru dagførd so við og við. Í neðra er inngongd, durur, bryggers, køkur og stova. Í erva er trappu­ gongd, baðirúm, wc og 2 kømur. Húsini standa í veðurgóðum og friðarligum umhvørvi í miðbýnum nær við handlar, SMS, skúlar, dagstovnar, ítróttarøki, viðarlund o.m.a. Prísuppskot: kr. 1.600.000. Íbúð: Blómubrekka 44-1, Tórshavn Íbúðin, sum er 78 fermetrar, er nýggj, snøgg og væl hildin. Hon liggur í niðastu hædd, og er tí eisini væl egnað til rørslutarnað. Betondekk er millum hædd­ irnar, so har hoyrist so gott sum einki ímillum. Har er inngongd, durur, gongd, baðirúm, 2 stór kømur, køkur / borðsstova / stova. Íbúðin liggur sera væl fyri nær miðbýnum og stutt er til handil, dagstovnar og sera gott busssamband (1­2­3). Har er veðurgott, barnavinaligt og friðarligt, og nakað av útsýni er oman yvir býin. Prísuppskot: kr. 1.600.000. Randarhús: millum Gilja 83, Hoyvík Endarandarhúsini eru í 2 hæddum á 65 fermetrar ­ í alt 130 fermetrar. Grundøkið er 282 fermetrar. Byggi­ ár: 1990. Húsini eru væl bygd, væl hildin og í góðum standi. M.a. er nýtt tak og endaveggurin er klæddur av nýggjum. Í neðra er inngongd, durur, baðirúm, gongd / trappugongd, matarkøkur, vaskirúm / bryggers og stór borðsstova / stova við útgongd. Í erva er trappugongd / gongd, baðirúm, hjúnarrúm, baðirúm og 3 kømur. Húsini standa væl fyri í hugna­ ligum, friðarligum, tryggum og barnavinaligum umhvørvi og stutt er til spælipláss, dagstovn og busssamband. Prísuppskot: kr. 2.000.000,00. Sethús: Lágarvegur 31, Strendur Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd uml. 168 fermetrar. Grundøkið er uml. 560 fermetrar. Byggiár: 1967. Húsini eru umvæld ­ m.a. eru øll gólvini skift og baðirúmið er gjørt av nýggjum. Ein partur av ovastu hædd er eisini gjørdur av nýggjum. Í ovastu hædd er úti á loft og 2 kømur. Í miðhæddini er durur, gongd, baðirúm, 2 kømur, køkur, stova og hjallur. Í niðastu hædd er kjallararúm / fýrrúm / vaskirúm. Høgt er millum gólv og loft í niðastu hædd. Húsini standa niðarliga í bygdini og hava frítt útsýni bæði inn og út eftir fjørðinum. Betonggarður er runt húsini. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst. Sethús: Heiðriksmørk 20, Leirvík Húsini eru í 3 hæddum ­ samlað búvídd uml. 300 fermetrar umframt ein garaga / hjallur á 32 fermetrar. Grundøkið er 450 fermetrar. Byggiár: 1977. Húsini eru umvæld – m.a. eru vindeyguni í ovastu og niðastu hædd skift út til plastikvindeygu. Í ovastu hædd er gongd, baðirúm, hjúnarrúm og 2 stór kømur. Í miðhæddini er durur, gongd, stórur køkur, stova, baðirúm og 2 kømur. Í niðastu hædd er kamar, arbeiðsrúm (ítrivsrúm), bryggers /vaskirúm, durur og fýrúm. Húsini standa mitt í bygdini og hava gott útsýni. Sera hugnaligur urtagarður við plantum og trøum er runt húsini. Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.