fríggjadagur 17. august 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 158 - 17. august 2007
29
Føroya Skúlabókagrunnur er eitt alment
forlag, sum skipar fyri at geva út fjøl-
broyttar undirvísingarmiðalar til tað før-
oyska skúlaverkið. Undirvísingarmiðlar,
ið eru í samsvari við tað regluverk og tær
lesiætlanir, ið eru galdandi fyri undir-
vísingarverkið.
Ritstjórarnir á Skúlabókagrunninum eru
eitt toymi, sum arbeiðir saman um at
útvega dygdargóðar føroyskar undirvís-
ingarmiðlar. Tað merkir, at neyðugt er at
samstarva við bæði starvsfelagar og mong
onnur til tess at tryggja so stórt fjølbroytni
sum møguligt, námsfrøðiliga dygd og
breidd, tíðarhóskandi málsligan búna, og
at útsjónd og layout styðjar endamálið við
útgávuni.
Skúlabókagrunnurin hevur ábyrgd av
einum nýggjum føroyskum undirvísingar-
portali. Ritstjórarnir eru við í arbeiðinum
at menna henda portal og at útvega
eitt hóskandi úrval av talgildar miðlum.
Ein partur av starvinum er eisini at veita
lærarum og øðrum neyðuga kunning um
føroyskar undirvísingarmiðlar.
Praktiskt útgávuvirksemi
Størvini, sum verða lýst leys, fevna í
høvuðsheitum um praktiskt útgávu-
virksemi innan allar lærugreinir í fólka-
skúlanum eins og ráðgeving og veg-
leiðing í hesum sambandi.
Ætlanin er, at teir nýggju ritstjórarnir
skulu arbeiða við útgávum innan kunn-
ingarlærugreinarnar í fólkaskúlanum.
Tað eru søga, samfelagslæra, landalæra,
lívfrøði o.s.fr. Eisini í lærugreinunum
kristni, føroyskum og fremmandum máli
er tørvur á nýggjum undirvísingarmiðlum,
og kunnu uppgávur á hesum økjum koma
fyri.
Vilt tú vera við til at menna fólkaskúlan
og tryggja, at lærarar og næmingar hava
góðar undirvísingarmiðlar, so eru nógvar
áhugaverdar uppgávur at fara í holt við á
Skúlabókagrunninum.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum fólka-
skúlalærari, í minsta lagi 5 ára undirvís-
ingarroyndir og dyggur fakligur førleiki
innan tey fakøki, sum ritstjórin fer at
arbeiða mest við, hollur kunnleiki í før-
oyskum og kunnleiki í teld.
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála
við Føroya Lærarafelag og við góðkenning
Fíggjarmálaráðsins. Royndartíðin er eitt ár.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og
møguligum viðmælum skal vera Skúla-
bókagrunninum í hendi í seinasta lagi
mikudagin tann 22. august 2007.
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá
Helenu Dam á Neystabø, tlf. 31 61 00.
Føroya Skúlabókagrunnur 31. juli 2007
Tvey størv sum ritstjórar á Føroya Skúlabókagrunni verða lýst
leys til setanar, so skjótt sum til ber.
Ritstjórar á Skúlabókagrunninum
grafikstudio.fo
…útvega
dygdargóðar
føroyskar
undirvísingar-
miðlar…
Lützenstrøð 4 • 100 Tórshavn • Tel 316100 • Fax 318726
helena@skulabokagrunnur.fo
Sk
em
m
a
n
søk
ir h
an
dils
læ
rli
ng
Gerst handilslærlingur hjá okkum
og fá nógvar góðar fyrimunir
Vit bjóða:
• Møguleika fyri altjóða útbúgving
• Spennandi smásøluútbúgving við egnum skúla
• Møguleika fyri arbeiði við stórum avbjóðingum
– bæði í Føroyum og á eini av deildunum í
útlandinum
• Løn sambært galdandi sáttmála hjá S&K
Vit vænta at tú ert:
Samstarvsfús/ur, sjálvstøðug/ur, fyrikomandi,
arbeiðssom/-samur, opin og ikki bangin fyri at
siga tína meining.
Kunning um Skemmuna:
Í Skemmuni starvast 14 fólk. Eisini hevur Skem-
man deildir í hesum londum: Íslandi, Kanada,
Letlandi, Litava og Estlandi. Í hesum londum
lata vit eisini fleiri nýggjar deildir upp á hvørjum
ári. Síðan Skemman byrjaði fyri 20 árum síðan,
eru arbeiðsplássini økt støðugt. Í dag eru umleið
1000 arbeiðspláss tilsamans, á øllum deildunum
í teimum 7 londunum.
Skúlagongd:
Skúlagongdin fer fram í Danmark. Gjøgnum
samstarvið við Jysk, fáa okkara lærlingar loyvi
at koma á Jysk skúlan í Norður-Jútlandi, og tí
fáa teir ein nógv størri fakligan kunnleika um
okkara vørur, enn ein fær gjøgnum eina vanliga
handilsútbúgving. Skúlin er góðkendur av al-
mennu myndugleikunum.
Krøv:
Fyri at gerast lærlingur í Skemmuni krevst
FHS-útbúgving ella onnur miðnámsútbúgving.
Hevur hetta tín áhuga, send so eina skrivliga
umsókn til:
SKEMMAN
Staravegur 7 · Postboks 3278 · 110 Tórshavn
ella á teldupost: skemman@skemman.fo
Meira fæst at vita um læruplássið við at ringja
315588 og spyrja eftir Dan.