fríggjadagur 17. august 2007síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 158 - 17. august 2007
R E P R O Z
Tórshavnar kommuna
Av tí at virksemi hjá Teknisku deild er økt nógv,
søkja vit eftir einum dugnaligum verkfrøðingi.
Arbeiðsøkið
Tínar arbeiðsuppgávur verða m.a. at gera uppskot og kostnaðar
metingar í sambandi við nýgerð og viðlíkahaldi av vegarbeiði,
umframt at standa fyri projektering, útbjóðing, eftirliti og byggi
rokniskapi í sambandi við øll arbeiði, sum kommunan stendur fyri.
Vit kundu hugsað okkum, at tú hevur hóskandi útbúgving, eitt
nú kandidatútbúgving sum verkfrøðingur, byggifrøðingur ella
líknandi. Tú hevur drúgvar arbeiðsroyndir og royndir innan
almenna fyrisiting, ið samanlagt geva neyðuga førleikan at røkja
starvið. Tað er ein fyrimunur um tú hevur kunnleika til Microsoft
Office telduforritini og Navision Attain. Neyðugt er, at tú hevur
koyrikort.
Vit ynskja, at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið
og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú dugir
at arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og dugir væl at málbera teg
í skrift og talu.
Tekniska deild
Á teknisku deild eru 12 starvsfólk. Deildin heldur til í post
húsbygninginum saman við byggi og býarskipanardeildini.
Arbeiðsøkið hjá teknisku deild er millum annað viðgerð av
byggimálum og útstykkingarloyvum, planlegging og projektering
umframt viðlíkahald av øllum kommunalum vegum og tekniskum
veitingum, ið kommunan hevur ábyrgd av.
Deildin umsitur heilsu og umhvørvismál, vegir og gøtur við
hartilhoyrandi tekniskum veitingum sum kloakkir, vatnveiting og
gøtuljós umframt umsiting av viðlíkahaldsarbeiði innan asfalt,
ferðslu, reinhald, bussleiðina og TLSskipanina.
Kommunan stendur fyri nógvum áhugaverdum anleggsarbeiðum
og vit sóknast tí eftir einum nýggjum starvsfelaga, ið saman
við okkum og ráðgevandi vinnuni kann átaka sær at føra hesar
spennandi uppgávur út í verki.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært
sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til
Boða Haraldson, býarverkfrøðing, ella Bjørgfríð Ludvig,
miðfyrisitingarstjóra á tlf. 302010.
Umsókn
Umsókn saman við viðmælum, avriti av prógvum og c.v., skal
vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31.
august 2007. Vinarliga viðmerk »Verkfrøðingur til teknisku deild«.
Verkfrøðingur
til teknisku deild