fríggjadagur 17. august 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 158 - 17. august 2007 ]
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
- Uttan mun til tølini so eru vit vísir í, at talan verður um tætta
uppgerð. Talan er altíð um stórt stríð, tá ið vit spæla ímóti Skála
Jens Martin Knudsen, NSÍ
Eitt av størstu
róðrarfeløgum í
landinum, Argja
Róðrarfelag, fylti í
gjár 25 ár. Í gjøgnum
árini hava bátar hjá
Argja Róðrarfelag
vunnið 16
føroyameistaraheiti,
felagið bleiv valt til
ársins róðrarfelag
í 2004, umframt at
felagið bleiv valt sum
ársins ítróttarbragd
hjá Dimmalætting
sama ár
KAPPRÓÐUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
16. august í 1982 bleiv eitt
nýtt róðrarfelag í Føroyum
sett á stovn. Hetta var róðrar
felagið á Argjum, sum í dag
telist ímillum størstu róðrar
feløg í landinum. Tað vil
siga, at felagið í gjár hevði
25 ár á baki sum róðrarfelag,
og eingin ivi er um, at felag
ið við árunum hevur voksið
seg størri og størri.
Fyrsta bátin fekk felagið
í 1983, tá 8mannafarið,
Argjabáturin, bleiv bygdur,
og næsti báturin kom árið
eftir, tá 5mannafarið, Blik
ur, bleiv bygdur. Eftir hetta
hevur Argja Róðrafelag fin
gið tveir bátar afturat. 6
mannafarið Lómur bleiv
bygdur í 2002, og fyrr í ár
fekk róðrarfelagið eitt nýtt
5mannafar, sum bleiv kall
að Teistin.
Hesi 25 árini, sum bátar
nir hjá Argja Róðrarfelag
hava kappast um føroya
meistaraheitini, er tað blivið
til 16 meistaraheiti í teimum
ymisku bátaflokkunum, Ar
gja Róðrarfelag bleiv valt
til ársins róðrarfelag í 2004,
og harumframt vann felagið
eisini ársins ítróttarbragd
hjá Dimmalætting sama ár.
Genturnar á Bliki
løgdu fyri
Sjálvt um Argjabáturin var
fyrsti báturin hjá felagnum,
so var tað tó Blikur, sum
felagið fekk árið eftir Argja
bátin, sum tryggjaði felag
num fyrstu føroyameistara
heitini.
Longu fyrsta árið, sum 5
mannafarið, Blikur, var við
í kapping, megnaðu kvin
nurnar av Argjum at vinna
meistaraheitið. Stóran part
av árinum var tó alt, sum
bendi á, at Sílið fór at vinna
meistaraheitið. Undan ólav
søkuróðrinum hevði Sílið
vunnið
tríggjar
stevnur,
meðan Blikur hevði vunnið
eina, og munurin í millum
bátarnar var heili fýra stig.
Á ólavsøku bleiv alt tó
vent á høvdið. Blikur vann
róðurin, meðan Sílið endaði
heilt afturi á fjórða plássi.
Hetta gjørdi, at liðini end
aðu jøvn í stigum, men av tí
at Blikur vann á ólavsøku,
so vunnu genturnar av
Argjum eisini meistara
heitið.
Hetta gjørdist sostatt fyr
sta meistaraheitið hjá Argja
Róðrarfelag.
Fleiri meistaraheiti
til Blik
Næstu árini var tað Blikur,
sum fekk góðu úrslitini hjá
Róðrarfelagnum. Árið eftir
fyrsta meistaraheitið hjá Ar
gja Róðrarfelag í 1985 vann
felagið enn eitt meistara
heiti. Hesa ferð vótu tað
dreingirnir umborð á Bliki,
sum endaðu ovast eftir tær
fimm stevnurnar.
Fyrstu stevnuna fekk Bli
kur einki stig, men næstu
tríggjar stevnurnar vunnu
dreingirnir av Argjum, og
sostatt varð lagt upp til enn
ein sigur og eitt meistara
heiti á ólavsøku. Sigurin
fingu teir ikki, tí teir endaðu
á fimta plássi, men teir
vóru tó so langt framman
fyri í FMkappingini undan
ólavsøkuróðrinum, at hana
vunnu teir kortini.
Í 1986 fekk felagið triðja
meistaraheitið, tá tað aftur
vóru kvinnurnar á Bliki,
sum endaðu ovast. Kapp
ingin var hørð við Bylgjuna
alt hetta árið, men Blikur
var alla tíðina eitt fet fram
manfyri. Báturin av Argjum
vann á Eystanstevnu, á
Jóansøku og á ólavsøku, og
í FMkappingini endaði
Blikur fimm stig framman
fyri Bylgjuna.
So skuldi tað ganga tvey
ár, áðrenn felagið aftur
endaði á ovastu rók. Hesa
ferð vóru tað aftur dreing
irnir umborð á Bliki, sum
endaðu fremst, men tað var
í sera harðari kapping við
Koll. Undan ólavsøkuni
høvdu bátarnir vunnið tveir
róðrar hvør, men Blikur var
tó eitt stig frammanfyri.
Á ólavsøkuni vann hvørg
in teirra, tí Tarvurin endaði
fremst, men Blikur endaði
á øðrum plássi og Kollur á
triðja, og tí var tað Blikur,
sum vann meistaraheitið.
Og árið eftir vóru tað af
tur dreingirnir umborð á
Bliki, sum vunnu meistara
heitið. Kappingin var sera
hørð hetta árið millum fleiri
bátar, men tá alt kom til alt
var tað tó Blikur, sum var
tann sterkasti. Eftir sigurin
á ólavsøku var Blikur sjey
stig framman fyri næstu
bátarnar í FMkappingini,
og fimta meistaraheitið hjá
Argja Róðrarfelag var veru
leiki.
Argjabáturin
tekur yvir
Í 1990 vann felagið einki
meistaraheiti, men í 1991
bragdaði aftur. Nú var tað
tó ikki Blikur, sum setti
dagsskránna, men í staðin
var tað flaggskipið, Argja
báturin, sum nú byrjaði at
vinna. Hetta gjørdist eisini
byrjanin til nøkur sera góð
ár hjá 8mannafarinum á
Argjum.
Hetta árið vann Argjabáturin
bert tvær stevnur, á Jóans
øku og á Varmakeldu, men
úrslitini vóru tó so góð, at
báturin
endaði
rættiliga
langt fremstur í FMkapp
ingini.
Í 1992 vann Argjabáturin
aftur FM. Hesa ferð var tó
eingin ivi. Teir vunnu nevn
iliga fimm av teimum seks
stevnunum, og endaðu langt
fremstir í FMkappingini.
So gingu aftur tvey ár,
áðrenn Argjabáturin aftur
vísti flaggið. Í 1994 vann
hann fýra av FMróðrunum,
men í FMkappingini end
aði hann heili 18 stig fram
Argja Róðrarfelag 25 ár
Bátar hjá Argja Róðrarfelag
5-mannafør:
Blikur
Teistin
6-mannafør:
Lómur
8-mannafør:
Argjabáturin
FAKTA
Rógvararnir hjá Argja Róðrarfelag hava góðar
umstøður í snotiliga róðrarneystinum, sum stendur
við bátahylin á Argjum.
Mynd: Álvur Haraldsen