Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

37 [ Nr. 158 - 17. august 2007 ] Toppuppgerð á Toftum Oddaliðið í 1. deild, B68, fær í morgin vitjan av ÍF. B68 er oddalið við 55 stigum, og ÍF er á triðja plássi við 40 stigum. Um tað eydnast heima favorittunum at vinna, so verða teir átjan stig frammanfyri triðja plássið, tá ið tað resta sjey umfør, og harvið er stórur møguleiki fyri, at uppflytingin verður avgjørd, áðrenn hesin mánaðin verður liðugur. FSV04, sum kappast við ÍF um seinna uppflytingarplássið, skal í morgin spæla grannauppgerð í Sørvági. Eftir at KÍ fyrr í vikuni vann 1-0 á heimavølli ímóti LÍF, eru sørvingar komnir nærri niðurflytingarstrikuni. Beckham fekk sítt fyrsta mál Hósnáttina var LA Galaxy í dysti ímóti DC United, og fyri fyrstu ferð var David Beckham at finna ímillum fyrstu 11 leikararnar. Og tað var eisini Beckham, sum gjørdist dag- sins maður. Um miðjan fyrra hálvleik legði hann La Gal- axy á odda, tá hann sendi eitt fríspark úr knøppum 25 metrum beinleiðis í málið. Í seinna hálvleik var Beckham arkitekturin handan 2-0 málið, tá hann við góðari sending spældi Landon Donovan púra leysan, og hesin sveik ikki álitið. 2-0 gjørdist eisini endaliga úrslitið í fyrsta dystinum, sum Beckham byrjaði fyri LA Galaxy. man fyri Fríggjaran á øð- rum plássi. Og bragdið hjá flagg- skipinum á Argjum bleiv endurtikið árið eftir, tá Argjabáturin vann allar róðrarnar uttan á ólavsøku, tá Víkabáturin setti teir upp á pláss. Í 1997 kom enn eitt meistaraheiti til Argjabátin, men hesaferð var kappingin hørð við Gullbrand úr Fug- lafirði. Gullbrandur vann tveir av róðrunum, meðan Argjabáturin vann seks, og við hesum var tað eisini Argjabáturin, sum endaði fremst í kappingini um FM. Árið 1998 er helst eitt tað mest merkisverda árið nak- rantíð hjá 8-mannaførunum. Mest sum eingin munur var á eini fimm ella seks bátum, og tað var ógjørligt at spáa um undan einum róðri, hvør bátur fór at vinna. Tá árið var av høvdu Mið- vingur og Húsavíkingur vunnið tveir róðrar, Argja- báturin hevði vunnið ein róður, meðan Gullbrandur vann á ólavsøku. Í FM- kappingini var tó enn eina- ferð Argjabáturin, sum endaði fremst framman fyri Miðving og Húsavíking, og sostatt var sætta meistara- heitið upp á átta ár veruleiki hjá Argjabátinum. So gingu aftur tvey ár, áðrenn Argjabáturin aftur endaði ovast. Í ár 2000 var als eingin ivi hjá 8-manna- førunum. Argjabáturin vann nevniliga allar róðrarnar meir ella minni sannførandi, og hetta gjørdist eisini en- din á eitt 10 ára skeið, har Argjabáturin hevði vunnið heili sjey føroyameistara- heitið. Eitt fantastiskt ár Nú gingu tó nøkur ár, har Argja Róðrarfelag ikki meg- naði at vinna nakað meis- taraheiti. Tað blivu til heið- ursmerki í fleiri av bátaflokk- unum, men einki meistara- heiti. Ikki fyrrenn í 2004 bragd- aði aftur, og hetta árið bleiv heilt fantastiskt hjá reyðu bátunum við bláu stokk- unum. Heili trý føroyameis- taraheitið blivu vunnin het- ta árið. Hjá 5-mannaførum við dreingjum hevði Blikur longu tryggjað sær meistara- heitið undan ólavsøkuni, tá teir høvdu vunnið fimm av seks teimum fyrstu róð- runum. Á ólavsøkuni rig- gaði tó als ikki, tí tá endaði Blikur nummar sjey. Meis- taraheitið var tó í húsi sum tað fyrsta. Eisini hjá 5-mannaførum við kvinnum endaði Blikur fremst. Tað var tó í harðari kapping við serliga Sílið, sum undan ólavsøku hevði vunnið tríggjar róðrar, með- an Blikur hevði vunnið tveir. Í stigum var Sílið ei- sini fýra stig framman fyri Blik eftir fyrstu seks róðr- arnar, men á ólavsøku gjør- dist Blikur drúgvari. Hann vann nevniliga róðurin, meðan Sílið endaði nummar fimm, og sostatt hevði Arg- ja Róðrarfelag tryggjað sær annað meistaraheitið. Tað bleiv tó til enn eitt meistaraheiti, sum Argja- báturin longu hevði tryggj- að sær undan ólavsøkuni við sigri á seks teimum fyrstu stevnunum. Á ólavs- øku megnaði Kvívíkingur tó at steðga Argjabátinum, og sostatt mátti 8-manna- farið á Argjum noyðast við FM-heitið. Hesi trý meistaraheitini gjørdu eisini, at Argja Róðrarfelag bleiv kosið ár- sins róðrarfelag, samstundis sum felagið bleiv valt sum ársins ítróttarbragd hjá Dimmalætting sama ár. Seinasta meistaraheitið hjá felagnum kom í 2005, tá ið genturnar á Bliki en- daðu fremst í FM. Tað var bara á norðoyastevnu, at tær ikki vunnu, men sein- asta seks stevnurnar vunnu tær allar, og tískil endaði tær á einum tryggum fyrsta plássi í FM-kappingini. Síðani 2005 er einki meis- taraheiti komið afturat til Argja Róðrarfelag, men tað verður neyvan leingi, til felagið aftur endar á ovastu rók. Annars verður sagt av Argjum, at felagið fer at hátíðarhalda 25 ára dagin tann 3. november. Tá verður tann stóra argjaveitslan á skránni, sum verður hildin millum Argja Róðrarfelag og Argja Bóltfelag. Meistaraheiti hjá Argja Róðrarfelag 5-mannafør dreingir: Blikur 4 (1985, 1988, 1989, 2004) 5-mannafør gentur: Blikur 1 (2005) 5-mannafør kvinnur: Blikur 3 (1984,1986, 2004) 8-mannaførini: Argjabáturin 8 (1991, 1992, 1994, 1995, 1997, 1998, 2000, 2004) FAKTA Argja Róðrarfelag er eitt av størstu róðrarfeløgunum í landinum. Í 25 ára søgu felagsins er tað blivið til 16 føroyameistaraheitið. Argjabáturin hevur vunnið átta, dreingirnir á Bliki hava vunnið fýra, kvinnurnar á Bliki trý og genturnar á Bliki eitt. Mynd: Álvur Haraldsen Flaggskipið hjá Argja Róðrarfelag, 8-mannafarið Argjabáturin, er mest vinnandi báturin hjá Argja Róðrarfelag. Higartil er tað blivið til átta føroyameistaraheitið. Mynd: Álvur Haraldsen