Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 [ Nr. 158 - 17. august 2007 ] Dómarayvirlit Formuladeildin: B36 – VB/Sumba Ransin Djurhuus KÍ – B71 Rúni Gaardbo NSÍ – Skála Lars Müller EB/Streymur – AB Miikka Lahdesmaki (FIN) HB – GÍ Dagfinn Olsen 1. deild menn: B68 – ÍF Høgni Hansen B36 – HB Dagfinn Olsen KÍ – TB Rói Jacobsen NSÍ – LÍF Andrew Christiansen SÍ – FSV 04 Jan Skoradal 1. deild kvinnur: KÍ – NSÍ Andreas Josephsen GÍ – B36 Marner Olsen AB – EB/Streymur Jóhan Petur Michelsen 2. deild menn: EB/Streymur – GÍ Jákup Baldvinson Fram – B68 Jóhan B. Dahl-Olsen KÍ – ÍF Berint Andreasen FSV 04 – Skála Andrass Weihe B36 – MB Rói Jacobsen Vónbrotið skal vaskast burtur GÍ hevur seinastu árini havt gott tak á HB, sum skal vaska vónbrotið í steypakappingini burtur HB-GÍ Jóannes Hansen Í HB slikka teir sárini eftir stóra vónbrotið, sum tað var at tapa steypafinaluna. GÍ fer at vitja mánakvøldið, og tá verður kropsliga møðin frá intensivu og framúr spennandi steyp- afinaluni burtur. Spurningurin er, hvus- su tað verður við sin- niligu møðini, sum sjálvandi tyngir serliga nógv eftir tapið. - Vit hava staðið ok- kum væl ímóti HB bæ- ði í fjør og í ár. Vit hava vunnið fýra av fimm teimum seinastu upp- gerðunum, so vit trúgva upp á tað, hóast vit spæ- la á útivølli, og hóast HB spælararnir ivaleyst fara at verða serliga uppsettir, nú teir hava tapt steypafinaluna, hel- dur GÍ verjuspælarin Niclas Niclasen. Í HB verður ásannað, at tað á ongan hátt var nóg gott í 1. hálvleiki mikukvøldið. Men í 2. hálvleiki var avrikið gott, og tað velja teir at halda fokus á. - Spælið var gott í 2. hálvleiki, og tí avrik- inum mugu vit hava fokus á, nú gøtumenn koma at vitja. Teir hava vunnið á okkum fleiri ferðir, og nú eiga vit tørn. Vónbrotið frá steypafinaluni verður vaskað burtur, um tað eydnast okkum at vinna trý stig, og tað ætla vit okkum avgjørt at gera, sigur Páll M. Joensen. Einki uttan full úrtøka telur hjá NSÍ, sum støðugt rennur undan havnarmonnum NSÍ-SKÁLA Jóannes Hansen Støðutalvan sigur, at heima- liðið er greiður favorittur, tá ið NSÍ í kommunu- uppgerðini við Skálafjørðin fer at fáa vitjan av Skála. Favoritt leikluturin verður ikki minni av hagtalsliga veruleikanum, sum sigur, at í átta royndum higartil í bes- tu deildini hevur tað bara eydnast Skála eina ferð at fáa eitt stig í Runavík. Skála- menn eiga framvegis fyrsta sigurin á hinumegin fjørð- in. - Uttan mun til tølini so eru vit vísir í, at talan verður um tætta uppgerð. Talan er altíð um stórt stríð, tá ið vit spæla ímóti Skála, og eg havi skilt, at teir hava spart seg til júst henda dystin, sigur veteranmálverjin Jens Martin Knudsen: - Higartil hava vit staðið okkum heilt væl á heima- vølli, og sjálvandi fara vit eftir øllum stigunum. Vit hava virðing fyri skálamon- num, men vit ræðast teir ikki, sigur Jens Martin Knudsen. Skála hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar, og tað hevur ikki eydnast at skjóta mál ímóti KÍ og B36. Nú er oddaliðið á skránni. - NSÍ á útivølli hevur al- tíð verið torfør avbjóðing hjá okkum, og soleiðis er tað eisini hesa ferð. Vit fara tó at royna at fáa stig burt- urúr, sigur Skála liðfor- maðurin Pauli G. Hansen, og tað er einki at ivast í, at skálamenn høvdu verið nøg- dir, um tað hevði eydnast teimum at fingið eitt stig við tvørtur um fjørðin af- tur. Skála vinnur ongantíð í Runavík AB fer við góðum hugburði til Streymnesar, har steypavinnararnir fýra ferðir fyrr í ár hava snávað EB/STREYMUR-AB Jóannes Hansen Nú ræður um hjá EB/Strey- mi at venda sær hinvegin. Síðani mikukvøldið´hevur lagið verið gott og fag- naðurin stórur um, at tað fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist at vinna steypa- kappingina. Sagt varð, at árið er bjargað. EB/Streym- ur hevur sum kanska fyrsta felag yvirhøvur í Europa vunnið sær atgongumerki til UEFA Cup næsta sum- mar. Í kvøld og fram til sunnu- dagin er tað uppgávan hjá Piotr Krakowski og Sámal Eriki Hentze at fáa fegnu spælararnar at goyma steypasigurin og heldur at venda eygunum móti lands- kappingardystinum ímóti AB. Tá ið AB fyrr í summar vitjaði, vann EB/Streymur trivaligan sigur, men annars hevur tað ikki gingið meiri enn passaligt á heimavølli. Fýra ferðir hevur EB/ Streymur kiksað á egnum vølli, har tey stigini eru mist, sum resta í fyri at vera heilt á toppinum og harvið hava møguleika at vinna FM heitið afturat Løgmans- steypinum. Tað er greitt, at miðverjan skal umskipast, tí liðfor- maðurin Egil á Bø er leikbannaður. AB hevur einki út at geva. Støðan er hættislig, og um talan ikki skal gerast um leygardagsfótbólt á Argjum næsta ár, so mugu stig og sigrar vinnast í avbjóð- ingum, sum á pappírinum tykjast vónleysar. Síðsta sunnudag helt AB leingi tørn ímóti NSÍ, men so gjørdist munurin tann, sum hann oftast er á toppi og botni: - Hugburðurin var góður, og vit stríddust væl. Vit fara at royna at halda fram við tí og vóna so, at tað fer at eydnast at fáa stig burturúr. Sum nú er hugsa vit ikki so nógv um spælið. Tað ræður um at fáa stig á kontina, sigur Hanus Jacobsen í AB. Aftur gerandisdagur í Sundalagnum Formula-deildin v t d v - j - t mál mál +/- stig 1 NSÍ 18 13 - 2 - 3 33 15 18 41 2 B36 18 12 - 4 - 2 34 11 23 40 3 EB/S 18 10 - 2 - 6 30 23 7 32 4 HB 18 9 - 3 - 6 37 24 13 30 5 Skála 18 7 - 2 - 9 20 27 -7 23 6 GÍ 18 6 - 5 - 7 25 35 -10 23 7 B71 18 6 - 4 - 8 28 31 -3 22 8 KÍ 18 6 - 3 - 9 26 26 0 21 9 VB/S 18 2 - 5 - 11 15 38 -23 11 10 AB 18 2 - 4 - 12 19 37 -18 10 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B68 19 18 - 1 - 0 66 13 53 55 2 FSV04 19 13 - 3 - 3 38 23 15 42 3 ÍF 19 12 - 4 - 3 51 16 35 40 4 LÍF 19 9 - 1 - 9 40 31 9 28 5 TB 18 7 - 3 - 8 29 23 6 24 6 HB 19 7 - 2 - 10 30 40 -10 23 7 NSÍ 19 7 - 1 - 11 35 48 -13 22 8 SÍ 19 4 - 3 - 12 23 43 -20 15 9 KÍ 19 4 - 2 - 13 19 48 -29 14 10 B36 18 2 - 2 - 14 17 63 -46 8 Her eru Rúni Rasmussen og Jonhard Fredriksberg í hornatøkum. NSÍ er favorittur til dystin heima ímóti Skála, men dystirnir ímillum liðini eru ofta sera javnir. Mynd: Álvur Haraldsen