Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 [ Nr. 158 - 17. august 2007 ] AaB spældi illa í Finlandi Hvørgin av føroysku landsliðs­ spælarunum vóru á vøllinum, tá ið AaB í gjár tapti 2­1 í UEFA Cup í Helsingfors ÚTISETAR Jákup Mørk Tað royndist ikki væl, tá ið AaB í gjár spældi í innleiðandi umfarinum til UEFA Cup í finska høvuðsstaðnum Hel­ singfors. HJK Helsinki vann 2­1, og tað var væl sloppið, verður sagt í AaB leguni. Nógvir spælarar vóru ikki á tí støðinum, sum tað kann roknast við, verður sagt. Venjarin, Erik Ham­ rén, heldur kortini ikki, at úrslitið var so heilt galið, og hann sigur seg rokna við, at tað fer at eydnast at vinna saman­ talt, tá ið HJK Helsinki um tvær vikur fer at vitja í Aalborg. Onkrir av AaB spælar­ unum hava eftir dystin sagt, at tað var teimum til ampa, at tað varð spælt á graslíki og ikki á grasi. Longu fyrrapartin í dag vandi AaB aftur í Aalborg. Nú fyrireika teir seg til sunnudagin, tá ið OB fer at vitja í Aalborg. Hvørki Jón Rói Jac­ obsen ella Súni Olsen vóru á vøllinum hós­ kvøldið. Tað kann væl vera, at teir aftur sun­ nudagin fara at sita á beinkinum. Men tá ið tað í gjárkvøldið varð funnist at miðverjuni, sum ikki varð hildin at vera so sannførandi, kann tað hugsast at vera ávísur møguleiki fyri, at Jón Rói Jacob­ sen fer at fáa boð. B36-VB/SUMBA Jóannes Hansen B36 er næstfremst og stríð­ ist fyri at vinna FM. VB/ Sumba er næstaftast, og tað skal nógv til, áðrenn tað eydnast suðuroyingum at lyfta seg upp um strikuna. Men hóast støðutalvan leg­ gur upp til, at B36 er greiður favorittur, so verður í B36 undirstrikað, at sunnudags­ gestirnir í Gundadali eiga ikki at verða undirmettir: ­ Um vit skulu hugsa um FM, so er tað einki sum eitur. Vit skulu vinna, men sýna vit ikki rætta hug­ burðin, so verður tað vanda­ mikið. VB/Sumba hevur fleiri ferðir seinastu tíðina verið á odda, áðrenn teir hava mist, og teir hava víst dygdir á útivølli. Eitt nú megnaðu teir málleysan javnleik síðsta sunnudag, tá ið teir vóru á Sandi, vísir B36 miðvallarin Hanus Thorleifsson á. Í Vági vóna teir, at okkurt stigið verður í viðførinum suður aftur sunnukvøldið. Men tað verður sera torført: ­ Tað er ikki bara sum at siga tað, at spæla í Gunda­ dali ímóti B36. Støðan hjá okkum er ikki góð, og vit hava brúk fyri øllum tí, sum vit kunnu skava saman. Eis­ ini tí sum vit møguliga kun­ nu vinna í Gundadali. Men tað verður torført, sigur Dan Djurhuus hjá VB/Sum­ ba. Í B36 minnast teir væl til, hvussu tað gekk, tá ið VB/ Sumba í fjør vitjaði í Gunda­ dali. Tá var úrslitið 2­2. Vágbingar vandamiklir á útivølli Í B36 verður staðiliga undirstrikað, at tað verður vandamikið, um uppgávan móti botnliðnum ikki verður tikin í nóg stórum álvara KÍ-B71 Jóannes Hansen Dagin eftir sjómannadagin fáa klaksvíkingar vitjan av sandoyingum. Uppgerðir­ nar millum hesi bæði fel­ øgini fyrr í ár boða frá, at tað kann gerast málríkt í Klaksvík sunnudagin. Tað endaði 3­3, bæði tá ið B71 var í Klaksvík, og tá ið KÍ var á Sandi. B71 hevur verið eitt av liðunum, sum hava staðið seg betri enn roknað varð við, og KÍ er eitt av teimum, sum leingi stóð seg illa. Nú er munurin bara eitt stig, og við sigri kunnu bæði feløg­ ini flyta fleiri pláss upp eftir ­ Stigatalvan sigur, at lið­ ini eru jøvn, men KÍ er á heimavølli, so teir eru helst favorittar. Serliga tá hugsað verður um, at teir hava fin­ gið fult tvær tær seinastu ferðirnar, sigur spælandi B71 venjarin, Eli Hentze, sum tað tykist líka væl hjá at leggja trýstið á mótstøðu­ menninar. ­ Eftir tveir sigrar á rað, og eftir at tað tvær ferðir hevur eydnast at halda mót­ støðumonnunum frá at gera mál, er lagið gott. Spæl­ ararnir lukta møguleikan, at tað við sigri hesa ferð ber til at sleppa av 8. plássi. Vit hava spælt tveir 3­3 dystir ímóti teimum í ár, men talan verður ikki um sama úrslit hesa ferð. B71 hevur tó fleiri góðar offensivar spælarar, og tá ið okkara eisini eru framrættaðir, er tað ikki óhugsandi, at talan verður um gott undirhald, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. Tólv mál í tveimum uppgerðum KÍ og B71 skjóta nógv mál ímóti hvørjum øðrum, og hesa ferð kunnu fleiri pláss á støðutalvuni standa upp á spæl 07 '06 06 05 05 04 03 02 01 00 99 98 97 Í alt B36-VB/S - 2-2 - 1-0 - 3-1 2-1 6-0 3-2 1-2 6-1 8-2 4-0 9-1-1 36-11 KÍ-B71 3-3 - - - - - - - 2-0 2-1 3-1 - 5-2 4-1-0 15-7 NSÍ-Skála 3-1 2-0 2-1 3-3 1-0 2-0 2-0 3-1 - - - - - 7-1-0 18-6 EB/S-AB 3-0 - - - - - - - - - - - - 1-0-0 3-0 HB-GÍ 2-3 1-2 - 4-1 3-1 3-3 2-2 3-0 2-3 5-0 2-0 3-0 2-0 7-2-3 32-15 Um hugt verður eftir úrs­ litunum hjá formulaliðunum síðstu 10 árini, so er at kalla eingin ivi um, hvørji lið eru favorittar til dystirnar um vikuskiftið. Í átta dystum hevur Skála ongantíð fingið fult við Løkin, og tí er NSÍ stórur favorittur undan dyst­ inum. Eisini B36 má metast sum stórfavorittur í Gunda­ dali móti VB/Sumba. Síðstu 10 árini hevur VB/Sumba bert vunnið ein dyst, ein er endaður javnur, og B36 hev­ ur vunnið níggju ferðir. B71 hevur heldur ongantíð vunnið í Klaksvík, har KÍ hevur vunnið fýra ferðir, meðan ein dystur er javnur. Í einasta dystinum, sum EB/Streymur og AB hava leikt í Streymnesi, vann EB/Streymur fyrr í ár, með­ an einasti dysturin, sum kann tykjast spennandi, er dysturin í Gundadali, har GÍ vitjar hjá HB. Har hevur HB tó havt eitt gott tak á gøtumonnum, men síðstu tvær ferðirnar hevur GÍ vunnið. So er spurningurin, hvussu tað fer at enda hesu ferð. Oddaliðini eru favorittur Eingin ivi er um, at B36 er stórfavorittur, tá VB/Sumba vitjar í Gundadali sunnudagin. Hagtølini eru eisini við B36, tí seinastu 10 árini hevur VB/Sumba bert vunnið á B36 í Gundadali eina ferð. Mynd: Álvur Haraldnsen