Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-08-17, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. august 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 158 - 17. august 2007 Sunnudagsskúli byrjar aftur aftaná summarfrí Sunnudagin 19. august 2007 kl. 12.00 – 12.40 í Skúlaheiminum við Marknagilsvegin nr. 75. Øll børn eru hjartaliga vælkomin. Evangeliskt møti sunnukvøld kl.18.00, har bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin. Samkoman við Marknagil Arbeiðshandskar til øll endamál - bæði á sjógvi og landi Landsins størsta úrval frá eingangshandskum til fóðraðar Japan-handskar Beinleiðis frá framleiðara Sosialurin 311820 spf Sethús í Tórshavn Varðabrekka 6, eru til sølu Húsini eru frá 1952. Hava fingið ávegis ábøtur, men krevja eisini ábøtur. Útsýnið yvir Havnina fæst ikki betri. Grundstykkið er til víddar 925 m2, umframt at eitt parkeringsøki er knýtt at ognini. Grundvíddin á húsinum er uml. 7m x 11 m umframt útbygningar. Húsini eru miðhædd og loft. Kjallari er, men hesin stendur framvegis ráður. Miðhæddin: Gangur við trappu uppá loft, køkur, vaskirúm og stórur hjallur. 2 stovur - onnur við karnappi og so wc-rúm. Loftshæddin: Gangur, 3 kømur, wc-rúm, brúsurúm. Takið er nýtt og øll yvirtromin er nýggj. Flestu rútar eru termorútar, og centralhitaketilin og rørini eru eisini nýliga útskift. Nærri upplýsingar um húsini og avtala um at síggja húsini fæst við at venda sær til okkara Advokatarnir Hentze DEMMUS HENTZE TURIÐ DEBES HENTZE landsrættarsakførari advokatur og mediator m.m.c.r. Tórsgøta 17 · Postboks 236 · FR 110 Tórshavn Tlf. 311460 · Telefaks 311490 · E-mail: hentze@hentze.fo www. hentze.fo Halgir Winther Poulsen, adv. Fríða Patursson, adv. Óla Jákup Kristoffersen, adv. Christian Andreasen, adv. Niels Winther Poulsen, adv. Jógvan E. Winther Poulsen, adv. Jens Andrias Vinther, adv. Fr. Petersensgøta 9 Postboks 6 110 Tórshavn Telefon 31 11 45 Telefax 31 15 25 jura@jura.fo www.jura.fo Advokatskrivstovan SummarhúS í Leynum Eitt summarhús í Leynum er til sølu. Grundøkið er til víddar uml. 500 m2. Húsið er knappar 50 m2 til støddar. Húsið er innrættað soleiðis: Stovuhædd: Gongd, wc, køkur og stova í einum við brenniovni, tvey kømur og svali. Kjallarahædd: Brúsa/fýrrúm, lítið grovrúm, stórt, ikki fult útgrivið, rúm. Húsið verður selt við innbúgvi og køksbúnýtum og klárt at flyta inn í. Frálíkt útsýni móti vesturi og suðuri. Nærri fæst at vita við at venda sær til Óla Jákup Kristoffersen, advokat, e-mail ojk@jura.fo ella skrivaran Elin Svínoy, e-mail els@jura.fo Hús og jørð til sølu í Trongisvági Um hóskandi boð fæst, selji eg hús míni matr.nr. 6F og jørð ca. 14.000 m2 við ástand­ andi úthúsi ca. 30m2 stórt, matr.nr. 6E. Verður selt samlað ella hvør sær. Telefon 371295 Føroya Barnaheim søkir húsavørð Søkt verður eftir húsavørði at byrja 1. oktober 2007 ella sum skjótast. Starvið umfatar: • Fast hálvtíðarstarv. • Viðlíkahald bæði innan og uttan og annars alt fyrifallandi arbeiði. Førleikakrøv: Vit sóknast efter einum fólki, ið • Kann arbeiða sjálvstøðugt. • Er handaligt. • Er fyrikomandi. • Hevur koyrikort. Handverkarar hava fyrimun, men tað er einki krav. Lønarviðurskiftir: Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjar­ málaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir: Umsóknir við avriti av prógvum, CV og møgulig­ um viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 29. august 2007 kl. 12.00. Merk umsóknina »Húsavørður«. Ynskja tygum at hoyra meira um starvið, eru tygum vælkomin at seta tygum í samband við Beintu Johannesen Mørkøre, leiðara, á tlf. 31 23 20. Føroya Barnaheim Pedda við Steingøta 10 FO­100 Tórshavn Avloysari fyri køksfólk Søkt verður eftir avloysara fyri køksfólk til dagstovnin í Øksnagerði at arbeiða 16 tímar um vikuna. Arbeiðstíð: Mánadag – hósdag 11.00-15.00. Køksfólkið hevur ábyrgd av køkinum, innkeypi av matvørum, gera millummála og vaska upp eftir døgurða. Um áhugi er fyri, tí kann umsøkjarin eisini fáa eyka tímar sum avloysari, tá vit mangla fólk í húsinum. Søkt verður eisini eftir avloysara, ið kann arbeiða eftir tørvi annaðhvørt í barnagarðsstovu, vøggustovu ella á serstovuni. Meir um størvini fæst at vita á tel. 31 99 59 Tórshavnar kommuna lýsingar